Lýsing

Busstørvurin eins stórur á bygd og í býlingunum

Vit eru øll so glað fyri Bussleiðina. Tó eru nakrir snøklar, sum kundu gjørt hana enn betri. Her hugsi eg um, at smábygdirnar í kommununi slett ikki hava nakað busssamband í vikuskiftunum. Næstan tað sama kann sigast um øki í sjálvari Havnini, sum liggja burtur frá Miðbýnum. Har er heldur ikki vikuskiftissamband leygardagar aftaná klokkan 16.

Tað er avgerandi at vit kunnu líta á, at bussleiðin koyrir – eisini í vikuskiftum. Hettar hevði gjørt bussleiðina væl dýrari, enn hon er nú, men hevði eisini gjørt, at fleiri brúktu hana. Eg haldi, at Býráðið eigur at seta pening av, soleiðis at bussar koyra nakrar túrar í vikuskiftunum. Eisini til bygdirnar og avsíðis býlingar í Havn – har gjalda tey jú eisini skatt, og teirra ungdómar hava eins stóran tørv og onnur at koma til miðbýin til ítróttartilboð, frítíðartilboð, mentanartilboð osfr. í vikuskiftunum. Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg verði vald í Býráðið.

Edith Vang, býráðsvalevni fyri Tjóðveldi

Edith Vang

Deil hesa grein umvegis
468 ad