Lýsing

Føroyskt fyrst og fremst

Hugsi tykkum um vit framvegis skuldu tosa danskt í skúlanum, í kirkjuni – ja í gerðandisdegnum. So høvdu vit als ikki hava eitt móðurmál í dag. So høvdu vit tosað danskt við einari ella aðrari føroyskari dialekt.

Men nú ætlar samgongan at bakka, og lata okkum tosa danskt í rættinum. Ja, tað gera vit longu, sum er, men er tíðin ikki búgvin, so føroyskt verður rættarmál?

Allir føroyingar skilja danskt, tí vit læra tað í skúlanum. Ja, tað kann væl vera. Men tað er kortini munur á, um tað er móðurmálið ella eitt fremmandamál, ið tú tosar í rættinum.

Ein føroyskur skipari, sum sigur, at hann dróg svart, verður hann so skuldsettur fyri hvítvasking?

Í ár eru 80 ár liðin síðani føroyskt gjørdist kirkjumál, 81 ár síðani føroyskt gjørdist skúlamál.

Nú ætlar meirlutin í Løgtinginum endaliga at staðfesta, at danskt skal vera málið í rættinum. Og trúgv mær, tann ásetingin verður trupul at broyta.

Alt hetta uppskotið krøkir okkum meira og meira uppí danska samfelagið.

Samgongan ætlar nú eisini at staðfesta, at ein føroyskur landsstýrismaður skal dømast í Danmark, um mett verður, at hann brýtur lógina.

Hugsi tykkum, at ein landsstýrismaður, sum røkir føroysk áhugamál, sum í ávísum førum ganga ímóti donskum áhugamálum – ja, hann skal dømast av dønum í einari danskari rættarskipan eftir einari danskari lóg.

Hetta er rættuliga aktuelt nú so nógv stríð hevur tikið seg upp á uttanríkispolitiska økinum. Skulu føroyskir politikarar røkja føroysk áhugamál ella donsk áhugamál.

Eg fari at heita á samgonguna um at hugsa seg um, tí tit eru á vandakós við hesum uppskotinum.

Hetta er eitt uppskot, sum danskir politikarar hava gjørt til danska samfelagið, tí tey sjálvandi røkja áhugamálini hjá donsku veljarinum.

Vit eru vald av føroysku veljarunum at verja áhugamálini hjá føroyingum, og verður hetta uppskotið samtykt, so svíkur tingið føroyska veljaran.

Við formansins loyvi, so fari eg at endurgeva úr yrkingini hjá Poul F. um  deyða Magnus Heinasonar.

“Dyntil er oman høvdið, bert dani í eygsjón er”

 Beinta Løwe

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X