Lýsing

Góði veljari

Vit, sum búgva her á klettunum, eru føroyingar.

Tað hava vit altíð verið og tað fara vit altíð at vera.
Vit hava okkara egna land, egna mál, egnu søgu og egna mentan. Vit hava okkara egna samleika og kenna okkum bert sum føroyingar.

Hvussu ber tað tá til, at føroysk ítróttarfólk í altjóða kappingum verða tvungin at kappast undir øðrum fløggum enn Merkinum? Hetta kennist ikki bert skeivt, men hetta ER skeivt og skal í rættlag!

Vit, føroyska tjóðin, mugu fáa somu tign sum aðrar tjóðir. Vit mugu seta okkum hetta sum okkara greiða mál. Til tað krevst, at vit velja at taka ábyrgd av okkum sjálvum og okkara landi.

Vit kunnu samanbera støðuna við ein árabát sum skal á ferð. Hesin árabátur liggur enn við kai, men nú er at gera klárt og skjótt mynstra vit. Ferðadagurin er settur til 2. september og á hesum degi seta vit kós móti sjálvbjargnu Føroyum.

Alt ov leingi hava vit bíða og ligið sjóvarfallið av okkum og tað í bestu ætt.

Nú mynstra vit, tí vit eru langt síðani ferðabúgvin og allar fyrireikingarnar eru gjørdar.

Vit – føroyingar í sama báti – mugu hava gott samstarv umborð. Hvør bátsmaður er alneyðugur á ferðini og má ábyrgdarfult røkja sín sess. Góður sjómansskapur og gott áralag krevst og tá vit fáa sjask, so megna vit eisini tað.

Tá vit vinna upp havn, kunnu vit vinda Merkið á stong. Vit eru føroyingar og mugu kunnu metast javnt millum aðrar tjóðir. Alt annað kennist skeivt, tí vit eru føroyingar og vit mugu taka ábyrgd av hesum landinum.

Saman klára vit hetta.

Livar Nysted, listi E

Livar Nysted

Deil hesa grein umvegis
468 ad