Útróðurin má ikki steðga

10 July 2019
Skrivað hevur

Tað er eyðsæð, at ein bráðfeingis loysn má finnast í veiðibólki 5, soútróðrarflotin ikki verður lagdur restina av árinum. Og eg havi alla orsøk atvænta, at tey longu eru í ferð við at snikka eina loysn saman íFiskimálaráðnum.

Lættasta loysnin er annaðhvørt at flyta fleiri bátar úr B-bólkinum upp íA-bólkin fyri á tann hátt at frígeva nakrar dagar í B-bólkinum, ella bara atgera dagarnar, sum eftir eru, til felagsdagar hjá bæði A-, og B-bólkinum –altso øllum bólki 5.

Eg dugi í øllum førum ikki at síggja, at landsstýrismaðurin við hesum báðummøguleikunum hevur nakrar trupulleikar við heimildunum.

Men hetta er bert ein bráðfeingis loysn og fyrsta stigið í einitrístigarakett. Tí eftir valið skal ein nýskipan fyri okkara útróðrarflotagerast. Ein nýskipan, sum tryggjar burðardygga veiðu og samstundis tryggjar, attey, ið liva av útróðri, hava fyrstarætt til fiskidagarnar.

Tann nýskipanin er tó triðja og seinasta stigið í trístigarakettini. Longu áólavsøku má landsstýrismaðurin nevniliga í tingið við stigi tvey, tí tá væntieg undir øllum umstøðum, at allur bólkur 5 er um at vera tómur fyri fiskidagar.

Í stigi tvey má landsstýrismaðurin útvega sær neyðugu heimildirnar attryggja, at útróðurin ikki aftur steðgar upp hjá teimum, sum hava hann sumlivibreyð, áðrenn veturin kemur.

Og har eru nógvir møguleikar.

Til ber at seta eitt bagatell-mark fyri avreiðingum, soleiðis at baraavreiðingar omanfyri eina ávísa vekt telja við sum brúktir fiskidagar. Markiðkundi til dømis verið avreiðingar omanfyri 600 pund. Allar avreiðingarniðanfyri hesa vekt skuldu so ikki talt við, og tað kundi verið gjørtafturvirkandi frá ársbyrjan. Á tann hátt ber til at frígeva nokkso fitt avdøgum.

Eisini kundu vit sagt, at dagarnir, sum pensjónistar brúka fyri at røkka60.000 króna-markinum, ikki taldu við. 60.000 krónur er tað, sum pensjónistarkunnu avreiða fyri, áðrenn teir verða mótroknaðir í pensjónini.

Ella vit kundu sagt, at øll kunnu avreiða fyri 60.000 krónur, áðrennfiskidagarnar byrja at telja.

Helst er tað bert hugflogið, ið setir mørk her.

Men í einari varandi skipan hevur tað størsta týdningin, at tey, sum havamest brúk fyri fiskidøgunum, hava fyrsta rætt at sleppa framat teimum. Tí máein nýskipan taka støði í hesum, og dagarnir mugu stillast so rætt, at tað ikkibara per automatikk skal bera til at koma afturumaftur og økja dagatalið. Tí támissir reguleringin alla meining.

Onkur, millum annað Sniálvur Røvilsberg, nevndarlimur í FøroyaFiskimannafelag, hevur verið frammi við hugskotinum um at býta bólk 5 upp ítríggjar undirbólkar, A, B og C, ístaðin fyri bara tveir, sum nú er galdandi. Taðhevði kanska verið ein skilagóð loysn.

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.

Meira um sama evni

No items found.