Lýsing

Gudny Vang

Eg eiti Gudny Vang. Eg eri 48 ára gomul og búgvi í Fuglafirði saman við manni mínum Palli Vang og yngstu dóttur okkara, Katrina, sum er 19 ára gomul. Vit eiga 3 børn. Nina, ið býr í Keypmannahavn við manni og 3 børnum, og Sigmundur, ið býr í Ålborg við konu og 3 børnum.

 

Eg eri úr Oyndarfirði, elst av 4 systkjum. Eg gekk í skúla í Oyndarfirði, til eg fór út á Strendur at ganga framhaldsdeild. HF-prógvi er tikið á Kambsdali, men eg fekk eisini loyvi at uppliva fyrra árið í Gøtugjógv.

Eg eri útbúgvin matvøruverkfrøðingur frá Landboháskúlanum í Keypmannahavn, og havi arbeitt í ali- og fiskivinnuni síðani 2001.

 

Mítt størsta politiska áhugamálið eru einar sjálvstøðugar Føroyar fyri okkum øll.

Eg brenni fyri umhvørvinum. Eg brenni eisini fyri einum sterkum vinnulívið, sum fær tryggar karmar at arbeiða undir. Eg ynski at vísa á at vinnulív og umhvørvi eru ikki mótsetningar, men samantvinnaði, just sum vinnulívið og almennu Føroyar eru.

Til løgtingsvalið hesuferð ynski eg at varpa ljós á bústaðaravbjóðingar, á føroyska málið og á vælferðarsamfelagið sum heild, sum er undir pressi.

Álit og samstarv eru lykaorðini í mínum gerandisdegi, sum eg beri við mær í øllum eg takist við.

 

Um meg sjálva:

 

Fødd: 11.08.1974

 

Foreldur: Hervør og Sigmund Rasmussen

 

Hjúnafelagi: Palli Vang

 

Børn: Nina Mikkelsen, Sigmundur og Katrina Vang

 

Útbúgving: Matvøruverkfrøðingur frá Landboháskúlanum í Keypmannahavn

 

Yrki: Serligur Ráðgevi hjá Bakkafrost

 

Álitisstørv:

Býráðslimur í Fuglafjarðar Kommunu frá 2020

Limur í Vinnu- og Havnanevndini

Limur í Mentanarnevndini

Skúlastýrislimur í Fuglafjarðar Skúla frá 2013 til 2019

Fyrstu 4 árini sum forkvinna í Skúlastýrinum

 

Styrislimur í Vinnuframa frá 2017

Nevndarlimur í iNOVA frá 2017

Nevndarlimur í Fiskaaling frá 2014 til 2017

 

Heimstaður: Mirmansvegur 18, 530 Fuglafjørður

 

Fartelefon: 283860

 

Email: gudny@frigg.fo