Lýsing

Tingmál

Óluva spyr um fiskivinnuna í Norðoyggjum

, November 8, 2018

Óluva spyr um fiskivinnuna í Norðoyggjum

Svar uppá fyrispurning frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, í løgtingsmáli viðvíkjandi fiskivinnuni í Norðoyggjum Fyrispurningurin var soljóðandi: Hvussu eru viðurskiftini sum heild hjá ymsu pørtunum í fiskiflotanum í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við? Hvussu hava inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini lagað seg? Hvussu er samtakið JFK/ Kósin/ Næraberg skipað? Er virksemið so nógv skert hjá hesum samtakinum, nú tey siga seg noydd at selja ein av trolarunum, ið royna í Barentshavinum, vegna fiskivinnunýskipanina? Hvussu nógv er virðið av tí útlutaða til Norðoyggjar í sambandi við lógina um sjófeingi (75%)? Hvussu kunnu útlitini hjá reiðaríum og fiskimonnum í økinum metast í komandi tíðum? Viðmerkingar: Nógv er sagt og nógv er skrivað um nýggju fiskivinnulóggávuna. Hvussu hon fór at virka, hvørjar avleiðingarnar fara at vera og hvussu ávirkanin longu sæst. Men hvussu sær veruleikin út handan fiskivinnuna í Norðoyggjum síðan henda samgongan tók við? Herfyri frættist, at verksmiðjutrolarin Sjúrðarberg (hvørs útgerðarmaður er Hanus Hansen) er seldur orsakað av fiskivinnunýskipanini.  “Tað er sjálvandi fiskivinnunýskipanin, sum vit hava sagt allatíð, fór at gera, at vit ikki kundu hava meira enn eitt skip í Barentshavinum” málber reiðarin hjá trolaranum seg (sitat Portalurin 23.07.2018) Tað er neyðugt at fáa greiðu á, hvør veruleikin er handan vinnuliga virksemið í fiskivinnuni á sjógvi sum á landi. Um viðurskiftini í einstøku fyritøkunum eru versnað, og somuleiðis um manningarviðurskiftini eru broytt. Endamálið við fiskivinnunýskipanini var at fáa greiða og gjøgnumskygda lóg, ið m.a. byggir á   stovnsrøkt og burðardygga veiði og vinnuliga nýskapan. Samstundis sum møguleikin at bjóða seg fram er stimbraður, eru atlit tikin at verandi vinnu. Løgtingslógin um fyrisiting av sjófeingi, sum hon varð samtykt, skuldi ikki forða vinnurekandi at halda fram við sínum virksemi, og teimum varð tí tryggjað virði væl oman fyri miðal seinastu 10 árini, samstundis sum fiskimanninum eisini vórðu tryggjað góð viðurskifti. Persónar og feløg, sum tóku lut í fiskiskapi í 2017 skuldu halda fram, tó við ymsum tillagingum. Og sama við feløgum, sum við gildiskomu lógarinnar ikki luku treytirnar um føroyskan ognarrætt, skuldu hesi fáa skiftistíð at laga seg til nýggju krøvini. Hóast fyrsta árið bert er hálvrunnið, er tíðin búgvin at fáa tey fyrstu tølini, hvussu viðurskiftini kring nýggju lóggávuna hava roynst. Og hóast spáað varð, at Klaksvíkar kommunua fór at hava mikið lakari úrslit, eini 70 milliónir færri í kassanum við nýggju skipanini, so vísa fyrstu tølini tað øvuta, nevniliga at kommunan fyrra hálvár í 2018 hevur ein vøkstur upp á 3,6 %.   Svar: Til nr. 1. Viðurskiftini sum heild hjá ymsu pørtunum í fiskivinnuni í Norðoyggjum eru munandi batnað seinastu árini, síðan hendan samgongan tók við. Til tess at lýsa hetta, eru í talvu 1 nøkur tøl frá Hagstovuni, sum lýsa, hvussu nógvir løntakarar eru í Norðoyggjum í ávikavist fiskivinnu og fiskavøruídnaði árini 2011 til 2017.   Løntakaratølini hjá Hagstovuni staðfesta, hvussu nógv fólk eru í arbeiði ella fáa løn í miðal gjøgnum árið í hesi vinnugrein.   Her sæst, at talið av løntakarum, bæði í fiskiskapi og fiskavøruídnaði, er hækkað síðan hendan samgongan tók við og er á einum hægri støði enn áður seinastu 7 árini. Í 2011 var talið av løntakarum í ávikavist fiskiskapi og fiskiídnaði 389 og 203. Í 2017 vóru samsvarandi tøl 416 og 231.   Tølini fyri 2018 eru ikki tøk á Hagstovuni enn.   Til nr. 2. Í svari til henda spurning verður hugt at reiðaríum og skipum, sum hoyra til Norðoyggjar innan...

Les meira

Nýggj røntgenútgerð á Klaksvíkar sjúkrahús

, October 25, 2018

Nýggj røntgenútgerð á Klaksvíkar sjúkrahús

Hvussu gongst við tilboðnum um røntgenviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og hvussu er við útgerðini til at veita hetta tilboð?   Á tingfundi í dag vóru munnligir fyrispurningar á skránni, og spurt var um viðurskiftini á røntgendeildini á KS. Menningarætlanini fyri føroyska sjúkrahúsverkið var og er at framtíðartryggja  alt tað føroyska sjúkrahúsverkið, m.a. við at tryggja virksemi á øllum trimum sjúkrahúsunum og at skipa og samskipa arbeiðið enn betur, enn gjørt hevur verið higartil.   Klaksvíkar Sjúkrahús er framhaldandi lokalsjúkrahús fyri Norðoyggjar og partvís Eysturoynna og lokalt akuttsjúkrahús. Greiðar leiðreglur verða fyri, hvat akutt kann gerast á sjúkrahúsinum í Klaksvík, og hvat verður gjørt aðrastaðni. Kommunulæknaskipanin 1870 í Norðurøkinum er nú samskipað við Klaksvíkar sjúkrahús á sama hátt, sum hetta er gjørt á Suðuroyar sjúkrahúsi.   Arbeitt verður harafturat við at økja um verandi virksemi, so Klaksvíkar Sjúkrahús skal fremja fleiri smærri skurðviðgerðir, fleiri sokallaðar “samadagskirurgi”,  planlagda ortopedkirurgi á sjúkrahúsinum og at fáa framt enn fleiri kikarakanningar (endoskopiir) á sjúkrahúsinum. Hetta merkir, at nakrar viðgerðunum, sum í dag fara fram á Landssjúkrahúsinum, vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Harumframt verur miðstøð innan endurvenjing stovnað í gulu læknahúsunum, sum fer at taka sær av at endurvenja sjúklingar við seinheilaskaða og ryggmergskaða.   Umframt hesi viðurskifti, so kunnu fólk nú velja tilboð um røntgenviðgerð á einum av sjúkrahúsunum. Spurningurin, settur varð Sirið Stenberg, heilsu- og innlendismálaráðharra, var, hvussu gongst við tilboðnum um røntgenviðgerð á KS, og hvussu útgerðini har er til at veita hetta tilboð. Landsstýriskvinnan vísti á, at nógv fleiri røntgenviðgerðir verða gjørdar í Klaksvík, og at hetta samstundis gevur betri rúmd fyri fleiri skanningum á Landssjúkrahúsinum. Landsstýriskvinnan upplýsti harafturat, og at nýggj útgerð fyri einar 3 milliónir verður sett upp í viku 42, so útgerðin har verður nútímans.     Óluva...

Les meira

Sjóvinnustýrið verður bygt á Giljanesi

, September 28, 2018

Sjóvinnustýrið verður bygt á Giljanesi

Tað verður gjørt nú. Stovnurin fær sítt egna hús, og tað verður á Giljanesi í Vágum. Í grein á VP seinnapartin staðfestir Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, at byggingin av nýggjum Sjóvinnustýri í Vágum er skorðin burtur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019, sum varð lagt fram fyrrapartin. Tað er beinleiðis ósatt. Sjóvinnustýrið verður bygt á Giljanesi. Grundstykkið verður keypt í næstum, og pengar eru settir av til tað og byggifyrireiking í fíggjarlógaruppskotinum. Sjóvinnustýrið verður bygt har, og onki annað kemur upp á tal. Tað er rætt, at í fíggjarlógaruppskotinum, er sjálv byggingin drýggjað nakað – kanska eitt ár. Hetta sama er gjørt við fleiri aðrar smærri og størri byggiíløgur, sum eru stungnar út í kortið, men sum ikki er farið undir at fremja í verki enn. Vónandi fer tað undir fíggjarlógarviðgerðini at eydnast at finna eina loysn, so tað kortini ber til at halda upprunaliga ætlaða tíðarleistin fyri byggingina av nýggja Sjóvinnustýrinum. Fyrsta stigið verður tó beinanvegin at fáa broytt sjálva verklagslógina fyri byggingina av nýggja Sjóvinnustýrinum. Hon skal broytast, soleiðis at tað kemur at standa í sjálvum lógartekstinum, at Sjóvinnustýrið undir øllum umstøðum skal byggjast í Vágum. Í verandi lógarteksti er nevniliga ikki nágreinað, júst hvar tað skal byggjast. Gaman í stendur tað í viðmerkingunum til lógina og er undirskilt í byggiskrá og øðrum tilfari, men tað er ikki rist í stein í sjálvum lógartekstinum. Tað verður tað nú. Í síni grein leikar Jørgen Niclasen annars í um alt í senn. Við tí úrsliti, at boðskapirnir hjá honum í heilum renna frontalt saman. Hann øtast eitt nú yvir, at landsalmennu útreiðslurnar sum heild bara spola avstað, og í sama andadrátti finst hann at, at tað verður roynt at halda aftur. Jørgen Niclasen eigur sín part av æruni fyri, at táverandi Skipaeftirlitið var staðsett í Vágum, tá tað í 2002 varð heimtikið sum føroyskt málsøki. Tað skal hann eiga. Men síðani hevur stovnurin, sum eftir samanleggingina við Skipaskrásetingina og FAS í 2010 bleiv til Sjóvinnustýrið, rikist sum bukka ímillum sengur her vesturi. Fólkaflokkurin hevur rátt fyri borgum at kalla uttan íhald síðani heimtøkuna, og til henda samgongan tók yvir. Tey gjørdu tó absolutt onki til frama fyri at útvega stovninum rímiligar hølisumstøður.   Ingolf S. Olsen løgtingsmaður, Tjóðveldi  ...

Les meira

Lyfti verða hildin

, May 6, 2018

Lyfti verða hildin

Í grein á netmiðlunum tvíheldur Jacob Vestergaard, fyrrverandi fiskimálaráðharri, um, at fiskimaðurin er villeiddur av núverandi fiskimálaráðharra og samgonguni, tí reiðararnir eftir øllum at døma aftur eru farnir at draga uppboðssølugjaldið frá avreiðingarvirðinum, áðrenn manningin verður avroknað. Tað er tó við vissu ikki av umsorgan fyri manningunum, at Jacob Vestergaard letst ilskast inn á, at tær skulu rinda fyri at fiska. Fólkaflokkurin hevur ongantíð havt ætlanir um nakað annað. Manningarnar blivu ongantíð undantiknar í nøkrum av teimum veiðigjøldunum, sum vóru ásett, meðan júst Jacob Vestergaard var fiskimálaráðharri, og flokkur hansara hevur fleiri ferðir sligið fast, at hann ætlaði at halda áfram eftir sama leisti. Lyftið er um veiðigjaldið Tað er heldur ikki rætt, tá Jacob Vestergaard ákærir samgonguna fyri at villeiða fiskimenninar. Ongin er villeiddur, men rætt skal vera rætt, partar av prosessini eru seinkaðir. Jacob Vestergaard byrjar grein sína soleiðis: ”Tað bleiv sagt týðuliga og klárt, manningin skuldi onki rinda fyri tað, sum bleiv keypt á uppboðssølu.” Well, um so er, so má tað vera onkur í andstøðuni, sum hevur sagt tað, ella onkur heilt annar, tí tað sum samgongan hevur sagt, er, at manningarnar ikki skulu vera við til at rinda veiðigjaldið. Veiðigjaldið er tað gjaldið, sum grundað á eina roknaða tilfeingisrentu verður lagt á fiskiskap, sum IKKI eru fevndur av uppboðssølu. Og tað er so nógv tann størsti parturin av samlaða føroyska fiskiskapinum – 100 prosent av botnfiskiskapinum undir Føroyum og Íslandi, 85 prosent av øllum øðrum fiskiskapi undantikið svartkjaftafiskiskapi, har 75 prosent eru fevnd av veiðigjaldi. Allur hesin fiskiskapur kemur ikki nær námind nakrari uppboðssølu, og manningarnar skulu heldur ikki rinda nakað veiðigjald fyri hann. Lyftið verður hildið Tí lyftið um veiðigjaldið fer at verða hildið. Tað er í veruleikanum longu hildið í sjálvari lógini um sjófeingi, har tað í § 13, stk. 4 stendur soleiðis: ”Fyri rættindi, latin sambært hesi løgtingslóg, tó undantikið rættindi sambært §§ 14-18, rindar rættindahavari veiðigjald samsvarandi tilfeingisrentuni, ið verður ásett í serstakari løgtingslóg. Gjaldið fer í landskassan ella í Búskapargrunn Føroya.” Men henda ásetingin forðar helst ikki einsamøll fyri møguligum sáttmálatrætum um, hvørt veiðigjaldið er loyvdur frádráttur – altso um reiðararnir/rættindahavararnir kunnu draga tað frá avreiðingarvirðinum, áðrenn manningarnar verða avroknaðar. Tað fer lógin um veiðigjald hinvegin at forða fyri. Lógin kemur í heyst Tíverri eydnaðist tað ikki at fáa samtykt lógina um veiðigjald í hesi tingsetuni, og tí datt uppskotið burtur. Men tað skal leggjast fram aftur og avgreiðast so skjótt sum til ber í næstu tingsetu, ið byrjar á ólavsøku. Og ásetingarnar, sum tryggja, at hýrurnar ikki ávirkast av veiðigjaldinum, verða tær somu sum í gamla uppskotinum – nevniliga at rættindahavararnir kunnu draga hýrurnar frá í útrokningargrundarlagnum fyri veiðigjaldinum. Ongar beinleiðis ásetingar eru hinvegin um, hvør skal rinda uppboðssølugjaldið, hvørki í nýggju lógini um sjófeingi ella í burturdotna uppskotinum til lóg um veiðigjald. Ásetingar um, hvør skal rinda uppboðssølukostnaðin, eru ikki við, tí vit í samgonguni virða frælsa samráðingarrættin. Valla høvdu hvørki reiðarar ella manningarfeløg verið fegin, um tey fullkomiliga vórðu tikin av ræði, og øll viðurskifti, sum vanliga eru upp til sáttmálapartarnar at greiða, bara blivu ásett við lóg. Munur á gjøldum Ein kann so í tí ljósinum sjálvandi spyrja, hví tað er so umráðandi at áseta við lóg, hvør skal rinda veiðigjaldið, men ikki uppboðssølugjaldið. Sum longu nevnt, er tað tó soleiðis, at lógin um sjófeingi...

Les meira

Røðan hjá Ingolf S. Olsen til 1. viðgerð av pensjónsnýskipanini

, January 16, 2018

Røðan hjá Ingolf S. Olsen til 1. viðgerð av pensjónsnýskipanini

Harra formaður Eg fegnist um, at tað er eydnast at koma higar til, at vit nú viðgera eina pensjónsnýskipan her í Løgtinginum. Og havandi í huga, hvussu leingi tað hevur verið tosað um hetta, og arbeiðsbólkar hava arbeitt við hesum, uttan at nakað spurdist burtur úr politiskt, ja, so eri eg ikki sørt errin av, at vera partur av hesi samgonguni, sum saman við Sjálvstýri og vónandi øðrum við, megnar at bera eisini hesa nýskipanina ígjøgnum. Tá fleiri skulu semjast, kunnu onkrir bitar vera hersknir at svølgja, og eisini eg kundi hugsað mær ymiskt øðrvísi, um eg ráddi einsamallur. Treyðugt so, og onkrar broytingar kunnu eisini væntast hetta til vit um nakrar vikur atkvøða eina nýggja skipan ígjøgnum við 3. viðgerð. Eg skal ikki dylja, at ideologiskt eri eg skrúvaður soleiðis saman, at eg heldur hevði ynskt eina 100 prosent kollektiva og samhaldsfasta skipan, har ongin kravd eginuppsparing var, men Samhaldsfasti afturfyri varð lyftur upp á 12-15 prosent. Hvat fólk so sjálvi høvdu hug til at spara upp afturat, skuldi so verið upp til teirra og als ikki verið mótroknað yvirhøvur. Men tað er ikki politisk undirtøka fyri einari slíkari skipan. Og tað er tað heldur ikki fyri einari skipan, har eginuppsparingin var uppaftur størri, meðan Samhaldsfasti stóð í stað. Tí eru vit endað onkustaðni – ikki mitt ímillum – men tó so, at Samhaldsfasti er ein nokkso stórur lutur í samlaðu pensjónini hjá tí einstaka. Tað er gott við samhaldsfestinum í huga, men tað er eisini gott, tá hugsað verður um haldførið fram eftir, tí Samhaldsfasti verður ikki forskattaður, sum eginuppsparda eftirlønin verður, men við útgjaldi. Vit skulu eisini vera so mikið erlig, at vit tora at siga, at haldførið í landsbúskapinum er ein sera avgerandi orsøk til yvirhøvur at gera eina pensjónsnýskipan. Jú, fortreytirnar eru nógv broyttar, síðani verandi pensjónsskipan fór av bakkastokki, fólk liva longri, stórir ójavnar treingja til at rættast, o.s.fr. Alt saman týðandi grundgevingar. Men vit mugu eisini ásanna, at hildu vit bara áfram við verandi skipan, so smokkaði hon saman undir síni egnu vekt. Ella eisini gjørdu aðrar týðandi vælferðarsúlur tað, heilsuverkið til dømis. Ella, í triðja lagi, so skuldu vit rinda so nógv í skatti, at fólk helst høvdu tikið til rýmingar. Tí vit verða alsamt fleiri pensjonistar og lutfalsliga færri løntakarar at gjalda lønarskatt. Tann gongdin fer at halda áfram í nógv ár fram eftir, eisini sjálvt um vit nú uppliva eina positiva gongd við nettotilflyting av ungum fólki. Eg minnist ikki rættiliga øll tølini uttanat í hesum málinum, men meini meg hava sæð eitt roknistykki, sum vísti, at bara pensjónsøkið hevði eitt haldførishall á einar 700 milliónir krónur í einum 30 ára tíðarperspektivi. Altso hevði pensjónsøkið einsamalt elvt til eitt landskassahall á 700 milliónir krónur um árið til ta tíð. Onkur kann rætta meg, um tølini ikki eru heilt røtt. Men røttu tølini eru í øllum førum sera stór, og prinsippið er rætt. Tí má búskaparliga haldførið betrast, um vit framhaldandi skulu hava eitt vælferðarlsamfelag og samstundis ein sjálvbjargnan búskap, sum hongur saman. Eg skal ikki fara longur inn í tølini, teknikkin og ymisku ásetingarnar, tí tað er longu so væl lýst av fleiri. Men heldur vil eg nema eitt sindur við nakrar hugsjónir, sum eg haldi vera neyðugar at hava afturvið sjálvum høvuðsrættinum, sum er pensjónsnýskipanin. Tí vit tosa...

Les meira

Ongin orsøk til dapurskygni

, September 30, 2017

Ongin orsøk til dapurskygni

Í grein í netúgávuni hjá Norðlýsinum mikudagin er Líggjas Johannesen, reiðari og skipari á Klakki, dapurskygdur um framtíðina og útlitini hjá Klakki, eftir at ætlaða fiskivinnunýskipanin er sett í verk. nordlysid.fo/hvi+skal+okkara+livsverk+tveitast+ut+i+ovissu.html Líggjas Johannesen er royndur sum fáur, tá tað snýr seg um at fiska við línu og reka línuskip, og veit ógvuliga væl, hvat hann tosar um. Men hann veit eisini væl, at hansara døpru spádómar bert ganga út, um at kalla allir pílar aftur fara at peika niðureftir – í senn – og við tí fyritreyt, at politiski myndugleikin tá bara ætlar sær at sita hendur í favn og onki gera. Tí fakta er, at Klakkur næstan bara fiskar á fjarleiðum – á Flemish Cap og í Eysturgrønlandi – og at tann parturin av kvotunum, sum føroysku línuskipini sleppa at fiska har, tilsamans er øktur umleið 25 prosent, síðani henda samgongan kom til. Undir hesi samgonguni er toskakvotan í Eysturgrønlandi fleirfaldað – hon er økt úr 355 tonsum í 2015 í 1.225 tons í ár. Harafturat hava vit nú brosmukvotu í Eysturgrønlandi. Tann kvotan er 475 tons í ár. Eisini í fjør høvdu vit brosmukvotu – 470 tons – men áðrenn tað var bert loyvt at fiska brosmu sum hjáveiðu í Eysturgrønlandi. Tað eru bara línuskip, harímillum Klakkur, sum eru sloppin at fiska tosk og brosmu í Eysturgrønlandi undir hesi samgonguni, og ongar ætlanir eru at broyta hetta. Á Flemish Cap er toskakvotan til línuskip økt við einum triðingi undir hesi samgonguni – úr 2.055 tonsum í 2015 í 3.114 tons í ár. Umframt hetta er toskaparturin av samlaðu botnfiskakvotuni í Íslandi øktur við 1.025 tonsum undir hesi samgonguni, soleiðis at húkaflotin – onkur hendinga snellubátur fiskar eisini av íslandskvotuni – í ár hevur kunnað fiskað tilsamans 2.400 tons av toski undir Íslandi. Vit hava onga trygd fyri, at allar hesar kvoturnar verða verandi á tí støði, tær eru á nú, men tað er hinvegin heldur onki, ið bendir á, at vit fara at missa alt aftur. Tað er rætt, at tað helst kennist sum ein størri óvissa hjá tí einstaka aktørinum, at fiskiskapurin á fjarleiðum hvørt ár skal ásetast í kunngerð, samanborið við lógarfestu rættindini í føroyskum sjógvi. Tann óvissan er hinvegin í nógvum øðrum fiskiskapum eisini, millum annað rækjufiskiskapinum og uppsjóvarfiskiskapinum. Men samgongan hevur ongar ætlanir um at minka um partin, sum línuskipini í dag hava á fjarleiðum. Tað stendur rimmarfast. Júst tí at Klakkur hevur fiskað so nógv á fjarleiðum seinastu árini, er miðalfiskiskapurin hjá skipinum í føroyskum sjógvi seinastu árini lítil. Hesin søguligi fiskiskapurin (miðal fyri seinastu fimm árini) fer at vekta 75 prosent, tá kvotupartarnir skulu roknast út í sambandi við, at farið verður frá fiskidøgum til kvotur 1. januar 2019. Sjálvur rætturin at fiska, altso veruliga fiskidagatalið í verandi skipan, fer bert at vekta 25 prosent. Tí hevur Líggjas Johannesen eisini rætt í, at niðurskurðurin hjá skipinum í føroyskum sjógvi kanska fer at síggja ógvusligur út á pappírinum. Men um hædd verður tikin fyri, at Klakkur at kalla ikki hevur brúkt sínar fiskidagar í føroyskum sjógvi seinastu árini, og at teir kortini fara at vekta 25 prosent í umrokningi frá fiskidøgum til kvotu, so verður ikki talan um nakran niðurskurð í mun til veruligu royndina hjá skipinum í føroyskum sjógvi. Tvørturímóti, um fiskiskapurin (kvoturnar) generelt fer at standa í stað ella økist,...

Les meira

Ongar niðurlagingar í Norðoyggjum

, March 8, 2017

Ongar niðurlagingar í Norðoyggjum

Í morgun vóru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni í tinginum, og eg nýtti høvi til at spyrja Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, ein spurning um avleiðingarnar av eini fiskivinnunýskipan. Hann ljóðaði:   Í kjalarvørrinum á, at samgongan hevur lagt sínar ætlanir fram fyri framtíðar fiskivinnupolitikk, hevur reiðari í norðurøkinum víst á, at  skipanin rakar hansara virksemi meint. Tað snýr seg serliga um ásetingarnar um antitrust, sum skulu avmarka støddina á einstøku aktørunum. Talan er sambært reiðaranum ikki bert um vantandi menningarmøguleikar, men um beinleiðis niðurlaging av verandi virksemi. Og hetta, sigur hann, fer at fáa rættiliga ógvisligar avleiðingar, umskiping av stórum parti av flotanum og helst noyðist stóra flakavirkið eisini at steingja. Kann landsstýrismaðurin greiða frá hesum, og um henda fatanin er røtt?   Landsstýrismaðurin vísti á, at lógaruppskotið ásetir antitrustreglur, og reglurnar eru í tveimum: 12% av tí samlaða og 15-35 % í hvørjum fiskiskapi sær. Men antitrustreglurnar eru ikki aftureftirvirkandi.  Reglurnar fyri verandi aktørar koma sambært nýskipanaruppskotinum at vera, at teir sum liggja omanfyri, kunnu vera á tí stødd, teir eru í dag. Teir kunnu vera á sama prosenttali. Teir kunnu ikki vaksa meir í prosentum, men teir verða ikki álagdir at verða minni.   Landsstýrismaðurin vísti á, at virksemi hjá fyritøku, ið liggur oman fyri antitrustmarkið, hevur sjálvandi vakstrarmøguleikar í nøgd, tá ið kvotur økjast.   Í botnfiskiskapi undir Føroyum – sum er høvuðsgrundarlag undir flakavirkjunum – er í uppskotinum ásett, at nøgdirnar kunnu vaksa munandi av toski, hýsu og upsa, áðrenn broyting verður. Um stovnsrøktin kemur í rætt lag, soleiðis sum uppskotið leggur lunnar undir, og stovnarnir koma fyri seg, so eru ríkir møguleikar hjá flakavirkjunum bæði í norðurøkinum, og um landið alt, at fáa munandi betri grundarlag.     Skiftisskipan og tillaging   Umleggingin frá verandi skipan fer sjálvandi at ávirka vinnuna. T.d. skal útlendskur ognarskapur burtur yvir 4 ár, manningar lønast sambært sáttmálar við føroysk manningarfeløg, brúksskylda verður sett og kapping verður um størri part av tilfeinginum.   Eg skilji sjálvandi væl atfinningar og ivamál frá vinnuni og teimum, ið ikki ynskja nakrar broytingar og siga, at alt er best sum er.   Ongantíð seinnu árini er so nógvur fiskur komin til Norðoyggjar, sum hetta seinasta hálvt annað árið. Øktar kvotur í Grønlandi, undir Íslandi og á Flemish Cap, umframt ovurhondsvirðir til uppisjóvarvinnuna.   Í tilgongdini til nýggju skipanina havi eg stuðlað undir eini skiftisskipan, so verandi aktørar, dugnalig fólk í vinnuni og framskygdir reiðarar í reiðiligum virksemi, at hesir fáa góðar stundir og umstøður til at vera í vinnuni. Og at fáa tíð og umstøður at laga seg til eina nýggja marknaðarstýrda skipan. Hetta tekur nýskipanaruppskotið stórliga atlit at. Sjálv fari eg ikki at taka undir við nakrari skipan, ið niðurlaðar verandi virksemi. Og eg dugi ikki at síggja, at umstøðurnar í nýskipanini skulu gera tað verri, og at dugnaligu vinnurekandi ikki fáa ella orka at tillaga seg.   Tað er mín vón, at fólk og vinnulívsfólk halda seg til veruleikan og koma við í kjaki á sakligum grundarlagi. At berjast fyri sínum rættindum er ein erlig søk, men tað er óvirðiligt at sakleys arbeiðsfólk verða tikin til gíslar í einum máli, sum snýr seg um heilt onnur viðurskifti.   Óluva Klettskarð, løgtingslimur fyri...

Les meira

Illgitingar um fiskivinnunýskipanina

, September 22, 2016

Illgitingar um fiskivinnunýskipanina

Landsstýrið hevur tikið stig til at seta nýggja skipan í verk fyri fiskivinnuna galdandi frá 2018 í seinasta lagi. Til tess at fremja nýggju skipanina í verki er ein arbeiðsbólkur settur við fakligum og vinnuligum royndum, so politikarar kunnu hava bæði roynd fólk, vinnu og breiða fakliga vitan at koma við uppskoti um, hvussu ein góð nýskipan kundi sæð út. Bólkurin hevur viðgjørt viðkomandi evni síðani ársbyrjan, og hann letur landsstýrismanninum frágreiðing og tilmæli tíðliga í oktober 2016. Hareftir verður politiskt kjak og samráðingar og sjøtul settur á ítøkiliga lógararbeiðið.   Tað er ógvuliga væl skiljandi, at fólk spyrja, hvør ætlanin við fiskivinnuni er. Og somuleiðis at ymsu aktørarnir royna at ávirka og leggja hart trýst á politikarar og aktørar í málinum. Viðurskiftini eru torgreidd, og tað sæst aftur í hvassa orðaskiftinum.   Norðlýsið vil vita, um tað er ein avgerð, sum samgongan er samd um, at uppboðssøla skal verða av øllum loyvum, og at nýskipanarnevndin tí ikki skuldi kanna aðrar skipanir og gera sínar egnu metan um, hvør skipan var best egnað til føroysku fiskivinnuna.   Bæði Tjóðveldi og samgongan halda seg til samgonguskjalið, ið klárt og týðiliga leggur seg eftir, at vit fáa eina marknaðargrundaða skipan, so ella so. At summi eru farin konsekvent at kalla hetta uppboðssølu, tað er tað, sum tað er. Men tað er eina marknaðargrundað skipan, landsstýrismaðurin hevur biðið nevndina koma við. Og eg eri samd við landsstýrismanninum í, at skipanir við søguligum rættindum, tilfeingisgjøldum, “grand farhering” ella ‘beauty contest’ eru ikki í samsvari við arbeiðssetningin. Tilmælini skulu byggja á eina marknaðartreytaða skipan.   Nógv hevur verið sagt og gjørt til tess at seta landsstýrismannin skák og mát, hvat hann hevur sagt, tagt burtur ella vil vera við. At landsstýrismaðurin skal hava álagt bólkinum ásetingar um uppboðssølu, hevur landsstýrismaðurin alment afturvíst. Men at limur í arbeiðsbólkinum nýliga hevur úttalað seg alment um arbeiðssetningin, ið hann metir vera ov smalur, tað kann undra! Hví er tað ikki áhugavert, heldur enn hvørt landsstýrismaðurin skal hava sagt hetta ella hitt við arbeiðsbólkin, ið als onki hald hevur?   Latið arbeiðsbólkin arbeiða í friði við tí greiða arbeiðssetningi, tey hava og sum sæst her: http://cdn.lms.fo/media/7508/arbeiðssetningur-o-a.pdf   Síðan fer landsstýrið eftir at fáa semju um nýskipanina av fiskivinnuni, og eins og í uppskotinum um fiskidagar fer samgongan eftir breiðari semju um fiskivinnunýskipanina, helst við allar andstøðuflokkar.   Óluva Klettskarð,...

Les meira

Fiskivinnunýskipan: Gitingar og niðurstøður í ótíð

, September 4, 2016

Fiskivinnunýskipan: Gitingar og niðurstøður í ótíð

    Kanska var tað skilagott, tá Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, í januar sum nýútnevndur formaður í arbeiðsbólkinum, sum skal gera tilmæli um eina fiskivinnunýskipan, boðaði frá, at hann lítið og onki ætlaði at siga alment, meðan arbeiðsbólkurin arbeiddi. Tí nú tað kortini læt í honum í vikuni í sambandi við fiskivinnuráðstevnuna í Runavík, hevur tað elvt til dúgligt kjak fyri ikki at siga mikla øsing. Sigi ikki andstøðuna ringa fyri at spinna lesullina, ið rekst fyri hana, men her er, sum maðurin segði, onki at koma eftir. Fekk ikki sjálvur verið til staðar í Runavík, tí eg var á aðrari fiskivinnuráðstevnu í Grønlandi. Hon var í stóran mun um tað sama sum ráðstevnan í Runavík, so tað var óheppið at tær vórðu lagdar oman á hvørja aðra. Men eg havi lurtað eftir tí, sum er skrivað og varpað út frá ráðstevnuni í Runavík, og eg kann bara staðfesta, at onki av tí, eg havi hoyrt Johnny í Grótinum siga, er í andsøgn við arbeiðssetningin hjá arbeiðsbólkinum. Og arbeiðssetningurin hevur verið almennur síðani 21. januar í ár. Johnny í Grótinum hevur sambært tí skrivaða og útvarpaða heldur onki sagt um uppsboðssølu, sum ikki øll, ið hava minsta áhuga í málinum, ikki vistu frammanundan. Tí undrar tað, at leiðararnir í teimum báðum stóru andstøðuflokkunum í útvarpstíðindunum í kvøld (leygarkvøldið 3. september) harmast um tað, sum kemur frá arbeiðsbólkinum – ein lítlan mánaða áðrenn tilmælið verður handað landsstýrismanninum, og áðrenn nakar annar, enn tey, ið manna arbeiðsbólkin, vita nakað sum helst um, hvat tilmælið ítøkiliga fer at snúgva seg um. Profetar hava til allar tíðir megnað at rúnarbundið mannaættina, men nútíðar profetar, ið fyri tað mesta hava fingist við dómadagsprofetiir, eru oftast farnir skeivir. Tað skuldi heldur ikki verið neyðugt at kýtt seg við profetium um nakað, sum vit øll fáa skjalfast svar upp á um skamma stund. Men alt skal um uppboðssølu, var í útvarpstíðindunum í kvøld niðurstøðan hjá Jørgeni Niclasen og Bárði á Steig Nielsen. Og niðurstøðuna grundaðu teir á útsøgnirnar hjá Johnny í Grótinum, ið leysliga hevði endurgivið úr arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum. Arbeiðssetningurin byggir millum annað á hesa meginreglu úr samgonguskjalinum: “Farast skal frá privatari sølu av loyvum og fiskirættindum. Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan.” Og í sjálvum arbeiðssetninginum stendur millum annað soleiðis um høvuðsmálini við fiskivinnunýskipanini: ”- At tilfeingisrentan gerst so optimal sum gjørligt, og at størst møguligur partur av tilfeingisrentuni fellur til landið. – At til ber at virka í eini marknaðargrundaðari fiskivinnu við vinnuligum frælsi undir jøvnum kappingartreytum.” Um hesir setningarnir undir einum merkja uppboðssøla, so lat fara, men so kunnu vit í øllum førum staðfesta, at uppboðssøla er eitt sera rúmligt hugtak. Hesir setningarnir og restin av arbeiðssetninginum merkja, at føroysk fiskirættindi fram eftir skulu verða tíðaravmarkað brúksrættindi, ið kunnu útvegast eftir marknaðartreytum. Tað er, at ein prísur onkursvegna skal latast fyri tey. Kanska kann prísurin enntá í onkrum førum verða null krónur, um talan er um onkra nýmenning, eg veit tað ikki. Men ”marknaðargrundað skipan” merkir í øllum førum ikki, at kvotur og fiskidagar bara skulu kunna seljast í smáum á einum dag til dag marknaði. Ein slík skipan kann sjálvandi skrúvast saman upp á ógvuliga nógvar ymiskar mátar við bæði langtíðar- og stutttíðar-rættindum og kombinasjónum av báðum. Tað haldi eg eisini, at Johnny í Grótinum hevur...

Les meira

Vísindin hevur ikki altíð rætt. Tað er rætt

, August 5, 2016

Vísindin hevur ikki altíð rætt. Tað er rætt

Seinna røða hjá Ingolf Sólheim í samband við áseting av fiskidøgum. Aristoteles og Ptolemæus fóru skeivir, tá teir hildu jørðina vera heimsins miðdepil. Kortini var hetta ráðandi uppfatanin í útvið 2000 ár – í eitt langt tíðarskeið tvíhildu nógv, millum annað katólska kirkjan, eisini um, at jørðin var fløt. Og tá vísindin, fyrst Nicolaus Kopernicus í 1500-talinum og síðani Galilei Galilei fyrst í 1600-talinum, við vísindaligum eygleiðingum og mátingingum prógvaðu, at jørðin melur um sólina og ikki øvugt, so tvíhelt katólska kirkjan kortini um gomlu uppfatanina – tí kirkjan og hennara oddvitar høvdu bygt alt teirra ovurstóra verðsliga vald á hesa uppfatanina, at jørðin var heimsins miðdepil. Ikki tí, tey trúðu tí, men tí tað tænti teimum. Galilei sat í húsavarðhaldi ein stóran part av sínum vaksna lívi, tí hann hevði síni sjónarmið, og hann varð tvungin at avnokta tað, hann visti var rætt. Ikki fyrrr enn í 1992 fekk hann posthumt eina umbering frá katólsku kirkjuni. Men tað sær út til at vera akkurát hesin sami hugburðurin, ið stýrir fiskivinnupolitikkinum hjá  Fólkaflokkinum. Ella rættari, vantandi fiskivinnupolitikkin hjá hesum flokkinum. Vísindin hevur onkuntíð tikið feil, og tí skulu vit ikki lurta eftir henni yvirhøvur, er hugburðurin. Tí tað tænir ikki áhugamálunum, sum Fólkaflokkurin vil tæna. Hevur Jákup Mikkelsen hugsað um, at orsøkin til, at hann onki ljóshav longur sær á Norðhavinum, er, at vit í áravís totalt hava ignorerað vísindaligu ráðgevingina? Og hví kemur ikki lív í aftur á Føroya Banka? Er tað kanska tí, at vit við rovdrift fullkomiliga hava oyðilagt hann? Nei, vísindin hevur onkuntíð tikið feil, og tí fer vísindin altíð skeiv, er hugburðurin hjá Fólkaflokkinum. Í øllum førum, tá tað kemur til fiskivinnuna. Men tað er ábyrgdarleyst, tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst. Vit kunnu vera ósamd um metodurnar, og eg haldi, at øll hini andstøðuumboðini, sum hava verið her á røðarapallinum, hava verið meira og minni konstruktiv. Onkur heldur, millum annað Magni Laksáfoss, at afturberingin av døgum er at gera seg inn á eina skipan í ótíð, tí verandi skipan jú gongur út um minni enn hálvt annað ár. Slíkt eru atfinningar, sum ein kann fyrihalda seg til, og tað er gott. Eg veit tó ikki ordiliga, hví tað er ein so stórur trupulleiki, at vit vilja gera eina skipan, sum tænir teimum best, ið leggja mest fyri at reka síni skip. Hevði tað verið betri, og hevði vinnan verið glaðari, um vit skóru 15 prosent yvir ein kamb – javnt yvir allar veiðibólkarnar? Eg veit tað ikki, men tað kunnu vit so í øllum førum kjakast um. Men Fólkaflokkurin proklamerar bara harðmæltur, at hann vil onga broyting. Har er onki at kjakast um. Hann vil onga broyting yvirhøvur, samstundis sum at hann skeldar inn á samgonguna fyri ikki at vilja samstarv. Øll vit onnur ásanna, at vit MUGU gera okkurt. Tí gýtingarstovnarnir hjá toski og hýsu er um at kollapsa. Gera vit onki, so endar fiskivinnan av sær sjálvum, tað eri eg rættiliga vísur í. Nú kemur hetta málið í vinnunevndina, og har vóni eg, at eisini Fólkaflokkurin vísir, at hann meinar nakað við tað, tá hann sigur seg vilja samstarv. Mær dámar í veruleikanum ikki at vera SO atfinningarsamur og peikandi, sum eg júst havi verið. Men eg haldi, at støðan í okkara fiskivinnu er so álvarslig, at vit øll mugu mótmæla, tá onkur...

Les meira