Lýsing

Tunlarnir Norður um fjall fyrst

Vit hoyra fleiri valevnir, millum annað úr Fólkaflokkinum og valevni úr mínum egna flokki siga, at nú eigur Hvalbiartunnilin tørn. Størsta grundgevingin er, at nú er Viðareiðistunnilin gjørdur. Fyri okkum sum búgva í Hvannasunds kommunu, hevur Viðareiðistunnulin ikki so stóra ávirkan, vit koma ikki at brúka tunnilin serliga nógv.
Eg vil her vísa á nøkur dømi, hví tunlarnir Norður um fjall mugu og skulu gerast fyrst.
Tunlarnir Norður um fjall eru nógv longri enn Hvalbiartunnilin, og tað ger sjálvandi farleiðina nógv farligari.
Vit hava eitt nógv størri vinnulív, vit tosa um 100tals milliónir

Tað koyra nógv fleiri bilar ígjøgnum tunlarnar nordur um fjall (uml 1500 bilar)
LV hevur sagt í tilmæli, at tunlarnir Norður um fjall mugu gerast fyrst
Og so kan eg leggja afturat, at í 2009 samtykti Løgtingi til 3. vidgerð, at gera tunlarnir norður um fjall.
So tað er eingin ivi um, at tunlarnar Norður um fjall mugu og skulu gerast fyrst, bæði tá vit hugsa um trygd og tað vinnuliga.

Livar Nysted, Listi E

Livar Nysted

Deil hesa grein umvegis
468 ad