Lýsing

Anfinn í Toft

Eg eiti Anfinn í Toft og eg stilli upp fyri Tjóðveldi.
Eg eri giftur Duritu og saman eiga vit synirnir Rana og Alva.

Og vit búgva í Klaksvík.

Her havi eg havi slitið mínar barnaskógvar …
Her gekk eg í skúla.
Her egndi eg mínar fyrstu stampar.
Her fekk eg mín fyrsta kjans til skips.
Her havi eg arbeitt sum húsasmiður.
Her starvist eg nú sum byggifrøðingur.

Eg eri góður við mín heimstað.
Og eg elski mítt land.
Men hjarta brennur fyri Føroyum.
Saman skulu vit byggja vit eina framtíð her.
Føroyingum at frama.

Vit búgva í møguleikans landi.
Í havinum er eitt markleyst ríkidømi.
Og í føroyskum jørðildi eru góð gróðrarlíkindi.

Vit skulu virka bæði á sjógvi og á landi.
Vit menna føroyska framleiðslu.
Úr útheiminum skulu ikki innflyta meiri en hægst neyðugt.
Vit skulu vera sjálvbjargin.
Vit skulu gera okkara egnu væl virkandi tænastuskipanir.
Vit skulu finna ódýrar loysnir innan sálarhjálp og almenna fyrisiting.
Vit skulu hugsa burðardygt og vera umhvørvisvinarlig.
Vit skulu steðga matoysli og dálking.
Vit skulu hugsa um framtíðina og komandi ættarlið.
Vit skulu sjálv brúka meira tíð saman við børnunum og teimum gomlu.
Vit skulu skúla fólkið í okkara landi.
Vit mugu tippa lønargjónna sum er millum handaligt og andaligt arbeiði.

Politikkur er eitt samhaldsfast samfelag.
Politikkur er virðingin fyri tí einstaka.
Politikkur eru tey ungum og tey aldrandi.
Politikkur er kjarnufamiljan.

Politikkur er heilsan hjá føroyinginum.
Politikkur er mentanin her á landi.
Politikkur er eitt blómandi vinnulív.
Politkkur er lívið á bygd og í bý.
Politkkkur er handil og semjur millum frælsar tjóðir.

Lat okkum nú vísa í verki, hvussu væl vit duga at umsita tann kæra og dýramikla matrikkul á heimskortinum, sum ber navnið Føroyar.

Hava vit nógv at læra av heiminum, so hevur hevur heimurin eisini nógv at læra av okkum føroyingum!