Fyri tey flestu er 14. september ein dagseting sum allar aðrar, ein markaður sólarringur ímillum allar hinar dagarnar í árinum. Í Føroyum hevur dagurin tó fingið eina djúpari dimensión enn tað at vera javnbjóðis partur í eini kalendarakonstruktión, sum heldur skil á gerandisdegi okkara í sólskipanini. Ein at kalla mýtologiskan týdning, tí fólksins vilji varð kollrendur í valdsspælinum ímillum sterkari og veikari partar í einum imperium. Søguligur barnalærdómur átti tað at verið, at hendan dagin, fyri 66 árum síðan, varð einasta fólkaatkvøðan um stjórnarskipanarviðurskifti tjóðarinnar hildin, har avgerðin skuldi takast, annaðhvørt vit ætlaðu at standa á egnum beinum sum fólk, ella um vit framhaldandi vildu liggja undir skjúrtufaldinum á øðrum landi. Úrslitið var greitt, fólkið hevði valt at skipa sína egnu og tjóðarinnar framtíð. Tað, sum hevur verið rópt loysingin, var við yvirlutan hin 14. september í 1946.
Hóast fá liva eftir av teimum, sum tóku lut í hesi fólkaatkvøðu, og mong eftir síðan onki hava fingið at vita um hesa hending, í okkara søguleysu skúlum, so fáa vit ikki runnið undan tí veruleika, at hesin dagurin framhaldandi stendur sum súmbolið fyri tann megindrátt í politisku skipan landsins, ið snýr seg um tjóðarinnar støðu í heiminum. Sambands- og javnaðarmenn settu fólkaatkvøðuna í verk við eini løgtingssamtykt hin 10. mai hetta árið, hin tá so magnfulli Fólkaflokkurin hoknaði fyri trýstinum og ein av stóru flokkunum á Løgtingi í dag, Tjóðveldisflokkurin, varð stovnaður í kjalarslóðini av tí fløktu støðu sum kom í, tá danir rullaðu við vøddunum á politisku yvirarmunum, við góðari hjálp frá føroyskum undanstøkkingum, ið vórðu tiknir við brókunum um øklarnar, komnir í rasshaft av síni egnu politisku feilvurdering. At undirmeta fólksins vilja kann vera ein bági fyri tín egna vilja, og í hesum førinum mátti hjálp fáast á Amalienborg slátrinum fyri at steðga føroyska nationalstatinum in spe.
66 ár seinri er at kalla onki broytt. Føroyar eru framvegis eitt danskt hjáland og framhaldandi brúka vit ein stóran part av politisku orkuni – alt ov nógva megi - til at stríðast um, hvør politiska konstruktiónin skal vera um tjóð okkara. At eitt land, sum er betri skilmarkað og eyðmerkt sum sjálvstøðug tjóð enn flestu onnur lond, í 2012 brúkar dastið av politisku orkuni til at berjast um mest sjálvsagda spurningin av øllum, er ein veikleiki, sum forplantar seg niður ígjøgnum allar liðirnar í samfelagsskipanina. Hartil er stríðið flutt av gøtuni – frá fólkinum – inn í eina fullkomna naggatódn á tingi, sum ikki slepst burturúr aftur, tí har hava ymisku áhugamálini skákað hvørt annað síðani Fólkaatkvøðuna. Yvirskipaði spurningurin hjá øllum tjóðum er endaður sum ein javnbjóðis partur í kringekjuni ímillum so mangar aðrar undirskipaðar træðrir í tí, sum knýtir eitt samfelag saman. Tí hevur eitt løgtingsval lítið og onki við tað at gera, um vit vilja loysing ella samband. Kortini brúkar okkara eiti av einum parlamenti stóran part av megi sínari til at trætast um hvør leiðin er rættast at halda, status quo og danskt vald ella tjóðarfrælsi.
Orðið loysing hoyrist tíðum. Helst rekst tað frá danska orðinum “løsrivelse”, ið danir, og teir sum skoraðu undir fólkaatkvøðuna á tingi, settu fram sum alternativið til framhaldandi danskt vald í Føroyum. Um hetta tómliga orðið er valt við beráddum huga er ikki til at vita, men ofta hevur verið kastað loysingarmonnum fyri, at loysingin skuldi vera eitt endamál í sær sjálvum. Lætt var tá at mana ræðumyndir fram um lívskorini hinumegin kvettið, - menniskjans natúra er nú einaferð soleiðis skipað, at tað “bestående” í flestu førum er lættasta valið her í lívinum.
Hóast eg ikki longur eri partur av tí politisku skipanini, so er mín observansur sum borgari ikki viknaður í politiska tjóðskaparspurninginum. Og í mínum hugaheimi snýr loysingin seg um samband. Samband við allan heimin, har føroyska tjóðin, í konstruktiónini sum nationalstatur, er javnbjóðis leikari á altjóða pallinum, sum tekur fulla og treytaleysa ábyrgd av sær sjálvum og sum hevur javnbjóðis rættindi í øllum samskifti við onnur lond.
