Og so var aftur samkoma uppi í Mentamálaráðnum í sambandi við miðnámsskúlan við Marknagil. Hesuferð var tað (aftur) ein byggiskrá fyri skuladepilin, sum varð handað landsstýriskvinnuni.
Vit sum hava fylgt málinum; til tíðir inni á miðlinjuni og nú úti á síðulinjuni, spyrja, hvussu nógv sjampanja skal opnast og pinnamatur etast, áðrenn spakin verður settur í.
Og hvussu ofta skal skúlin koma sum lógaruppskot í løgtingið, áðrenn farið verður undir byggingina?
Í novembur 2003 vóru vit komin longur við Skúladeplinum við Marknagil, enn vit eru komin nú. Tá hetta árið er runnið eru vit vónandi komin líka langt sum í 2003, altso 6 ár seinkað til onga nyttu, annað enn at vit nú eru komin í tíðarneyð. Og noyðast tí at skunda arbeiðið ígjøgnum við tí avleiðing, at neyðugt verður hesuferð at fara eftir útlendskari arbeiðsmegi at loysa uppgávuna.
Skúlin skal verða liðugur í 2014, sigur landssstýriskvinnan. Tað merkir, at tá projekteringin er liðug, so skulu vit brúka góðar 100 mió kr árliga til íløguna. Tað vóni eg, at konsensus er um í samgonguni, áðrenn slík lyfti verða givin til skúlaleiðslur, starvsfólk og næmingar. Og eg vóni, at samskifti um hetta projektið, sum er tað størsta í føroyskari skúlasøgu er betri enn samstarvið var um fíggjarlógina fyri 2009.
Uttan forfangiligheit vóru skúlarnir liðugt bygdir
Hevði Javnaðarflokkurin ikki forkomið miðnámsskúlanum við Marknagil, tá ið teir komu framat í 2004, so hevði skúlin verið liðugt bygdur! Og næmingar høvdu gingið har nú 3. árið á rað. Og hølistrupulleikarnir í Hoydølum og á Tekniska skúla í Tórshavn høvdu verið loystir.
Og hevði Javnaðarflokkurin ikki forkomið miðnámsskúlanum í Vági høvdu næmingar gingið har 5. árið á rað. Og skúlin hevði ligið á einum nógv betri stað, enn hann ger í Hovi.
Men har skuldi ongin skúli byggjast! Hvørki í Vági ella við Marknagil!
Tað vóru greiðu boðini frá Javnaðarflokkinum, so skjótt tey komu til valdið í 2004. Boðini vóru til tann táverandi mentamálaráðharran Jógvan á Lakjuni, sum lat sær hesi boð lynda: hann flutti annan skúla til Hovs, og droppaði miðnámsskúlan við Marknagil. Og so hevði Javnaðarflokkurin fingið sín vilja.
Arkitektar høvdu avleverað sítt arbeiði í 2003
Í Vági var hakin settur í. Og við Marknagil var klárt at seta spakan í! Alt løgtingið hevði samtykt ætlaninar báðar (eisini Javnaðarflokkurin!). Leiðslurnar á øllum trimum skúlunum, sum skuldu húsast við Marknagil, vóru samdar um at fara undir samstarvið! Arkitektar høvdu teknað skúlan sum eina byggilistarliga perlu, sum tók útgangstøði í landslagnum, útsýninum og ljósinum á staðnum, og tók støði í pedagogiskum grundarlagið, sum skuldi vera kveikjandi fyri umhvørvið og geva næmingum og lærarum íblástur.
Nýggj bygginevnd kemur til somu niðurstøðu
Nú er nýggj bygginevnd, sum hevur gjørt tað, sum hon varð biðin um. Men hon er komin til somu niðurstøðu, sum bygginevndin í 2003. Sambært portalinum 19. februar stendur, at bygginevndin er komin til ta niðurstøðu, at: “tað er greitt, at skúlin skal vera ein byggislistarlig perla, sum tekur útgangsstøði í landslagnum, útsýninum og ljósinum á staðnum, umframt at hann í síni tilevning skal vera kveikjandi og geva íblástur...” altso skulu vit byrja aftur har í 2009, sum vit byrjaðu í 2003.
tí initiativtakarin var Tjóðveldi
Umframt at alt forarbeiðið er gjørt, koma hesi projektini nú at kosta 150 mió kr meira enn um projektini, sum lógu klár í 2003 vóru fylgt. Men alt skuldi skrottast, tí initiativtakarin var Tjóðveldi. Alt skal gerast av nýggjum. Nýggj byggiskrá, sum kemur til somu niðurstøðu viðvíkjandi tørvs og funktiónslýsing.
Nú verður sagt, at onki ítøkiligt er komið á pappír, um hvussu skúlin skal síggja út. Nei sjálvandi er onki liðugt, um flokkurin aftur og aftur forkemur tí, sum verður gjørt.
Tá kontinuitetur er betur enn tað besta
Ímyndið tykkum, um vit vóru líka forfangilig. So høvdu vit eisini undir CHE samgonguni forkomið Miðnámsskúlanum í Hovi, tí Javnaðarflokkurin átti tað initiativið.. Men tað gjørdu vit ikki, vit bygdu víðari í Hovi, har ABC slepti. Hví? Tí viðhvørt noyðist tú at byggja á herðarnar á teimum, sum undan fara. Òansæð hvat tú heldur um avrikið hjá undanfólkunum.
Kontinuitetur ella framhald er viðhvørt betri enn tað besta. Soleiðis var í Hovi. Vit halda og hildu, at skúlin hevði ligið best í Vági. Men tá ið Javnaðarflokkurin megnaði at forkoma tí projektinum, meðan vit sótu í andstøðu, so valdu vit at liva við tí, tá vit aftur komu í samgongu, tí har vendist ikki aftur.
150 mió kr út gjøgnum vindeygað áttu at tala til samvitskuna
Í 2003 var væntandi, at skúlin kom at kosta knappar 300 mió kr. nú sigur verklagslógin, at fíggjarkarmurin liggur um knappar 400 mió kr. Altso 100 milliónir krónur dýrari!
Og skúlin í Hovi kemur at kosta einar 50 mió kr meira, enn hann vildi gjørt, um hildið varð fram í Vági, sum byrjað var.
Bara hasi bæði projektini hava sostatt higartil kosta skattgjaldaranum 150 mió kr meira enn fysiska virðið í íløguni. Um hasar hálvtannaðhundrað milliónirnar ikki tala til samvitskuna hjá Javnaðarflokkinum, sum nú vegna sparingar er við til at leggja stovnar niður, steingja deildir og senda fólk til hús, so sigi eg onki.
Annita á Fríðriksmørk