Lýsing

Einki uttanum tos í Klaksvíkar kommunu!

 

 

Tað skal eingin loyna verða í, at eg havi roynt at gjørt mín part at gera nakað gott fyri Klaksvíkar kommunu í nógv ár.
Eg havi roynt at fingið lív í býin og fleiri ferðir seinastu árini hava rættuliga nógv spurt meg um nær eg ætli mær í gongd aftur.
Men, eg havi ikki bara havt tónleikin í hásæti.

Eg havi eisini roynt, at savna pening inn til eitt nú Jólahjálpina tey seinastu árini.
Eg eri ein av nevndini í NFÍ, sum varðar av Norðoyastevnuni og royni sjálvur har, at hava frítíðar feløgini í huganum.
Ì nevndini hjá NFÌ havi eg havt tann postin, sum eitur tónleikur á Norðoyastevnuni, har eg havi víst á hvussu týdningarmikið tað er, at hava øll við bæði einstakar sangarar komandi tónleikanøvn nýggj, og somuleiðis samkomurnar í býnum og teirra kór. Tað er nakað, íð eg ætli mær, at hava í nevndini hjá NFÌ.
Samstundis so havi eg havt hugan við fleiri øðrum málum í býnum, sum eitt nú Sjónleikarafelagið og Klaksvíkar Hornorkestur. Eg haldi sjálvur, at hesi gera eitt megnar arbeiði fyri okkum øll.
Eg eri keddur, um at Sjónleikarafelagið hevur ikki nøktandi hølir.

Tónleikaskúlin skal ikki hava ein kaldan og ótættan kjallara í Mentanarhúsinum, sum tey eru bjóðað til at fáa, tá ið Mentanarhúsið verður liðugt.
Tað er skjótt til at skriva langan lestur, sum eg vil gera við tey ymsu økini í kommununi.

Men hesi mál skulu verða loyst aftaná 8. November, har eg vóni at fáa tykkara stuðul.
1. Sjónleikarafelagið skal hava eina so góða loysn sum møguligt.
2. Tónleikaskúlin skal hava bestu karmar.
3. Klaksvíkar Hornorkestur skal eisini hava betri karmar.
4. Vegakervið kommununi skal verða í lagi.
5. Býurin skal ruddast og fríðkast, sum eg segði á fundinum tað skal verða lekkirt.
6. Sjúkrahúsið skal verjast og tað skal verða ein eind fyri hvørt sjúkrahús.

 

7. Stengurnar og Borðoyarvík skulu fáast skil til tey sum hava sína dagligu gongd har.
8. Ein miðbýarætlan har allar byggingar við veghædd skulu hava útatvent virksemið
9. Vinnan má hava bestu møguleikar til vøkstur.
10. Familjurnar og einstaklingar skulu hava tað gott í kommununi.
11. Bústaðar møguleikar har tað skal ikki kosta meir enn 5000,- um mánaðin at búgva.
12. Tey sum hava ymiskt tarn skulu verða hoyrd og ein loysn finnast til tey.
13. Kommunan skal ikki selja økir í miðbýnum og við sjóvarmálanum men heldur leiga tey út.
14. Býurin skal gerast lættur at ferðast í fyri tey sum er illa gongd gomul sum ung.
15. Tónleika lívið skal blóma og vit skulu hava livandi tónleik í bæði jóltíðini og summarinum.
16. Bygdirnar í kommunu skulu verða hoyrdar og fáa góðar sømdir.
17. Okkara eldru skulu fáa eitt gott eldralív bæði í røktini og í heimunum í kommununi.

 

 

Setið X við Jóan Magnus Magnusson

Tann 8. November

 

Jóan Magnus Magnusson

Deil hesa grein umvegis
468 ad