Lýsing

Eg dugi ikki at spæla sjónleik…

Hóast eg, sum ungur, royndi meg sum sjónleikara í leikinum Gylta liðið og eisini havi verið á palli saman við Jákupi Veyhe til føstuskemt á Sandi, so má eg siga, sum er: Eg dugi ikki at spæla sjónleik.

Og tað er ein rættiliga stórur bági, nú valstríðið er vorðið ein samanrunnin partur við undirhaldsídnaðin.

Tí vandin er, at vit fáa Løgtingið sett av sjónleikarum, sum spæla sín leik, men sum vanta evnini at stjórna, avrika og arbeiða.

Gevið fólkinum sjónleik, segði rómverski yrkjarin, Juvenal, sipandi til, at lívið ikki einans hevði verkligar dygdir.

Men spyr tú meg, so tykist dagsins valstríð heilt at hava gloymt verkligu dygdirnar, og er í alt ov stóran mun ein spurningur um at duga at spæla sjónleik. Tíanverri mangt bendir á at bestu sjónleikarnarnir vinna fólksins undirtøku.

Mínar polittisku royndir í yvir 20 ár, siga mær somikið, at mangan er langt millum sjónleikin og politiska veruleikan, og uppaftur longri millum sjónleikin og ábyrgdarkensluna.

Valið er títt, góði veljari! Eg dugi sum sagt ikki at spæla sjónleik, men eg dugi at stjórna við ábyrgd og fremja politikk í verki.

Tað er tað tú fær, saman við mær!

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad