Lýsing

Ein Suðuroyarpakka, Takk!

Miðstaðarøkið í Føroyum er í støðugari menning, og fólkatalið veksur.

 

Tann ovurhonds menning, ið hevur verið á samferðsluøkinum og heilsuøkinum seinastu 20 árini eru ein fyritreyt fyri slíkum framburði.

 

Tað steðgar ikki her, Samtykt er at brúka aðrar 3.000 milliónir til undirsjóvartunlar og tosað verður í álvara um at brúka uppaftur aðrar 2-3.000 milliónir til nýggjan flogvøll, afturat teimum nøkrum hundrað milliónunum, ið eru brúktar at leingja verandi vøll.

 

Suðuroyggin fekk tillutað nakrar fáar milliónir til ferjuleguna á Krambatanga, men tá ið av tornaði, vóru ikki ráð kortini, at brúka so ”nógvar” pengar uppá Suðuroynna.

 

Allir tinglimir úr Suðuroynni, mugu í komandi valskeiði krevja, at vit verða javnsett við restina av Føroyum.

 

Niðanfyri er uppskot til ein ”Suðuroyarpakka”

__________________________________________

 

1) Játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús skal hækkast við uml. 10 mió., so neyðugur fakligur førleiki er á sjúkrahúsinum, eisini til at hava eina føðideild.

 

(Talan er bert um at javnseta játtanina, so vit, við áleið sama fólkatali, hava somu játtan sum KS)

__________________________________________

 

2)  Smyril skal sigla tríggjar túrar um dagin.

 

Endalig loysn skal finnast við fakfeløgini, so at Smyril ONGANTÍÐ aftur verður raktur av verkfalli.

 

(Hetta kostar nakað, men tað eru ”piparnøtir”, í mun til kostnaðin av samferðsluni í miðstaðarøkinum.) Og vit hava framvegis sera vánaligt samband.

__________________________________________

 

3)  Hvalbiartunnilin, ið eru raðfestur beint aftaná Viðareiðistunnilin skal í gongd sum skjótast.

 

Fámjinstunnilin er av LV raðfestur beint eftir Hvalbiartunnilin, og er tað ein fyrimunur, sambært Landsverk, at báir tunnlarnir verða bodnir út saman, tí Fámjinstunnilin, (á longd við Leynatunnilin) er so mikið líti prosjekt, at ilt verður at uppnáa ein góðan prís í eini útbjóðing.

 

(Her er ikki beinleiðis talan um at brúka meiri pengar, bert at tryggja, at vit ikki, enn einaferð, verða umlopin)

__________________________________________

 

4)  Eftirskúlin á Drelnesi skal í gongd beinan vegin, byggitíðin er uml. 1 ár, og miðjast má í móti at hann tekur næmingar inn, í august 2017.

 

(Føroyar hava brúk fyri einum eftirskúla, og á Drelnesi fæst ein sera góð, og bílig loysn, umframt at SALT og eftirskúlin, koma at hava stórt gagn hvør av øðrum.)

Kunnu vit í Suðuroynni bara blíva javnsett við restina av Føroyum, so skulu vit nokk skapa menning her suðuri.

 

Arni Nielsen

- onnur innlegg

Arni Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad