Um Tjóðveldi

Tjóðveldi merkir fólkaræði: At tjóðin – fólkið í landinum – hevur valdið.

Tjóðveldi er ein hugsjón, ein rørsla og ein politiskur flokkur, sum stríðist fyri at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt og frælst land í heiminum við fólkaræði og javnrættindum fyri alt fólkið í Føroyum.

Millum tey politisku hjartamálini hjá Tjóðveldi eru: Altjóða samstarv, sjálvberandi búskapur, frælst vinnulív, eitt samhaldsfast og sosialt rættvíst samfelag, sterk mentan og samleiki, útbúgving fyri øll, burðardygg umsiting av tilfeinginum, økismenning fyri alt landið – og rættartrygd hjá hvørjum einstøkum menniskja.

 

Søgan

Fundur á VaglinumTjóðveldisflokkurin varð stovnaður 22. og 23. mai 1948, beint eftir at heimastýrislógin varð sett í gildi fyri Føroyar, hóast føroyska fólkið á fólkaatkvøðu 14. September 1946 hevði sagt nei til heimastýri og ja til loysing. Føroyska fólkið hevur sostatt ongantíð samtykt ta skipan, ið vit liva undir í dag, og hevur ongantíð givið sín sjálvsavgerðarætt frá sær.

Flokkurin hevur síðani verið millum størstu flokkarnar á løgtingi og hevur sitið i skiftandi landsstýrum. Tjóðveldi hevur støðugt gingið undan við sínum hjartamálum, sum hava fingið stóra mótstøðu í byrjanini. Men tá ið úrslitini eru rokkin, taka øll undir við teimum sum sjálvsøgd og sum tað, ið er okkum dýrmætast.

Millum málini, ið Tjóðveldi hevur staðið á odda fyri at fremja, eru hesi:

At føroysk tjóðin umboðar seg sjálva í altjóða samstarvi – í samráðingum við onnur lond, í ítrótti og mentan og altjóða felagsskapum á ymsum økjum.
At føroyska fiskimarkið varð flutt út – fyrst út á 12 fjórðingar og síðan á 200 fjórðingar.
At tryggja minstuløn og sosialar trygdarskipanir hjá fiskimonnum og verkafólki.
At tryggja ognarrættin hjá føroyingum til undirgrundina.
At skapa nýggjar vinnulívsmøguleikar kring alt landið.
At taka ábyrgdina av nýggjum økjum og minka blokkstuðulin úr Danmark burtur.
At byggja upp føroyskt skúlaverk, heilsuverk og almannaverk.
At allir borgarar hava javnrætt í Føroyum og at vit ikki senda okkara fólk av landinum.
At stovna Húsalánsgrunnin, so tað gjørdist gjørligt hjá vanligum fólki at seta búgv.
At menna hægri útbúgving og gransking í Føroyum.
At byggja upp føroyskar mentanarstovnar, søvn og stuðla listafólki.
At fáa føroyskt Útvarp og Sjónvarp.
At binda landið saman við vegum, brúm, tunlum og byrgingum.
At fáa føroyskt flogfelag.
At byggja út orkuframleiðsluna í Føroyum.
At fáa burðardygga stovnsrøkt.
At skipa náttúruvernd og lóggávu fyri umhvørvisvernd á sjógvi og landi.
At mótmæla hernaðarútbyggingini í Føroyum undir kalda krígnum, har avgerðir vórðu tiknar, uttan at Føroya fólk varð kunnað ella eftirspurt.
At betra um handilssambond Føroya um allan heim.
At fáa Føroyum sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum.
At Føroyar eru uttan fyri ES…. og mangt, mangt annað.