Spurningar:
• Hava danskir myndugleikar (Ríkispolitiovastin/Løgmálaráðið) fylgt ásetingini í Rættargangslógini § 110, har ásett verður, at Ríkispolitiovastin fær sær til vega eina fráboðan (erklæring) frá Landfútanum í Føroyum, áðrenn innstillað verður til størv í føroyska løgregluliðnum hjá donsku løgregluni í Føroyum?
• Hava danskir myndugleikar (Ríkispolitiovastin/Løgmálaráðið) fylgt ásetingini í Rættargangslógini § 110, har ásett verður, at Ríkispolitiovastin fær sær til vega eina fráboðan (erklæring) frá Føroya landsstýri, áðrenn innstillað verður til størv í føroyska løgregluliðnum hjá donsku løgregluni í Føroyum?
• Um svarið er nei í øðrum førinum, soleiðis sum uppá hildið verður frá landsstýrisins síðu, hava danskir myndugleikar (Ríkispolitiovastin/Løgmálaráðið) tá brotið omanfyrinevndu grein (§ 110) í Rættargangslógini?
• Ríkispolitiovastin/Løgmálaráðið kenna til fulnar lóggávuverkið, hvør kann orsøkin tá vera til, at hesir myndugleikar tilvitað hava desavouerað føroysku myndugleikarnar í mun til lógarásetta rættin í §110 í Rættargangslógini?
• Vitsti Ríkisumboðsmaðurin danski í Føroyum um hesi viðurskiftini áðrenn tann dagin Annika Olsen svaraði einum munnligum fyrispurningi frá undirritaða á tingi hin 3. februar 2010?
• Hví hveppa danskir myndugleikar seg við at svara Anniku Olsen, landsstýrismanni og Høgna Hoydal, fólkatingsmanni, táið hesi hava sett fram relevantar spurningar í málinum, um hesa nú nógv umrøddu starvssetan?
• Kann tað hugsast, at danskir myndugleikar tilvitað hava brotið Rættargangslógina, tí at man ikki hevði roknað við eini reaktión, soleingi eitt sambands stjórnað landsstýri ráddi fyri borgum í Føroyum?
• Hvussu skal ein persónur vera fakliga skikkaður fyri at kunna gerast politiinspektørur í Føroyum?
• Hvussu gerst ein fakliga skikkaður til eitt starv sum hetta, er t.d. nøkur áseting ella siðvenja, sum treytar, at viðkomandi umvegis eftirútbúgvingar skal koma úr eini ávísari hierarkiskari plasering í løgregluni frammanundan?
• Hvussu nógvir føroyingar eru, sum er, skikkaðir til eitt starv sum politiinspektørur hjá donsku løgregluni í Føroyum?
• Hvør er hesin nýggi politiinspektørurin, Harra Peter Thaysen, sum tekur við starvinum týsdagin í næstu viku (23.02.10), kann Ríkisumboðsmaðurin geva okkum eina lívsgongdarlýsing honum viðvíkjandi (curriculum vitae)?
• Hvaðan og hvønn kunnleika hevur nýsetti politiinspektørurin til føroysk viðurskifti, hugsað verður um mál, mentan, fólkalív, samfelagsviðurskifti, lógir, kunngerðir, siðvenjur o.s.fr.?
• Hvørjum feløgum, felagsskapum og áhugafeløgum hevur nýsetti politiinspektørurin, Harra Peter Thaysen, verið limur í og hvørjum ditto er hann limur í?
• Eftir at føroyingar í áratíggju hava mannað hendan sessin sum politiinspektørur, skal tað so skiljast sum eitt tilvitað val frá danskari síðu, at ein dani nú verður settur í hetta starvið, og verður hetta siðvenjan frameftir?
• Hava nakrar samráðingar verið millum føroyskar
og danskar myndugleikar um hvussu sýslumansstørvini skulu skipast í framtíðini?
• Ætla danskir myndugleikar at lata málið um starvssetanina ganga umaftur, nú greitt er, at ovasti løgfrøðiligi myndugleikin í Danmark, Ríkispolitiovastin/Løgmálaráðið, hevur brotið Rættargangslógini í einum starvssetanarmáli í Føroyum. Brotið er sjálvandi treytað av, at landsstýrismaðurin, Annika Olsen, segði sannleikan í tinginum hin 3. februar 2010?
• Vitsti Danmarkar Drotning, Hennara Hátign Margrethe Onnur, um desavoueringina av føroyskum myndugleikum og um brotið, sum gjørt varð á Rættargangslógina í starvssetanarmálinum, áðrenn hon sum evsti setanarmyndugleiki setti Harra Peter Thaysen í starvið sum politiinspektørur í Føroyum?
