Lýsing

Bjørt Samuelsen

Verið væl komin á heimasíðu mína 🙂

Her kanst tú lesa eitt sindur um meg og virksemi mítt.

Varð vald á ting fyrstu ferð í januar 2008, og síðani tá hevur politikkur verið fulltíðarstarv mítt.

Vinna, grøn orka og heilsa eru í miðdeplinum fyri politiska virksemi mínum, umframt at eg ynski at Føroyar leggja munandi størri orku í uttanríkispolitikk og umhvørvið, ið fær so alt ov lítið uppmerksemi. Havi tó áhuga fyri og havi tikist við flestu politisku fakøki.

Undir øllum mínum politiska virksemi liggur ein grundleggjandi hugsjón um álit á egnari megi – sum eg meti vera eina fyritreyt fyri frambuðri, bæði hjá einstaklinginum og hjá tjóðini. Føroyar eru okkara land og okkara ábyrgd. Megin at lyfta Føroyar framá býr í Føroya fólki!

Í Løgtinginum eri eg næstforkvinna í Vinnunevndini, limur í Trivnaðarnevndini, varalimur Uttanlandsnevndini og virkin varalimur í Norðurlandaráðnum.

Um tú vilt vita meira um bakgrund mína – far undir “Mín bakgrund”.

Mín bakgrund

Eri uppvaksin í Havn og flutti 19 ára gomul eitt skifti til París og síðani til Keypmannahavnar at lesa á Den kgl Veterinær- og Landbohøjskole, har eg tók prógv sum kandidatur í bromatologi – matvøruverkfrøði.

Seinni gekk leiðin til Oslo at lesa til journalist á Norsk Journalisthøgskole. Í Norra starvaðist eg á Aftenposten, Forbrukerrapporten og á NRK1. Aftaná nærum 16 ár í útlegd, fluttu vit heim við ársenda í 2000. Her havi eg starvast í útvarpinum, sjónvarpinum, sum kunningarráðgevi í Tinganesi, undirvíst á Fróðskaparsetrinum, umframt rikið mína egnu frílansfyritøku.

Í november 2007 stillaði eg fyri fyrstu ferð upp til Fólkatingsval, og í januar 2008 til Løgtingsval, har eg varð vald við dyggum stuðli. Mítt fyrsta álitisstarv í politikki, var sum landsstýriskvinna í vinnumálum í 2008, undir CHE-samgonguni. Hetta var ein óvanliga spennandi og avbjóðandi tíð, har vit fingu nógv av skafti, hóast stjórnartíðin gjørdis alt ov stutt.

Í Løgtinginum var eg fyrra valskeiðið umboð í Vinnunevndini og Rættarnevndini, og hetta seinna skeiðið havi eg sitið sum næstforkvinna í Vinnunevndini, limur í Trivnaðarnevndini, umframt varalimur í Uttanlandsnevndini. Eisini eri eg virkin varalimur í Norðurlandaráðum. Havi í Norðurlandaráðnum verið við til at lagt fram fleiri uppskot, og javnan havt høvið at luttikið í kjaki – eitt nú í USA um javnstøðu og í Norra um tættari heilsupolitiskt samstarv millum Norðurlond.

Míni frítíðarítriv eru at renna, sjósvimja, lesa ella bara hugna við familjuni.

Eg eri gift Peter S. Østergård, djóralækna, og eiga vit børnini Ragnhild Petursdóttir Østergård (1994) og Torstein Bjartarson Østergård (1999), umframt hundin Storm.


Nevndar- og álitisstørv:
2013-    : Cøliakifelag Føroya, skrivari
2013-    : Løgtingsins uttanlandsnevnd, varafólk (fyri Poul Michelsen)
2011-    : Norðurlandaráðið, varafólk (fyri Høgna Hoydal)
2011-    : Løgtingsins trivnaðarnevnd, nevndarlimur
2011-    : Løgtingsins vinnunevnd, næstforkvinna
2008-11: Stjórnarskipanarnevndin, varalimur
2008-11: Løgtingsins vinnunevnd og rættarnevnd, nevndarlimur
2008-    : løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
2008     : landsstýriskvinna í vinnumálum
2007-08: Umsjónarráð Landsbanka Føroya
2007-08: Hansen International, nevndarlimur
2007-11: Kveik.fo, nevndarlimur
2006-08: URD, kassameistari
2004-05: Føroyska Málnevndin, nevndarlimur
2001-04: Føroya Blaðmannafelag, kassameistari
2002-03: Programmnevndin fyri ÚF, nevndarlimur
1998-00: Fagpressens Journalistforum, Norra, nevndarlimur
1994-00: Norks-Færøysk Lag, skrivari og kassameistari

Limur í:
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag
Reyði Krossur Føroya
Krabbameinsfelagið
Felagið føroysk seglskip
Havnar Svimjifelag
Bragdið
Tøkum Lætt
Kvinnufelagið í Havn
Urd
Cøliakifelag Føroya

Fødd: 2. mars 1965
Foreldur: Marin (fødd Clementsen) av Sandi og Heðin Samuelsen úr Havn
Hjúnafelagi: Peter Skou Østergård, sonur Thorsten Østergård og Ester Karen Skou úr Kolding
Børn: Ragnhild Petursdóttir Østergård (1994) og Torstein Bjartarson Østergård (1999)

Útbúgving: Journalistur og kandidatur í matvøruverkfrøði (cand brom)

Yrki: Løgtingskvinna.
Journalistur, sjálvstøðug vinnurekandi og undirvísari.

Politisk álitisstørv: Afturvald á ting 29. oktober 2011. Næstforkvinna í Vinnunevndini. Limur í Trivnaðarnevndini. Varalimur í Uttanlandsnevndini og Norðurlandaráðnum.

Fyrstu ferð vald á Løgting 19. januar 2008.
Februar til september 2008 landsstýriskvinna í vinnu-, samferðslu og javnstøðumálum.
2008-2011 limur í Vinnunevndini og Rættarnevndini. Varalimur í Stjórnarskipanarnevndini (§ 25 nevnd) og í Fíggjarnevndini.

Heimstaður: Tórshavn

Telefon: 599909

Heimasíða: www.tjodveldi.fo/bjort

Email: bjorts@logting.fo