Lýsing

Beinta fingið svar uppá fyrispurning um háskúlar

Svar upp á fyrispurning um háskúlar, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og
mentamálum, Jenisi av Rana

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at virksemi á háskúlunum kring landið
kann halda fram eftir støðuna við korona?

2. Fer landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at fáa eina eykajáttan til háskúlavirksemi ella á annan
hátt at hjálpa háskúlum fíggjarliga eftir, at virksemi er darvað av koronastøðuni?

3. Nær fara háskúlarnir at fáa kunning um, nær og hvussu tey kunnu byrja virksemi aftur.

Svar
Til 1: Landsstýrismaðurin ásannar, at støðan hjá háskúlunum hevur verið trupul í hesum
koronatíðum, tí virksemi í skúlunum er avmarkað. Tað merkir, at skúlarnir ikki fáa tær inntøkur,
sum skulu til at fíggja raksturin.

Leggjast kann afturat, at sama er galdandi fyri húsarhaldsskúlan.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur fingið eina statusfrágreiðing frá Undirvísingarstýrinum, sum
hevur um hendi samskiftið við háskúlarnar og húsarhaldsskúlan. Í frágreiðingini er mett, at
háskúlarnir og húsarhaldsskúlin tilsamans hava ein inntøkumiss á áleið 700 tús. kr. orsakað av
støðuni við korona.

Arbeitt verður við at veita skúlunum fíggjarligan stuðul, í tann mun tað verður mett neyðugt.
Væntandi verður hetta sum partur av eini komandi eykajáttan, ið eisini fer at fevna um onnur
ábyrgdarøki hjá landsstýrismanninum.

Til 2: Sum nevnt í svarinum til fyrsta spurning, verður arbeitt við at finna skúlunum fíggjarligan
styrk. Leggjast kann afturat, at fyri at hjálpa uppá trupulleikan við likviditetinum hjá skúlunum, er avgerð
tikin um at framskunda útgjaldið av einum parti av rakstrarstuðlinum, um tørvur er á tí. Mett verður
annars leypandi um støðu skúlanna.

Til 3: Landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst, at flestu skúlarnir eru farnir í gongd við at
fyrireika, at virksemið so smátt kann byrja aftur. Men talan er um styttri skeið, og dentur verður
lagdur á at skipa hetta á bestan hátt í mun til smittubreiðslu.

Tað nógva virksemi og tey stóru skeiðini hjá skúlunum fara tó neyvan í gongd aftur fyrr enn eftir
summarfrítíðina, treytað av støðuni við korona.

Vinarliga
Jenis av Rana
landsstýrismaður

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad