55000 í 2020 – eitt lívsneyðugt mál!

5 October 2011
Skrivað hevur

Tí noyðast vit at seta okkum framsøkin mál, og miðvíst fara eftir teimum. Tað er bara, tá vit seta okkum stór mál, at neyðuga leiðin gerst púra greið.


- Vit skulu fáa fiskivinnuna aftur á føtur, og heimaflotan at geva stórt yvirskot heldur enn hall.


- Vit skulu umskipa skattaskipanina, so øll at gjalda skatt, og lønarskatturin kann minka.


- Vit skulu við nýggju lógarkørmunum fáa bygt íbúðir til sámuligar prísir.


- Vit skulu fáa prísin á vanligum gerandisvørum niður.


- Vit skulu gera íløgur í sjóvarfallsorku, sum liður í at framtíðartryggja búskapin hjá landi, húsarhaldi og vinnuni.


- Vit skulu stimbra meira íverksetan og útflutningsvinnur.


- Vit skulu útbyggja okkara universitet við altjóða útbúgvingum, so nógv fleiri - føroying og útlendingar - velja at lesa her.

Samstundis skulu vit seta fokus á fyrimunirnar, sum eru við at búgva og lata børn síni vaksa upp í Føroyum. Og við at reka vinnulív her. Teir eru nógvir, men alt ov sjáldan at hoyra, eitt nú: Ongin ognarskattur, lágur partafelagsskattur, sera lítil kriminalitetur, rein náttúra og ovurstórt náttúrutilfeingi at býta okkara millum.

Átøkini omanfyri eru neyðug, til tess at fáa tey mongu, og ikki minst kvinnurnar, at siga: Eg velji Føroyar!

Bjørt Samuelsen


Tingkvinna fyri Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.