Lýsing

Sálarsjúka ájavnt við likamliga sjúku

Í Føroyum skulu øll takast í álvara. Sálarsjúkur og likamligar sjúkur skulu raðfestast eins, tí hetta ávirkar tann einstaka, avvarðandi og samfelagið á eins hátt. Ein hugburðsbroyting skal til bæði í politisku skipanini og í føroyska samfelagnum. Fyri at fáa hugburðsbroytingina má politiska skipanin raðfesta psykiatriska økið. Tá ið tosað verður um sálarligar sjúkur skulu allar ikki koyrast í sama bólk, tí sjúkurnar eru ikki eins. Júst sum, at likamligar sjúkur verða viðgjørdar hvør sær, skulu tær sálarligu eisini. Tørvurin er ikki eins hjá øllum.

Tilboðini til sálarsjúk skulu vera nøktandi. Tey skulu hjálpa tí einstaka at gerast partur av samfelagnum aftur eftir styttri ella langa sjúkralegu. Skjótari man fær tí røttu viðgerðina eru tað betri útlit fyri at tú kemur at virka í umhvørvinum, sum tú kom frá. Fært tú staðfest t.d. krabbamein so fært tú viðgerð beinanvegin fyri at sjúkan ikki skal gera størri skaða – á sama hátt skal tað vera við eini sálarsjúku. Vit skulu eisini skipa undirvísingartilboð í egnum viðurskiftum bæði til tann, ið er sjúkur og avvarðandi.

Psykiatriska økið skal raðfestast politiskt. Tað er fyri at betra um umhvørvi hjá tí rakta og teimum avvarðandi. Tað skal staðfestast, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Viðgerðin, tilboðini og tænasturnar skulu vera í eini heild. Eitt samstarv skal vera millum ábyrgdarfólkið á sjúkrahúsinum og ábyrgdarfólkið á almannaverkinum. Eingin skal sleppast á fjall, og tað skal ikki vera tann einstaki borgarin, ið hevur ábyrgdina av at finna runt í skipanini. Staðfestast skal eisini, at fyri at gera nýggj tilboð skulu eingin onnur tilboð niður raðfestast.

Kristina Clementsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad