Lýsing

Er Sildberin góðkendur sum ferðafólkaskip?

Páll á Reynatúgvu vil millum annað hava at vita um Sildberin er endaliga góðkendur sum ferðafólkaskip, tí hevur hann sett Johan Dahl ein § 52a fyrispurning um viðurskiftini hjá Sildberanum

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um nýggja Sildberan, settur Johan Dahl, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1) Hevur Sildberin fingið endaliga góðkenning sum ferðafólkaskip frá føroyska skipaeftirlitinum?

2) Hevur nakað beinleiðis samskifti verið millum landsstýrismannin og Sjóvinnu-stýrið um møguligu góðkenningina av Sildberanum sum ferðafólkaskip?

3) Er skrokkurin broyttur, síðani skipið kom til Føroya, og hví?

4) Hvør tók stig til at broyta skipið?

5) Hvussu tjúkt er stálið í botni, og borðum á Sildberanum?

Viðmerkingar
Undirritaði setti fyri nøkrum mánaðum líknandi fyrispurning, og fekk tá at vita at Sildberin var fyribils góðkendur sum ferðafólkaskip. Fyri at fáa vissu fyri trygdini hjá teimum, sum ferðast á Skúvoyarleiðini, verður spurt uppaftur.

Á Løgtingi, 4. februar 2015

Páll á Reynatúgvu

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad