Lýsing

Svar uppá fyrispurning um Teistan

Svar uppá fyrispurning frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 74/2014, viðvíkjandi
vikuskiftisferðaætlanina hjá Teistanum
Spurningurin var soljóðandi:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at betra um vikuskiftisferðaætlanina hjá Teistanum aftur, og nær?
2. Er tað rímiligt, at Teistin leggur stilt stóran part mitt á degi, leygardag og sunnudag?
3. Ber tað til at loysa spurningin um hvílitíð á annan hátt, enn at leggja Teistan mitt á degi, og
hvussu?
4. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at loysa (megin) siglingina út í Hest á annan hátt, og
hvørjir møguleikar eru til tess?
Viðmerkingar
Samgongan gjørdi fyri nøkrum mánaðum síðani av at broyta ferðaætlanina hjá Teistanum. Úrslitið
gjørdist ein bati fyri tey ferðandi í Sandoynni (og Hestoy) mitt í viku, samstundis sum ferðaætlanin
versnaði munandi leygardag og sunnudag.
Serliga er tað tað nógva frítíðarvirksemið, ítrótta- og mentanarlívið, sum hevur fingið stóra ampan
av broytingunum í ferðaætlanini. Ongan túr at sigla suðurgangandi millum klokkan 11.15 og
klokkan 15.45, og norðurgangandi millum 9.30 og 14.15 er ógvuliga darvandi, tí vikuskiftini,
serliga summarhálvárið, eru háárstíð fyri ítrótt og ferðavinnuvirksemi. M.a. eru nógvir húsvagnar
við Teistanum hesar dagar, og nøgdin av møguligum ferðafólki avmarkast nógv, av tí at túratalið er
so lítið. Eisini gerst bíðitíðin í Skopun og á Gomlu Rætt ótolandi í mun til dagsins tørv. Nøgdsemi
hjá okkara ferðandi verður hareftir, havandi í huga hvussu leikandi lætt tað er at flyta seg millum
búsetingar í meginøkinum.
Undirritaði ávarar ímóti at seta setanarviðurskiftini hjá manningini á Teistanum upp ímóti greiða
ynskinum hjá sandoyingum (og hestfólki) at fáa eina rímiliga og vælvirkandi farleið um
Skopunarfjørð. Tað er somuleiðis týdningarmikið, at atlitini til eina nøktandi og møguliga
nýhugsaða Hestleið verða tikin við í metingina.
Nú ferðaætlanin hevur staðið sína roynd eina tíð, er rætt at eftirmeta støðuna.

