Lýsing

Tey ungu eru framtíðin

Malan_Pressumynd

Vit eiga ein fantastiskan ungdóm

Í mínum arbeiði sum lærari eri eg so heppin at hava eitt tætt samband við okkara ungdóm, og vit eiga ein fantastiskan ungdóm. Tað er eingin ivi um, at framtíðin er bjørt, tí tað verða hesi frálíku ungu fólk, ið koma at mynda framtíðar Havnina og framtíðar Føroyar.

Tí skulu vit geva okkara ungu borgarum bestu forteytir at liva, læra og virka undir. Havnin skal verða ein lestrarbýur við øllum, ið har til hoyrir. Fleiri og fleiri søkja inn á hægri útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum, men umstøðurnar at trívast og mennast eru ikki nøktandi. Tórshavnar kommuna skal tí stuðla uppundir at byggja eitt setur ella sokallað kampus. Bráðtørvur er eisini á lestraríbúðum, og tí skal ferð setast á at útvega bústaðir til lesandi í Havn.

Trivnaður og ungdómstilboð

Skal okkara ungdómur trívast og støðast, er neyðugt við nøktandi ungdómstilboðum. Ungdómurin eigur at fáa eitt savningarstað í býnum, har listaspírar og íverksetarar kunnu mennast og blóma. Margarinfabrikkin er eitt frálíkt tilboð, men vit hava eisini tørv á einum fjølbroyttum ungdómstilboði, har ungdómurin sjálvur setur dagsskránna.

Somuleiðis skulu vit tryggja góðar karmar fyri fjølbroyttari og sunnari ungdómstilveru í nærøkjunum. Spælipláss, sparkivallir og nøktandi ungdómstilboð skulu eisini vera, har fólkið býr. Og hetta skal gerast í samstarvi við borgarar og eigarafeløg í bygdum og býlingum, tí tey vita best, hvør tørvurin er í júst teirra nærøki.

Tónleikurin betri umstøður

Hóast fleiri spælistøð eru komin í býnum seinnu árini, er enn stórur tørvur á venjingarhølum til ungu tónlistafólk okkara. Tjóðveldi hevur sett sær fyri at nøkta henda tørvin í komandi valskeiði. Eisini eigur Musikkskúlin at fáa hægstu raðfesting hetta valskeiðið, tí nú kunnu vit ikki bíða meira. Vit skylda okkara tónlistaspírum góðar umstøður at mennast.

Tey ungu skulu takast í álvara

Í einum fólkaræði hevur ungdómurin eisini eina rødd. Tey skulu hoyrast, og vit skulu eisini lurta eftir teimum og taka tey í álvara. Tórshavnar Ungdómsráð skal tí styrkjast, og tey skulu takast við upp á ráð, tá avgerðir, ið viðvíkja teimum, skulu takast. Ungdómurin skal verða við til at mynda Havnina, tí tey hava nógv at bjóða uppá. Tey hava hugflog og áræði, ynski og dreymar, og tað skal Tórshavnar kommuna taka í størsta álvara og vísa størstu virðing fyri.

Malan Eyðunsdóttir

Valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið

Malan Eyðunsdóttir

Deil hesa grein umvegis
468 ad