Loysingin er ikki eitt endamál í sjálvum sær, men eitt neyðugt amboð til tess at tryggja føroysku tjóðina. At framtíðartryggja hana. Nationalstaturin er lutfalsliga ungur sum fenomen, og higartil hevur ongin funnið upp ein frægari bygnað, til at skipa viðurskiftini bæði frá og inn í eina tjóð. Í heimspolitikkinum er nationalstaturin framvegis meginbulurin, tú fært ikki agerað yvirhøvur, hevur tú ikki megnað takið, at skipa teg sum ein slíkan, og argumentatiónin, sum ofta hoyrist, at hetta fyribrigdið er víkjandi sum politisk skilmarking, er ikki røtt. Statir taka seg saman um samstarv, um felags áhugamál, eitt nú flestu europeisku londini í ES-samveldinum, men har eru tað bara nationalstatir, sum í ávísum førum lata frá sær partar av egnum suvereniteti til felagsstjórnan, har áhugamálini eru samanfallandi.
Vit fáa ikki verið partur í slíkum millumtjóða konstruktiónum, tí vit hava ongan suverenitet, hava ongan suverenitet at luta burturav, - hann liggur fjaldur í donskum stjórnarstovum í Keypmannahavn. Og, - annaðhvørt verður hann liggjandi í tí fremmanda umhvørvinum ella flyta vit deponeraða fullveldið aftur til Tórshavnar. Flyta skeytið til føroyska matrikkulin úr donsku høvuðsborgini til høvuðsborg Føroya. Hetta er ein spurningur sum má avgreiðast, og ongantíð hevur tað verið sjónligari enn nú, at teir, sum liggja omaná føroyska fullveldinum, hava heilt onnur og andsagnarlig áhugamál á politiska leikpallinum enn vit sjálvi. Makrelmálið er bara eitt av mongum. Heimastýrið er ein vaksandi trupulleiki úteftir, og inneftir hevur tað síðani skipanina í 1948 verið ein vanlagna, - á sama hátt sum danska amtstíðin fyri tað.
Danskt heimastýri í Føroyum er tað sama sum demokratiskt undirskot í Føroyum. Vit ráða ikki fyri dømandi valdinum og bara fyri pørtum av lóggevandi og útinnandi valdinum. Av beiskum royndum hevur sjálvt løgmaður, formaður Sambandsins, funnið útav, at hetta darvar og forðar okkum í allari altjóða menning. At økonomiski pýromanurin í Fíggjarmálaráðnum frá 2004-2007 nú er farin at meina nakað annað, er bara ein liður í spælinum um valdið í hesum vónleysa íhaldna flokki. Politiska støðan hjá Føroyum er lítið skilagóð sum er, ongin rationel ella logisk argumentatión finst fyri, at vit framhaldandi skulu halta fram á leið sum hjáland hjá øðrum landi við avmarkaðum rættindum.
Einasti kordelurin, ið er eftir í tognum, sum nú hongur eftir ímillum Føroyar og Danmark, er búskaparliga ræðumyndin, sum aftur er tengd at ríkisveitingini, sum við árunum er farin at líkjast alt meira einum viðfáningi í heildarmyndini. Hetta vita teir sum halda krampafast um verandi støðu, og tí gjørdi Sambandsflokkurin av berari og blektaðari neyð ein størri danskan blokk til tema í valstríðnum seinasta heyst. Og maðurin sum orkestreraði hetta tema mátti seinri sanna, at sjálvt danir kveistraðu hesa lítið mansligu støðu burtur har sum piparið grør.
Búskaparliga tryggingin undir føroysku Republikkini liggur innanvert 200-fjórðinga fiskimarkið, undir havbotninum og í vilja, høvdi og hondum fólksins. Í Keypmannahavn ber bara til búskaparliga at tryggja eitt danskt heimastýri í Føroyum. Tí er hetta framvegis ein spurningur, og verður framhaldandi ein spurningur, so leingi hann er óloystur, - um vit vilja standa uppi við egnari megi, ella vit frameftir skulu liggja eyðmýktir slevandi fram eftir rommum, sum illa vandur heimaseyður, við grindir teirra, ið ráða fyri okkum í flestu lutum.
Júst í dag eru 66 ár farin síðani føroyingar valdu at skipa sína egnu tjóð í sínum egna nationalstati. Stundin er komin til at gera bart. At skipa okkum úr politiskari armóð í eina viðurkenda altjóða politiska sferu, sum eyðvitað fer at menna okkum sum fólk, og sum land, á øllum mótum. Hvør skuldi verið betri skikkaður til at tikið ábyrgdina av sær sjálvum enn ein sjálvur?
Tórbjørn Jacobsen