Viðmerkingar:
Løgreglan í Føroyum er á donskum hondum, harvið hava danir ræðisrættin yvir henni. Eitt ítøkiligt dømi um postkolonialu støðuna Føroyar eru í, táið umræður ríkis- og fólkarættarlig viðurskifti. Løgreglan er ein av forðingunum, sum liggja ímillum heimastýrið og fullveldið.
Hóast hetta er áseting gjørd í Rættargangslógini, sum veitir føroyskum myndugleikum ávísar heimildir, táið størv skulu setast í løgregluliðnum.
Soleiðis stendur skrivað: “§ 110. Under rigspolitichefen henlægges særlig:
1) Fordeling og omflytning samt indstillinger om ansættelser og forfremmelser inden for Færøernes politikorps og politiets kontorpersonale. Forinden indstilling om ansættelse i politikorpset afgives, indhenter rigspolitichefen erklæring fra landfogden (politimesteren) og fra Færøernes landsstyre.”
Miðvikudagin 3. februar 2010 spurdi undirritaði Anniku Olsen, innlendismálaráðharra, um hesi viðurskifti á tingi, táið munnligir fyrispurningar vóru á skránni. Óvæntað svaraði hon, at føroyskir myndugleikar onki høvdu havt við málið at gera, men at hon hevði fingið einvegis fráboðan frá donskum myndugleikum um starvssetanina hin 29. januar 2010. Ongin konsultering, ongin ráførsla, onki samskifti yvirhøvur, fyrrenn Ríkispolitiovastin boðaði frá, at hann hevði sett Harra Peter Thaysen í starvið.
Nú varð spurningurin settur orsakað av tí, at ein dani varð settur, og ikki ein føroyingur, sum siðvenja annars hevur verið í áratíggju. Av góðum grundum vitsti eg onki um viðurskiftini, og vantandi samskiftið millum landsstýrið og danskar myndugleikar í málinum, fyrrenn svarað varð, og tí kann tað vera rein tilvild, at málið yvirhøvur gjørdist alment. Annika Olsen valdi at siga sannleikan, soleiðis sum hon kendi málið, og soleiðis sum ein landsstýrismaður skal agera í mun til lóggevandi valdið.
Síðani er málið farið stein av steini. Annika Olsen hevur spurt og skrivað, men danskir myndugleikar hirða henni ikki eitt rættiligt svar, svara so hissini fyri at vinna tíð og stundir, og Høgna Hoydal gongst ikki mikið betri á Danatingi.
Kanska umboðið hjá donsku maktini í Føroyum, Dan Michael Knudsen, ríkisumboðsmaður, veit at siga føroyingum frá, hví danir hava borið seg so sjaldsama merkiliga at í hesum máli.
Tað má haldast vera rímiligt og rætt, at umboð dana í Føroyum veit um øll viðurskifti landanna millum, og serliga um viðurskifti har donsk og føroysk áhugamál møtast, eitt nú í lóggávuni, sum í hesum førinum í Rættargangslógini, har føroyingar hava ásettan rætt, sum danir tilvitað hava gingið kring um í einum týðandi starvssetanarmáli.
Um Harra Peter Thaysen er rætti maðurin til starvið veit onkur, í hvussu er onkur sum starvast hjá donskum myndugleikum. Føroyingar fingu jú ongan kjans fyri at gera sínar metingar um mannin - um hann var skikkaður til eitt starv í Føroyum ella ikki. Nú er tað vorðið vanligt, táið týðandi størv verða sett, at viðkomandi sum settur er, upplýsir almenninginum hvør hansara ”samleiki” er.
Hvørji fíggjarlig engasjemang viðkomandi hevur verið og er partur av, og hvørjum felagsskapum og áhugafeløgum hann hevur verið og er partur av.
Hetta er vorðið eitt krav, táið landsstýrismenn verða settir, tað sama er galdandi fyri ráðharrar í Danmark, tí er tað ikki ov nógv at krevja, at hann, ið verður settur í eitt so týðandi starv sum hetta, at vera politiinspektørur í Føroyum, greiðir føroyingum frá, hvør ið hann er.
Hesin áhugi røkkur frá, um viðkomandi hevur verið ella er partaeigari í onkrum partafelag ella um hann hevur verið ella er tempulriddari í onkrum ordani, - sum vit kenna ella ikki kenna.
Av nógvum ymiskum orsøkum er tað av størsta áhuga hjá føroyingum, at Ríkisumboðsmaðurin svarar spurningunum omanfyri. Velur hann ikki at svara, kann orsøkin bara vera hon, at hann hevur eitthvørt at dylja og fjala fyri føroyingum vegna donsku maktina í Føroyum.