Tað er eitt fyrimyndarliga gott tilboð at fáa í boði, at børnini kunnu vera ansaði í barnagarði frá kl. 06.15 til kl. 17.00. Ella er tað?
Herfyri viðgjørdi Sands Kommuna, ítøkiliga ætlan um at lata barnagarðin upp klokkan 6.15 á morgni, fyri at taka ímóti børnum, hvørs foreldur skulu norð um fjørðin í arbeiðs- og skúlaørindum. At Sands Kommuna roynir at toyggja seg fyri sínum borgarum, er væl skilligt, men eg haldi at leikluturin hjá kommununi, ið hesum føri er sjúkuviðgerð, heldur enn skipan av nøktandi ansingartilboði. Sjúkuviðgerð sum valla bert ger seg galdandi í Sandoynni, ja kanska einaminst her um leiðir.
Dagføring av dagstovnalógini
Var sjálvur formaður í trivnaðarnevnd løgtingsins, tá fyrsta dagastovnalóg okkara varð evnað til. Ein av táttunum sum varð umrøddur, men ikki ásettur, var spurningurin um rættindi barnana til foreldur síni. T.v.s. at uppihaldið á stovni ikki kundi vera meira enn eitt ávíst tímatal um vikuna. Serliga vóru íslendsk viðurskifti, har foreldrini arbeiddu tiltikið nógv, umrødd. Breið semja var um at 40 tíma arbeiðsvika hevði sínar mannarættindaorsøkir, og lítið er at ivast í at 9 mánaðar gamli Óli, eigur í minsta lagi somu rættindi til foreldur síni. Tað sum ikki tóktist neyðugt tá, er eftir mínum tykki neyðugt nú. Vit eiga við lóg at áseta eitt hámark fyri barnagarðstíð hjá børnum okkara.
Er samfelagið fyri børn?
Eg ætli mær ikki at sáa iva um generella foreldraførleikan hjá okkum føroyingum, tí allarflestu føroyingar eru ógvuliga góðir og umsorganarfullir móti børnum sínum, men tíðarrákið setir okkum foreldur og tímatalvuna undir trýst. Veit ikki um tað eru vit foreldur, samfelagið ella pengavaldið sum eru orsøkin, men mínar eygleiðingar sum borgari og pápi siga mær, at (alt ov) nógv børn, eru (alt ov) lítið, veruliga saman við foreldrum sínum. Tykist sum vit royna at skapa familjuni eina tilveru, har foreldrini skulu kunna vera heimanífrá íalt einar 80-100 tímar um vikuna, uttan at tað skal ávirka okkara familjuviðurskifti og foreldraførleika!
Menn til húsa
Er sjálvandi ein provokerandi útsøgn, men er sett upp soleiðis tí ynski ikki er at kvinnurnar skulu av arbeiðsmarknaðinum aftur. Hinvegin kundu vit skipa arbeiðsmarknaðin liðiligari so foreldur íalt kanska arbeiddu einar 60-65 tímar um vikuna. Veit væl at trupult er at generalisera. Haldi heldur ikki at vit skulu geva samfelagnum, arbeiðsmarknaðinum alla ábyrgdina av trýstinum. Ein stóran part av ábyrgdini eiga vit sjálvi, við øllum okkara krøvum og ynskjum, men einki er í hesi verð sum sigur mær at tað ikki eru vit foreldur sum hava høvuðsábyrgdina av, hvussu vit velja at skipa okkara familjulív. At velja børnini í størri mun, er eisini eitt væl. Eitt væla væl.
Nei takk til 40++ tímar á dagstovni!
Ikki eitt øvuðgt orð um námsfrøðingar, sum uttan iva gera sítt besta at nøkta tørvin á tænastuni, men lítið er sum sannførur meg um at eitt tilboð um at fara út um dyrnar kl. 05.45 við smábørnum, er til barnsins besta. Vit eiga í størri mun at gera barnsins væl av okkum, til okkara væl av teimum!