Lýsing

Páll á Reynatúgvu

Um meg

Føddur: 26. juli 1967 í Havn.
Foreldur: Niels og Ada á Reynatúgvu.
Kona: Kristina J. á Reynatúgvu, dóttir Óla F. og Ásleyg Johannesen.
Børn: Ása á Reynatúgvu, Ida á Reynatúgvu, Nils á Reynatúgvu og Óli á Reynatúgvu.
Útbúgving: Fysioterapeutur og diplomfysioterapeutur í leiðslu.
Fyrrverandi yrki: Fysioterapeutur.
Politisk søga: Valdur inn á ting í 1998, 2002 og afturvaldur á løgtingsvalinum 20. januar 2004, og sum varalimur á valinum 2008 og valdur aftur sum fastur tingmaður í 2011.

 

Formaður í Trivnaðarnevndini 1998-2002. Landsstýrismaður í almannamálum 2002-2004. Valdur í kommunustýrið á Sandi við kommunuvalið 2000, varð valdur til borgarstjóra og afturvaldur á kommunuvalinum 2004.
Heimstaður: 210 Sandur.