Lýsing

POLITIKKUR STØRRI TÝDNING ENN SESSIR

Landsstýrið er nú endaliga umskipað, eftir at Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum her fyri segði seg frá sum landsstýriskvinna í mentamálum. Við umskipanini eru málsøkini undir Mentamálaráðnum býtt ímillum Honnu Jensen úr Framsókn, sum er nýútnevnd landsstýriskvinna, og Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra.

Tó at Tjóðveldi nú er størsti flokkur í samgonguni og tískil kundi gjørt krav upp á væl sterkari umboðan í bæði landsstýri og løgtingsnevndum, so eru tað í fyrsta lagi tey politisku málini, sum hava verið avgerandi fyri flokkin, nú grundarlagið fyri samstarvinum restina av samgonguskeiðnum skuldi endurskoðast.

Fyri Tjóðveldi hevur tað verið avgerandi, at ferð verður sett á fleiri yvirtøkur, og at trygd fekst fyri, at fleiri av teimum týðandi málunum, sum eftir eru at fremja, politiskt kunnu bera á mál; her kunnu nevnast lógin um veiðigjald, margfeldislógin, tann talgildi samleikin, ítróttaháskúlin í Vági, listaskúlin á Sandi og Húsarhaldsskúlin í Klaksvík.

Fleiri onnur týðandi mál skulu eisini fremjast, tí tað er politiskt innihald og viljin at taka politiskar avgerðir landi og fólki at frama, sum meira enn nakað annað skal eyðkenna løgtings- og landsstýrisarbeiðið hjá Tjóðveldi. Semja er í samgonguni um øll hesi mál, sum tað verður kunnað nærri um á tíðindafundi í næstu viku.

Sjálvt um politikkurin vigar munandi meira fyri flokkin enn sessirnir, er flokkurin ikki við sviðusoð í so máta í sambandi við umskipanina.

Høgni Hoydal fær nevniliga mentanarpartin í Mentamálaráðnum at umsita, tað er kirkjumál, ítrótt, mentan, miðlar, søvn og list. Hanna Jensen skal umsita skúla- og undirvísingarmál, tað er  miðnámsútbúgvingar, børn og dagstovnar, vaksnamannalæru, hægri útbúgvingar, fólkaskúlan og gransking.

Samstundis verða Norðurlandamál og vitaverkið flutt frá Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharra, til Høgna Hoydal at umsita.

Deil hesa grein umvegis
468 ad