Svar
Spr. 1:
Sum eg áður havi boðað frá, so er tað ein avbjóðing at tillaga ferðaætlanina á Sandoyarleiðini,
eftirsum Teistin siglir við nærum fullum orkuføri (kapasiteti). Eitt økt túratal í vikuskiftinum
fyrrapart merkir sum útgangsstøði, at tað er neyðugt at skerja túratalið aðrar tíðir á degnum, um
viðlíkahaldsarbeiði, hvílitíðarreglur, trygdarkrøv v.m. skulu haldast, t.e. við verandi vaktarskipan.
Sum útgangsstøði meti eg, at Teistin, við sínum 122 túrum um vikuna, veitir sandoyingum eina sera
góða tænastu við regluligum flutningi. Um mett verður, at tørvur er á at flyta túrar, soleiðis at
Teistin siglir fleiri túrar um vikuskiftið og færri gerandisdagar, so haldi eg, at ein slík tillaging
ljóðar skilagóð. Eg havi biðið Strandferðsluna enn eina ferð kanna, hvørjir møguleikar eru fyri
slíkum tillagingum, soleiðis at tað í minst møguligan mun ávirkar siglingina gerandisdagar og sum
samstundis leggur upp fyri, at lógarásettu krøvini verða hildin. Enn ein tillaging hevur við sær, at
verandi vaktarskipan má broytast.
Spr. 2:
Verður hugt at ferðafólkahagtølunum saman við tøkum orkuføri fyri Sandoyarleiðina, síggja vit, at
einans 8-10 % av orkuførinum verður nýtt í dag. Sagt á annan hátt, so eru “bara” 180.000 ferðandi
til gott 2.000.000 pláss við núverandi sigling.
Vikuliga orkuførið á Teistanum er um veturin 21.000 ferðandi og um summarið 31.000 ferðandi.
Til hetta orkuføri er nýtslan á vetri 1350 – 2750 ferðandi og um summarið 1800- 4600 ferðandi. Víst
verður í hesum sambandi til hjálagda skjal, sum vísir ferðaætlanina hjá Teistanum og hagtøl yvir
ferðandi á leiðini.
Hyggja vit nærri at leygar- og sunnudegnum, so hevur Sandoyarleiðin 14 túrar aftur og fram: 4 túrar
aftur og fram fyrrapart og 10 túrar aftur og fram seinnapart. Ì hesum tíðarskeiði kann Teistin taka
3640 ferðandi, ið er 3 ferðir so nógv sum samlaða íbúgvaratalið í Sandoynni.
Sostatt er greitt, at tað í dag eru 90 % av orkuførinum á Teistanum, sum ikki verða nýtt.
Spurningurin um “rímiligheit” má vera hildin upp ímóti hesi sannroynd og tá hesi tøl verða havd í
huga, haldi eg ikki tað ber til at siga, at siglingin á nakran hátt er órímilig. Sum nevnt omanfyri, so
er tað heldur ein spurningur um smidleika í siglingini og tað er møguligt, at teir 122 túrarnir um
vikuna kunnu leggjast øðrvísi til rættis, so teir passa betur til tørvin.
Ferðafólkahagtølini vísa, at tað á fleiri túrum einans eru 1-2 ferðafólk umborð og spurnartekin kann
sostatt setast við, hvussu neyðugir allir túrar í ferðaætlanini í veruleikanum eru. Slíkir túrar, sum eru
dýrir í rakstri og gera lítla nyttu, gera tað torført at leggja eina skynsama ferðaætlan, sum bæði tekur
atlit at tørvi, men eisini at krøvunum um viðlíkahald, trygdarkrøv v.m.
Spr. 3:
Sum nevnt, havi eg biðið SSL um at kanna enn einaferð, hvørjar tillagingar kunnu gerast í
ferðaætlanini, sum í størri mun taka atlit at tørvinum, eisini í vikuskiftinum, men sum eisini taka
hædd fyri m.a. hvílitíðarreglum og øðrum krøvum. Sum nevnt, er hetta ein avbjóðing, eftir sum
Teistin siglir við nærum fullum orkuføri og ein tillaging í vikuskiftinum merkir, at tað er neyðugt at
broyta vaktarskipanina og tillaga ferðaætlanina aðrar dagar.
3 / 3
SSL er í løtuni í ferð við at endurskoða vaktar-og ferðaætlanir innan fyri karmarnar av sáttmála- og
lógarásetingum. Síðst í apríl skipar SSL fyri einum evnisdegi fyri innbodnum við framløgum frá
SSL og uppskotum til ymiskar loysnir, sum kunnu umrøðast nærri, áðrenn tær verða settar í verk.
Hetta er samstundis eitt høvi at viðgera ferðaætlanina hjá Teistanum nærri og umrøða, hvørjar
møguligar tillagingar kunnu fremjast, so siglingin verður so smidlig, sum til ber.
Spr. 4:
Siglingin út í Hest hevur regluliga verið umrødd og ymiskar loysnir hava verið uppi at venda. Ein
møguleiki er, at eitt annað minni skip verður sett í sigling millum Hest og Gomlurætt, møguliga
eisini við túrum til Kolturs, og at Teistin einans verður nýttur til serligar túrar, tá tørvur er á at flyta
størri farm. Møguleikarnir eru tó ikki kannaðir nærri enn.
Eftir lógini um undirsjóvartunlar um Tangafjørð og til Sandoynna, er ætlanin at fara undir at bora
undirsjóvartunnilin til Sandoynna í 2018. Tað merkir, at tað um lutfalsliga fá ár verður koyrandi til
Sandoynna. Í sambandi við tunnilsarbeiðið er neyðugt at viðgera nærri politiskt, hvussu ferðafólkaog
farmaflutningurin út í Hest skal handfarast.
Vinnumálaráðið, tann 10. apríl 2015
Johan Dahl
landsstýrismaður

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad