Lýsing

Páll spyr um nýggj uppisjóvarskip í føroyska fiskiflotanum

Páll á Reynatúgvu hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismann ein § 52a fyrispurning um nýggj uppisjóvarskip í føroyska fiskiflotanum

1. Hvørjar fortreytir skulu lúkast fyri at fáa loyvi at fiska uppisjóvarfisk í Føroyum og sambært millumtjóða sáttmálum?

2. Kunnu verandi uppisjóvarskip verða skift út við onnur størri skip og undir hvørjum treytum?

3. Í hvørjum plássum í landinum eru verandi føroysku uppisjóvarskip heima¬hoyrandi?

4. Er nøkur umsókn komin úr Sandoynni um loyvi til uppisjóvarfiskiskap?

5. Er tað rímiligt, at Sandoyggin ikki fær tillutað uppisjóvarloyvi, tá onnur øki fáa tað?

Viðmerkingar
Tað kann fyri vanliga føroyingin tykjast sum um, at mismunur verður gjørdur á teimum, sum ynskja at sleppa fram at í fiskivinnuni, serliga uppisjóvarvinnuni í Føroyum. Meðan summi í áravís stríðast fyri at sleppa fram at vinnuliga dreyminum, so sigla onnur í eini handavending, ein knørrur fyri og annar eftir, inn á føroysku grunnarnar.

Á Løgtingi, 12. desember 2014

Páll á Reynatúgvu

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad