Lýsing

Trygg leiðsla og 0% frávera í 11 ár!

Síðani eg gavst sum borgarstjóri á Sandi, havi eg havt tingarbeiðið sum yrki burturav. Skal tingarbeiðið útinnast til fulnar, er einki at ivast í, at tað krevur heilan huga.

Síðstu fýra árini sum løgtingsformaður hava verið ómetaliga spennandi og krevjandi arbeiði.

Javna støðan millum andstøðu og samgongu hevur ávirkað stevið í tingarbeiðinum. Og tað hevur javnan kravt eina sjónliga og avgjørda leiðslu frá mínari síðu.

Eg veit, at mín leiðsla av Tinginum meira enn einaferð hevur bjargað samgonguni. Og harvið politikkinum og virkisførinum.

Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto

Men sum liðleikari, á einum stundum haltandi liði, havi eg kent tað sum mína uppgávu at fáa samgonguskútuna í havn, tá harðast hevur leikað á.

Samstundis meti eg meg hava tryggjað andstøðuni grundleggjandi rættindi teirra, so fólkaræðisliga vágskálin vigar væl.

Nógv arbeiði er lagt í at menna førleikan hjá tingfólki við uppskúling og fakligum evnisdøgum.

Tinghúsið, sum var ógvuliga niðurslitið, er umvælt, og uttanumøkið er hampað.

Starvsfólkini í Tinginum hava fingið betri arbeiðsumstøður, nú tøknin er dagførd og munandi bøtt. Starvsfólkini eru dugnalig og gera eitt fyrimyndarliga gott fakligt arbeiði.

Tingvarpið hevur fingið nýtt snið, við munandi betri upplýsingum til borgaran. Vit hava eisini sett í verk eina royndarskipan við tingútvarpi í samstarvi við privatan veitara.

Harafturat er ein nýggj og tíðarhóskandi heimasíða í gerð. Hon verður liðug fyrsta dagin.

Samanumtikið er Løgtingið eitt munandi betri arbeiðspláss í dag.

Vónin er sjálvsagt, at borgarin sær og fær gagn av miðvísa arbeiðinum, eg havi útint sum løgtingsformaður.

Starvsins natúr setir avmarkingar fyri politiska kjakmøguleikanum hjá løgtingsformanninum í Tinginum og í almenna rúminum, men latið ongan iva vera um, at í mínum barmi býr eitt brennandi politiskt hjarta, sum hevur havt stóra ávirkan á, hvørji mál hava vunnið frama hesi síðstu fýra árini.

Eg eri serstakliga takksamur fyri møguleikan at stjórna landsins Tingi. Størri heiður finst ikki í føroyska fólkaræðinum.

Eg bjóði meg fram aftur á valinum sum stendur fyri durum.

Støðufesti, trygg leiðsla og evnini at fremja politikk í verki eru eyðkenni, sum fylgja mær, hvør politiska leiðin so er.

Tú er vælkomin at stuðla mær á leiðini. Tú veit, hvat tú fær við mær.

 

Páll á Reynatúgvu,
løgtingsformaður og valevni fyri Tjóðveldi

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad