Orkar tú?
Tá vit í nevndini í SEV í 2008 umrøddu nýggja kós fyri kommunala felagsskapin, og settu okkum bjørt mál um varandi orkuna, vónaðu vit, at landið fór at taka miðvísa politikkin til sín. Og landið tók orðaða politikkin til sín – á skrift.
Lítið ítøkiligt av týdningi er tó hent farnu 10 árini. SEV hevur sambært umsóknini frá undirritaða, sum táverandi nevndarformanni, bygt vindmyllulundina í Húsahaga, og helst er tað eisini ein lítil sigur, at vit onkursvegna hava megnað at varðveitt SEV í verandi líki, hóast hart hevur leikað á til tíðir.
Tíbetur eru nakrar vindmylluverkætlanir á veg, so vit fáa økt partin av varandi orku nakað, eisini er sólorkuætlanin í Sumba spennandi.
Tørvur er tó á munandi størri ambitionum á økinum, skulu vit fullfíggja setningin um 100% varandi orkuframleiðslu í 2030, og liva upp til bjørtu málini um minking av veðurlagsgassum, sambært altjóða avtalum.
Rætta kósin er undir øllum umstøðum at tryggja at netfelagið verður verandi ogn hjá kommununum, og framleiðslan í stóran mun eisini.
At tað almenna og SEV, lata upp, og loyva ávísari privatari framleiðslu er rætt. Ikki minst havandi í huga áhugan og drívmegina hjá privatum entreprenørum og filantropum á økinum.
At leggja um til varandi orku er eftir mínum tykki ein tann størsta kollveltingin, sum heimurin allur noyðist at fyrihalda seg til yvirhøvur. Í øllum føri síðani ídnaðarkollveltingina. Eitt siðaskifti, sum noyðir okkum øll at hugsa og virka á somu kós.
Fíggjarliga avbjóðingin er stór, og vit kunnu ikki rokna við, at orkubyrðan verður lættari í komandi tíðum. Tí mugu bæði land og kommunur hjálpa til við umleggingini.
Vit eiga at seta orkuframleiðslukrøv til alla nýbygging, og samstundis stuðla ikki dálkandi hitaloysnum. Rímiligt býti er 50% til brúkaran. 25 % til kommununa, og 25% til landið. Vit eiga at stuðla útskifting av verandi oljudrivnu ketlum við uppaftur meira, havandi í huga afurgjaldingartíðina, í mun til lívsaldurin á bæði húsum og fólkum.
Vit orka væl at umleggja okkara orkunýtslu, men tað er alt avgerandi, at land og kommunur geva okkara borgarum neyðuga fíggjarligu gularótina. Tí vit hava í veruleikanum onki val.
Dagliga fáa vit økta vitan um okkara orkunýtslu, og avleiðingin av henni gongur móti náttúrunnar mørkum.
Vit hava sum politisk skipan, og sum einstaklingar, skyldu til at tryggja okkara børnum eina framtíð, sum er minst eins livilig og okkar samtíð.
Vit noyðast at orka.