Og so fekk hon tað at ljóða sum um, at tað bara var talan um eitt til tvey lesandi, sum vórðu rakt, - so nøkur heilt fá afturat, segði hon.
Men hetta samsvarar ikki við tað, sum landsstýriskvinnan sjálv upplýsti fyri løgtinginum í oktober í fjør. Tá segði hon, at talan varð um eini 30 næmingar, sum vórðu raktir av skerjingini. Hetta sæst í uppskotinum um skerjing av ÙSUN, sum hon legði fyri løgtingi í fjørheyst, har hon sigur, at: At minka studningin til skúlagjald úr kr. 120.000 um árið fer helst at raka einar 30 næmingar av teimum um 160, sum eru í ÚSUN skipanini.
Tvs, at talan er um eini 15 til 20 % av teimum lesandi, sum verða rakt av skerjingini. Um landsstýriskvinnan heldur, at 15 til 20% eru so øgiliga fá, veit eg ikki, men talan er serliga um ÚSUN lesandi, sum lesa aðrastaðni enn í Englandi, og um tey, sum høvdu ætlanir um at taka master ella kanditat útbúgvingina uttanfyri Norðurlond.
Og talan er um 30 lesandi, sum fóru undir lesnaðin við teirri trúgv at ÙSUN rindaði skúlagjaldið fult og heilt, tí tað var tað, tey fingu at vita, táið tey byrjaðu lesnaðin. Eisini er tað óheppið, at samgongulimirnir allir atkvøddu ímóti uppskotinum um, at tey sum longu vóru farin undir lesnaðin skuldu sleppa undan skerjingini.
Vónandi kemur vend í aftur, so útbúgvingarpolitikkur okkara framyvir verður merktur av visjónum, heldur enn miðleysum sparingum og illvilja ímóti øllum teimum frambrotum, sum fullveldissamgongan kom við á sinni.
Annita á Fríðriksmørk