Lýsing

Eitt ríkt vinnulív ríkar kommununa

 

Meðan Tjóðveldi hevur sitið í samgongu farna valskeið, hevur privata vinnulívið fingið betri karmar. Hetta sæst aftur í býnum, har nýggjar fyritøkur hava tikið seg upp, og kommunan hevur verið ein týðandi viðspælari fyri at økja virksemið í okkara býi.

Um býurin framhaldandi skal mennast, hevur tað stóran týdning, at vinnulívið hevur góðar sømdir. Sum privat vinnurekandi eru tað mínar royndir, at kommunan sýnir ein góðan anda og stimbrar íverksetarahugin. Vit hava eina góða umsiting, sum vanliga hevur eina skjóta og góða avgreiðslu, og hetta er ein trygd fyri tey vinnurekandi.

Seinastu árini havi eg rikið café´ina Jacqson í Klaksvík. Tað hevur víst, at tað avgjørt hevur verið tørvur á slíkum støðum í Klaksvík, har fólk kunnu savnast og hugna sær. Hetta hevur tó eisini víst mær, at vit eiga at gera meira fyri at betra umstøðurnar hjá handilslívinum í Klaksvík.

Um vit skulu hava ein virknan og innbjóðandi bý, mugu vit framhaldandi skapa møguleikar hjá tí lokala vinnulívinum. Hetta krevur, at kommunan gongur á odda og stuðlar teimum, sum royna nýggjar leiðir og seta nýtt virksemi í gongd. At fólk leggja nógv fyri og skapa nýtt virksemið er við til at skapa nýggjar møguleikar og fjølbroytni í býnum.

Eitt ríkt handilslív í býnum hevur jaliga ávirkan og skapar trivnað hjá okkum, sum búgva her. Tað er serstakliga gleðiligt, at fólkatalið í býnum økist, og vit eiga at halda fast við hesa gongdina. Tað hevur tó eisini týdning, at vit duga at skapa eitt ríkt handils- og mentanarlív samstundis, soleiðis at fólk støðast her á staðnum.

 

Jacqueline Gardar

valevnið hjá Tjóðveldi

Jacqueline Gardar

Deil hesa grein umvegis
468 ad