Ein serstøk tøkk til tykkum 449 kring allar Føroyar - á Argjum, Eiði, Fossanesi,Fuglafirði, Fámjin, Giljanesi, Gøtugjógv, Hvalba, Hvalvík, Hósvík, Kaldbak,Klaksvík, Kollafirði, Kvívík, Leirvík, Mikladali, Nólsoy, Oyndarfirði, Oyrabakka, Runavík, Sandi, Skopun, Skála, Strondum, Sørvági, Tjørnuvík, Toftum, Tórshavn,
Velbastað, Vestmanna og í Vági - ið valdu at stuðla mær persónliga.
Eri ómetaliga takksom fyri henda stuðulin, og fari – saman við tingmanningini og Tjóðveldi sum heild - at gera mítt besta fyri at nýta hetta álit til at fáa Føroyar framá.
Okkara flokkur fekk afturgongd hesuferð, og fara vit at eftirmeta, læra og mennast av hesum. Tað er í mótgongd, at tú vísir tína styrki, og tað fara vit eisini at vísa í verki komandi árini.
Við tjóðveldiskvøðu,
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna