Lýsing

  • Kykmyndir
  • Lesarabrøv
  • Tíðindi
  • Tingarbeiði

Vit skulu hava eina bindandi veðurlagslóg

Í 2009 samtyktu allir flokkar á tingi Veðurlagspolitikk Føroya. Ein politikk um, at útlátið av vakstrarhúsgassum skuldi minka við í minsta lagi 20% fram ímóti 2020 sammett við 2005. Nú kunnu vit staðfesta, at hetta miseydnaðist fullkomiliga. Útlátið er nú nógv hægri, enn ætlað. Tí skulu vit hava eina bindandi veðurlagslóg. Men meirilutin í løgtinginum hevur aftur valt sama leist sum í 2009....

Útoyggjar í Føroyum

Kalsoyingar eru nakað nær føroyameistaraskapinum í ferðavinnu. Í gjárkvøldið var valfundur í hugnaligu hølunum Edge í Mikladali. Har hoyrdu vit um, hvussu tey kýta seg í øllum fýra bygdum í Kalsoynni at fáa tað at bera til at hava eina vinnu á staðnum og ein gerandisdag at bera til. Men mangir eru fløskuhálsarnir, og allar ringasti er samferðslumøguleikarnir. Gamli Sam er góður, men gamal og...

“Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!”

Sterkar kreftir, sum hava fingið tillutað framíhjárætt til vinnurættindini til náttúruognir Føroya fólks, og tí av órøttum higartil fingið milliardaupphæddir fyri alt ov lítið, arbeiða av øllum alvi at forða fyri at veruliga virði af hesum framíhjárætti verður goldið “keisaranum” – Føroya fólki. Teirra dagsskrá hevur higartil eydnast væl, og tað verður av øllum alvi forðað fyri at...

Heimasíðan hjá Tjóðveldi lesur fyri tær

Tjóðveldi fegnast í dag um, at heimasíða floksins nú kann lesa upp kunning á síðuni. Møguleikin er serliga ætlaður teimum, sum ikki fáa lisið sjálv, og tey hava nú somu atgongd til síðuna sum onnur. Tey hava fingið javnbjóðis atgeingi. Javnbjóðis atgeingi er týdningarmikið Uttan tað hava ikki øll sama møguleika til informatión og fáa ikki sum onnur fylgt við í tí, sum fyriferst. Í hesum...

SETA FØTUR UNDIR EGIÐ BORÐ?

Sagt verður ferð eftir ferð, at rætturin at seta føtur undir egið borð er ein mannarættur. Men hevur tað verið tað, vit hava merkt í Føroyum?   At vera eitt sosialt burðardygt land merkir, at trivnaðurin er góður, at fólkið hevur tað gott, og at grundleggjandi tørvurin er nøktaður hjá ungum sum eldri. Ein tann mest grundleggjandi tørvurin fólkið hevur, er at hava ein bústað.   Tað eigur...

Træseglskipini – siglandi søvn og dýrabærur arvur

Westward Ho TN54. Fór mær ein túr at vitja umborð í morgun. Á sjómannadegnum verða tingfólk á hvørjum ári boðin at sigla við gomlu føroysku træseglskipunum úr Leirvík til Klaksvíkar. Tað er altíð ein hugtakandi løta, tá skipini savnast á pollinum og í felag sigla inn og leggja at í fiskivinnumiðdeplinum. Træseglskipini eru søga okkara. Tey eru grundarlagið undir, at vit fluttu okkum frá...

LAKSAALINGIN

  Eitt av mínum hjartamálum er, at náttúruríkidømið skal koma øllum føroyingum til góðar. Og vit skulu liva av okkara egnu virðum heldur enn av skatti frá vaskikonuni á Nørrebrúgv.   Føroyska laksaalingin er ein sólskinssøga fyri partaeigararnar. Hon skapar nógv arbeiðspláss og er ein stórur partur av føroyska útflutninginum. Men er hon ein sólskinssøga fyri ALT tað føroyska...

Samstarv um hagarnar

Vit mugu samstarva um hagarnar heldur enn at dyrka tað, sum skilir okkum. Bøndur, ferðavinna og myndugleikar mugu draga somu línu.

Tímalønt og sjálvstøðug skulu tryggjast við lóg!

Tímalønt starvsfólk og sjálvstøðug eru í dag fyri stórum mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Hetta má og skal broytast, soleiðis at vit tryggja øllum arbeiðstakarum í Føroyum somu rættindi og skyldur. Tá eitt alment lønt starvsfólk verður rakt av sjúku, fær tað fulla løn undir sjúku, uttan at skula lyfta ein fingur. Góð og virðilig kor til ein modernaðan arbeiðsmarknað. Tímalønt og sjálvstøðug...

Sjey vegir til ríkari Føroyar

Vit hava nógvar ótroyttar gøtur, sum kunnu skapa ríkidømi til fólkið og land okkara. Vit skulu nýmenna, skapa nýtt úr gomlum og fleiri vinnuvegir. Vit eru ein nalvi í heiminum – um vit lofta møguleikunum. 1) Ferð á kreativar vinnur. Filmur, tónleikur, list, sniðskapan, toy- og klædnavirkan, matframleiðsla, telduspøl, forrit, appir. Leiklist. Heilsu- og vælveruvinna. Kreativar vinnur draga ung og...

Tímalønt og sjálvstøðug skulu tryggjast við lóg!

Tímalønt starvsfólk og sjálvstøðug eru í dag fyri stórum mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Hetta má og skal broytast, soleiðis at vit tryggja øllum arbeiðstakarum í Føroyum somu rættindi og skyldur. Tá eitt alment lønt starvsfólk verður rakt av sjúku, fær tað fulla løn undir sjúku, uttan at skula lyfta ein fingur. Góð og virðilig kor til ein modernaðan arbeiðsmarknað. Tímalønt og sjálvstøðug...

Munandi íløgur í mál og mentan

Tøkniliga menningin hevur verið risastór hesa øldina, og eins og eldur er tøknin góður vinur og ringur fíggindi. Fyrimunurin við henni er, at alt er vorðið so nógv lættari, og at vit nátt og dag fáa skjóta kunning um alskyns viðurskifti. Vansin er, at lætt er at taka við øllum, sum kemur uttanífrá, so mál og mentan verða sett undir trýst. Hetta sæst ikki minst, tá smábørn hyggja at filmum við...

Vit eiga øll okkara flog!

Eitt tað mest myndandi tíðarskeiðið í lívinum, er okkara tilvera innan skúlagátt.   Summi stórtrívast. Summi av og á, og uppaftur onnur als ikki.   Eins góð kenslan er tá tú mennist, kveikist menniskjaliga og sodnar bæði líkt og ólíkt, eins forpestandi og niðurtyngjandi, kann skúlatilveran vera, tá illa stendur til.   Ongin av okkum kennir seg væl, tá ráðaloysið og virðisloysi...

TEY SUM HAVA MINST SKULU FÁA MEST

Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum. Hetta ríkidømið kemur tíverri ikki øllum til góðar, og vit hava alt ov nógv, sum stríðast fyri at fáa mat á borðið. Støðan er ikki vorðin betur av høga prísvøkstrinum, og meira enn nakrantíð er tørvur á, at tey ríkastu í samfelagnum vísa samhaldsfesti við teimum, sum hava minst. Vit hava sæð stór yvirskot í bæði uppsjóvarvinnuni og alivinnuni,...

FELAGSSKAPUR, FYRIBYRGING OG FÓLKARÆÐI

Í trý ár hava eg og maðurin vaskað B36-húsið saman við synunum hjá okkum. Vaska skiftingarrúm og vesi. Selt óteljandi koppar av kaffi og toast. Bakað skuffukøkur og havt tombola. Fyri Neistan selja vit jólatrø og standa vakt á festivalum kring landið. Tað er fólkaræði í verki! Ongin vallyfti. Ongin krossur, sum skal setast. Men felagsskapir, har børn, ung og vaksin læra um samavgerð, samábyrgd,...

Málið um málið í málið.

Eitt barn søkir samband við umheimin. Tey rundanum svara og vísa áhuga. Barnið grætur, tá okkurt er, fær nøktað tørvin og síðani koma ljóð, ið boða frá nøgdsemi. Verðin er ein bók, og málið verður varliga ment. Tað hoyrir og sær, hvussu tey rundanum tosa, flenna, syngja og siga ljóð, meðan anlitsbrøgdini undirstrika, hvat er á vási. Hetta er umráðandi tíðin, har málið spakuliga birtist...

Hví skulu vit melda okkum inn í alheims samfelagið ?

Amatøroyar plaga at skemta við hvussu vit ganga runt í inniskóm á Oyrasundi og damla í okkara egna dunnuhyli. Vit flenna hjartaliga, men vit vita samstundis, at vit mugu hyggja út um bøgarðarnar.   Vit liva av útflutningi frá okkara sera dugnaligu vinnu. Útflutningur og innflutningur mugu yvir tíð javnviga. Vit hava granskingarsamstørv tvørturum landamørk. Vit kunnu lesa og arbeiða í øðrum londum....

BØURIN

Samlaða víddin av føroyska lendinum er 1.400 km2. Av hesum er í dag einans 4% bøur. Varð allur bøurin sligin, og nýttur sum fóðurgrundarlag til føroyska landbúnaðin, svarar tað til at virði á 126 milliónur krónur um árið við dagsins prísum. Hetta virði hava bøndur og okkara forfedrar skapt, fyri at yvirliva. Umskipaðu vit lendi, til nútíðaramboð, og gagnnýttu allar teir 5.600 hektararnar av bøi...

OLJUFELØGINI MUGU VÍSA SAMHALDSFESTI

Oljan er dýr í Føroyum. Hon er eisini ov dýr. Tað staðfesta kanningar hjá Kappingareftirlitinum, sum er myndugleiki á økinum. Kappingareftirlitið sigur orðarætt, at “duopolstøðan á oljumarknaðinum er til ógagns fyri vanliga føroyingin og føroyska húskið.” Hetta gongur beinleiðis út yvir vælferðina hjá føroyinginum. Vit gjalda snøgt sagt ov nógv fyri oljuna og hava tí minni eftir til aðrar...

Anna og Niels hava ikki ráð at fara undir útbúgving

Ein týðandi partur av framhaldandi menning í samfelagnum er, at okkara ungu nema sær útbúgving. Í Føroyum eggja vit okkara ungu til at nema sær førleikagevandi útbúgving – og tað velja tey flestu av okkara ungu eisini. Nógv ung fara í læru og nógv ung fara eisini undir útbúgving á Heilsuskúlanum, á Vinnuháskúlanum, á Sjónám, á Fróðskaparsetrinum og so framvegis – og eru at kalla allar...

NEI TIL BLACK FRIDAY! – JA TIL GRØNAN HÓSDAG 8. DESEMBUR!

Valið hesaferð er eitt umvhørvisval. Samgongan hevur koyrt ein svartan umhvørvispolitikk og tað má broytast NÚ! Vit noyðast at umskipa búskapin, so hann ikki er tengdur at dálkandi vøkstri. Vit eiga heldur at stremba eftir einum sjálvberandi búskapi, ið byggir á samhaldsfesti, umsorgan, samstarv og tað at verja náttúruna. Vit mugu stegða slíkum átøkum sum BLACK FRIDAY, tí tað eru vit ungu, sum koma at...

153 MILLIÓNIR KRÓNUR UM ÁRIÐ

Visti tú, at tað kostar 153 milliónir krónur at føða 70.000 ær um árið? Visti tú, at lendið ger tað fyri okkum, hvønn dag í árinum, bert við at vera har? Visti tú, at hetta gevur okkum 1000 tons av kjøti um árið? Visti tú, at hetta kann gagnnýtast betur og samstundis vera burðardygt? Visti tú, at vit eiga rávøruna til at verða sjálvbjargin við seyðakjøti, men til hetta krevst ein...

Tað er tí vit búgva her

–          50 mió. beinanvegin til mentan og mál og list   Tað er eitt dagligt bragd, at meira enn 42 ættarlið hava skapað tjóð í hesum landi. Egið mál, mentan og list. Mentan og list eru grundarlagið undir okkara samfelag og samleika og menning. Tað er tí vit búgva og liva her.   Tjóðveldi hevur í síni valskrá sjálvsagt brúkt drúgva tíð til mentan og mál og list. Vit mugu og...

Gransking er grundin undir framtíðini

Vitjaði í gjár framsýningina Dear, my dear í gomlu gentukostdeildini í Hoydølum. Spákaði eftir gøtunum við gamla sanatoriið við vakra útsýninum móti Boðanesi og Nólsoyarfirði. Her, sum bróstsjúkrahúsið lá. Hesum dalinum, har tuberklasjúk ikki vistu, um tey nakrantíð sluppu heimaftur til síni kæru á lívi. Her, sum vónin og vónloysið bardust í sárbærum sinni. Hugsaði um tann ovurstóra...

Vel eina reyða, grøna og litríka rødd á løgting

Eg eiti Pól Jóhannus, eg eri 18 ár og millum yngstu valevnini, ið stilla upp til løgtingsvalið. Mín politiska hugsjón er reyð, grøn og litrík, og eg stilli upp fyri Tjóðveldi. Eg vil eitt samfelag, har ongin dettur niðurímillum, har vit taka ábyrgd av umhvørvinum, og har vit kunnu vera júst tey vit eru. Fyri meg, er tað sjálvsagt, at vit ungu mugu sita við við borðið har avgerðirnar verða tiknar,...

At verja umhvørvið snýr seg um eina hugburðsbroyting

Tey ungu góðtaka ikki, at pappír, plastik og annað órudd verður tveitt í náttúruna, og her hava barnagarðar og skúlar gjørt eitt stórt arbeiði. Vit plaga at siga, at Føroyar eru grønar – og ikki minni vakrar, og her er Sandoyggin sjálvsagt besta dømi – men vit í Tjóðveldi vilja, at allar Føroyar skulu gerast enn grønari og reinari. Vit vilja, at Føroyar í størst møguligan mun...

Okkara egnu virðir

Video um útróður og landbúna.

Aftursvar til Hanus Jacobsen

Bakkafrost ger íløgurnar av forrætningsávum og ikki fyri at bera Føroya fólki rætta gjaldið fyri framíhjávinnurættindi at ala á føroyskum firðum og sundum.   Góði Hanus, Tú hevur evstu ábyrgd av virkseminum hjá Bakkafrost í USA og tí takki eg fyri viðmerkingarnar og tað innlit í upplýsingar um Bakkafrost, sum tú fær givið, og sum almenningurin sjálvandi ikki hevur. Eg skal eftir førimuni...

Adressuleys størv – sita í Svínoy ella á Landavegnum og arbeiða í Tinganesi

Internet, teldur og tøknin sum heild hevur í meiri enn 10 ár verið til at starvsfólk í skrivstovustørvum kunnu sita at kalla allastaðni í heiminum og arbeiða. Hóast hetta, so verða øll størv í almennu umsitingini framvegis lýst leys við arbeiðsstaði á ávísari adressu og við ávísar skrivstovu. Á heystið 2018 vitjaði eg í lítlu bygdini Tangstad í Lofoten í samband við NORA-verkætlanina...

200 mió. detta niður av himli, men enda á skeivum matrikli

Hvørt ár missa Føroyar áleið 200 mió í inntøkum, tí loftrúmið framvegis liggur á donskum hondum. Tí eiga Føroyar at yvirtaka loftrúmið beinanvegin. Yvirtøkan av loftrúminum stendur á lista  B í heimastýrislógini og er seinni staðfest í yvirtókulógini, og tí er als ongin forðing fyri, at Føroyar yvirtaka loftrúmið við øllum teimum møguleikum og inntøkum, ið liggja í hesum...

Bakkafrost – umhvørvislig burðardygd og sosial burðardygd

Í tíðindunum hoyrdu vit um, at Bakkafrost hugsaði um umhvørvisliga burðardygd og at minka um útlátið frá veitingarketuni (keypa tí sum mest lokalt). Í dagsins samfelag er tað eitt “krav” at fyritøkur hugsa um umhvørvið, og er tað at fegnast um, at føroyskar fyritøkur eisini hava tikið hendan táttin upp. Ein nýggjur trendur er at fyritøkur eisini skulu hugsa sosialt – at fyritøkur eru...

Tá 6 milliónir, gjørdust til milliardir!

Knappliga ein dag, í undanfarnu samgongu, hoyrdust boðini í útvarpslurtinum, at føroyski lívfiskurin, høvuðsgrundarlagið undir føroyska laksaævintýrinum, skuldi fyribeinast. Alifyritøkurnar høvdu lítið álit á dygdini á føroyskt menta lívfiskinum. Eisini hóast nógv orka og vit, hjá nógvum undangongufólkum, í nógv ár var lagt í uppgávuna. Bakkafrost var tó so beinasamt, at halda lívfiskunum á...

LOYSA MARKAFORÐINGAR Á BARNA- OG UNGDÒMSØKINUM

Børn skulu ongantíð detta niður ímillum tveir stovnar, tvær skipanir ella tvey ráð, sum vit ferð eftir ferð hoyra og síggja í Føroyum. Tórmóður Stórá hevur sagt tað fleiri ferðir – vit skulu droppa at noyða skipanir í Føroyum til at samstarva, tí tað riggar ikki. Vit skulu ístaðin samskapa nakað nýtt. Tað megna vit. Og tað ynski eg, at verða við til. Yvirskipað veit man, at tað er trupult...

Barentshavið!

Eg taki frástøðu frá gerðunum, ræðuleikunum og herferðini hjá krígsmaskinuni úr Russlandi, og týningini av ósekum mannalívum í Ukraina. Men! Í verandi løtu hava vit eitt týðandi fiskarí í Barentshavinum. Hetta fiskarí røkkur aftur til 1977 og er livibreyðið hjá óteljandi fiskimonnum og familjum her á landi og harvið grundarlagið undir nógvum vinnulívsfyritøkum. Í hesum ófrættakendu tíðum,...

Vit skulu loysa kjarnuvælferðina

Vøksturin í samfelagnum hevur verið ovurstórur tey seinastu árini. Inntøkurnar frá persónsskatti og partafelagsskatti  hava sligið met, og er hetta komið væl við hjá landi og kommunum, sum við enn fleiri íløgum hava megnað at bygt okkara vælferðarsamfelag enn meira út. Men vælferðarsamfelagið Føroyar stendur yvir fyri stórum avbjóðingum komandi árini, tí vit hava ikki nóg nógv starvfólk til at...

Føtur undir egið borð

Filmklipp um týdningin av, at fólk sleppa at seta føtur undir egið borð, eisini tey, ið búgva uttan fyri høvuðsstaðin.

Danmark velur aftur síðu ímóti okkum

Tað er spell, at tað skal vera grundað á kríggj, neyð og elendigheit, men reaksjónirnar í Danmark og ES upp á føroysku avgerðina um at endurnýggja fiskivinnuavtaluna við Russland vísir enn einaferð púra greitt, at "ríkisfelagsskapurin" er eitt til høvið konstruerað orð uttan nakað sum helst innihald. Danmark fer at fylgja ES í hesum spurninginum, onki er so vist sum tað, eisini um...

Vælferðarhetjurnar!

Vit runnu um kapp við lovorðum um okkara ‘samfelagshetjur’, ið klóraðu á koronabasillunum – við orðum sum rættvísari løn, betri arbeiðstreytir vm. Í reinum andiligum kærleika, umsorgan, røkt, hjálp og nærveru til tey sjúku, ung sum eldri, hildu tey samfelagnum koyrandi. Men ups! Nú er vanligur gerandisdagur aftur og tey glíða aftur í gloymskuna! Allar kanningar vísar á, at skiftisvaktarstørv eru...

Sjálvbjargin ung!

Fyri tey allarflestu er læru og lestrartíðin merkt av at pengarnir ikki eru teir nógvu.   At hvørt oyra má vendast fyri eisini at hava ráð til tey stuttligu tingini, sum hoyra ungdómslívinum til. Ítróttin, upplivingarnar, og ballini við.   Umframt breyð á borðið sjálvandi.   Tey flestu okkara hava verið har. Summi arbeitt og lagt til síðis áðrenn lestur. Onnur meðan tey lesa og læra, og...

Íløgur í góð minni í barna- og ungdómsárunum – hvat er tað?

Tað skulu fleiri partar spæla saman, um børnini og tey ungu skulu fara ígjøgnum fyrstu árini við einari kenslu av, at tey eru partur av einum felagsskapi, at tey eydnast sum menniskju, og at tey trívast og mennast. Í Vági hava vit sett inn á fleiri økjum og gjørt "íløgur í góð minnir í barna- og ungdómsárunum" við arbeiðssetninginum "øll børn skulu hava kensluna av at...

Vaðhorn á Strondum: VILJIN AT GERA MUN!

Tjóðveldi sigur í valskránni, at skapast skulu betri rættindi og kor at reka vinnu hjá smærri og meðalstórum vinnufyritøkum, og at atgongdin at sleppa framat í fiskivinnuni hjá fólki kring landið skal økjast.   Virðisøking av tilfeinginum úr havinum er eitt av málunum, ið flokkurin leggur dent á. Saman við betri atgongd til fjølbroyttar marknaðir kann virðisøkingin skapa munandi vøkstur í...

Betri kor til fyritíðarpensjónistar

At vera fyritíðarpensjónistur er ikki altíð lætt. Fyri tey flestu er tað ein stórur missur og sorg ikki at vera partur av vanliga arbeiðsmarknaðinum. Nakrir fyritíðarpensjónistar kunnu greiða frá stórum einsemi og tøgn um teirra støðu. Og kenslan av at standa uttanfyri fealgsskapin rakar mong meint. Hinvegin eru nøkur viðurskifti blivin betri, nú bøttir møguleikar eru at koma í tillagað starv...

Álvaratos Rósa, eg taki námsfrøðina í størsta álvara!

Rósa Samuelsen leggur í lesarabrævi meg undir at vilja undirgrava námsfrøðiútbúgvingina. Einki kundi verið meira skeivt! Eg taki námsfrøðina og námsfrøðiútbúgvingina í størsta álvara. Arbeiði sjálvur á barna- og ungdómsøkinum og síggi tí dagliga, hvussu stóran tørv vit hava á fleiri fakfólkum á dagstovnaøkinum. Bæði námsfrøðingum og hjálparfólkum, sum heldur enn fegin vildu tikið...

Blás í hornið Ólivant!

Politiska høvuðsmálið á hesum løgtingsvali snýr seg í fyrsta lagi um at fáa fatur á tilfeingisvirðini hjá føroyingum. Tilfeingisgjøld fyri ein framíhjárætt, sum aftaná innkrevjingina allíkavæl vil tryggja eigararunum eitt rímiligt avkast av sínum íløgum.   Eitt fámannaveldi við alikongum og kvotabarónum hevur fingið ein framíhjárætt til fiski- og alivinnuna við alt ov lágum...

FJØLBROYTT LÆRA STYRKIR SAMFELAGIÐ

Í einum lítlum samfelag við støðugt broytiligum arbeiðsmarknaði er neyðugt at hava fjøltáttaða og broytiliga arbeiðsmegi við ymiskum førleikum – bæði faklærdum og ófaklærdum, lat ongan iva vera um tað. Tó vísa royndir aðrastaðni við vaksnamannalæru, at tað er eitt gott amboð at útbúgva ófaklærda arbeiðsmegi ella endurútbúgva faklærda arbeiðsmegi. Hevur tú av einari ella aðrari orsøk...

Gongd í haga

Tað er lætt at finna eina skilagóða loysn uppá tað sonevnda “trupla” málið um gongd í haga.   Av einhvørjari orsøk er málið blivið gjørt nógv meira fkøkt enn neyðugt er. Tí tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki hjá føroyingum at farið í hagan, um spurt varð um loyvi frammanundan. Bóndafelagið og óðalsfelagið eru harafturat í holt við at finna praktiskar loysnir á hesum...

Føroya Lutaíbúðarfelag – ein partur av loysnini á bústaðartrupulleikanum

Seinasta árið ella so, havi eg arbeitt ítøkiliga við einari loysn á bústaðarneyðini. Eg havi verið á fundi við peningastovnar og Bústaðir, og báðir partar eru sera áhugaðir í júst hesari loysnini við lutaíbúðum, tí vit vita jú, at kring alt landið er ungar familjur, einstaklingar, eldri pør og onnur, sum leita eftir bústaði til hóskandi kostnað – talan er bæði um fólk, sum sóknast eftir...

EIN PLASTIKSTÓLUR !

Tað er EIN milliard um árið, sum skilir okkum frá loysingini. 642 milliónir í blokki umframt tey málsøkini, sum vit mangla at yvirtaka. Metingin er rundað upp og hon er pessimistisk. Tí hetta er uttan at taka við teir veldigu møguleikar og tær inntøkur, ið vit fáa atgongd til sum sjálvstøðug tjóð. Bara OL luttøka, fyri at nevna eitt dømi, sum liggur mær nær at hjarta, gevur okkum nógvar milliónir í...

Gongd í haga

Í øllum meldrinum um hvør skal hava loyvi at ganga í haganum, og hvør skal ikki, eru náttúrvernd farin næstan heilt afturum. Og tað má vera aðalmálið hjá okkum øllum. Og júst tey, sum varða av teimum ymisku høgunum og fjøllunum, eru tey, sum hava størst áhuga í at varðveita okkara frálíku og virðismiklu náttúru. Kanska kundu jarðareigararnir og festarar annars,  fingið eitt gjald fyri at hava...

Sjálvræði og vinnulív

Sjálvræði hevur verið stevnan hjá mongum føroyingi í meira enn heila øld. Í politikkinum hava flokkar havt sjálvræði sum mál, og tann føroyska arbeiðsmegin og vinnufyritøkurnar hava styðjað dyggiliga upp undir sjálvræðisgongdina við síni virðisskapan. Í dag er føroyska bruttotjóðarúrtøkan 22 milliardir krónur. Sett upp ímóti hesum tali er danski blokkstuðulin bara 3 prosent. Á...

Tímalønt við sviðusoð

Hevur vinnan tað gott hevur familjan tað gott! Tað er slogani. Men er tað nú so? Og er tað so einfalt? Í morgun havi eg frætt, at virkið hjá Bakkafrost í Vági hevur sent starvsfólkini í jólafríð fyri fleiri døgum síðan. Og at boðini eru, at arbeiði ikki verður tikið uppaftur fyrr enn inn í januar. Metstór yvirskot og vinningsbýti í 100 millióna klassanum tryggja so ikki tímaløntu starvsfólkini...

Sálarligur harðskapur skal kriminaliserast

Sálarligur harðskapur er niðurbrótandi og ein ógvuslig hóttan móti heilsuni hjá fólki. Einki slag av harðskapi kann góðtakast, heldur ikki sálarligur harðskapur. Tí eiga vit at kriminalisera sálarligan harðskap.   Fráboðanirnar til Kvinnuhúsið um sálarligan harðskap er vaksandi. Hóast vit hava fleiri hagtøl um sálarligan harðskap móti kvinnum, so eru tað eisini menn, ið verða útsettir fyri...

Undirvísingartilfar skal verða føroyskt

Eg minnist tvær føroyskar skúlabøkur í fólkaskúlanum fyriuttan tær í føroyskum, og tað er okkara søga, sum Christan Høj hevur skrivað og so ein lítil lummabók um okkara húsdjór. Hetta var eisini í nítjanhundrað og okkurt! Nú, vit eru í aðrari øld, er nógv betrað á hesum økinum, men vit hava enn avbjóðingar við undirvísingartilfari í føroyskum, bæði í fólkaskúlanum og í miðnámi. Í...

Vælferð og umsorgan

Neyðugt er at lyfta lønina hjá vælferðarstørvunum, tí umsorganarøkið er hótt av starvsfólkatørvi.

Føroyar fremst! – ikki donsk/grønlendsk áhugamál

“Danmark på vegne af Færøerne og Grønland”. DFG. Soleiðis eita Føroyar, tá Føroyar ferðast á altjóða pallinum.   Uttanríkispolitiska lógin sigur, at Føroyar og Grønland eru ein samanrunnin greipa, og Føroyar tí í einhvørjum fiskivinnuspurningi mugu og skulu koordinera við Grønland fyrst. Eisini sjálvt um Føroyar hava onnur og mótstríðandi áhugamál enn Grønland.   Føroyar noyðast...

Tjóðveldishópurin klárur við gerandisloysnum

Tjóðveldi legði í dag valskránna fram undir savnandi heitinum “vit skulu loysa gerandisdagin.” – Tjóðveldi er loysingarflokkurin í Føroyum og tann samhaldsfasti flokkurin, sum vil skapa javnbjóðis kor og rættindi at virka, skapa, framleiða og liva í Føroyum.   Vit skapa og eiga eitt ómetaligt ríkidømi í landinum. Men ríkidømið og møguleikarnir eru ójavnt býtt. Loysingin skal...

Skráin komandi dagarnir í E-kafé

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur eina politiska e-kafé í Niels Finsensgøtu við síðuna av Blábar. Tað eru fleiri tiltøk á skrá komandi dagarnar:  

Vælferð og ríkidømi

Vit hoyra dag og dagliga, at vit eru eitt av heimsins ríkastu londum. Samstundis hoyra vit eisin dag og dagliga, at okkara vælferðarsamfelag er undir sera hørðum trýstið. Tað er helst ikki bara eg, sum undrist. Vit eru sera rík, men enn haltar tað á vælferðarøkinum, og tað eigur tað sjálvandi ikki at gera. Hornasteinurin undir okkara vælferðarsamfelag er, at tey sum fortjena nógv, rinda eitt sindur...

Samhaldsfast SEV ella fíggjarligt blackout ?

Hví skal eg gjalda fyri eina vøru, sum eg ikki taki niður av hillini ? Ja, hetta er ein fløktur spurningur, men júst soleiðis er støðan hjá SEV. Vit eiga øll SEV – ja, tað er rættiliga kul, at vit øll eru partaeigarar í einum el-veitingarfelag. Vit fáa ikki beinleiðis vinningsbýti, men vit fáa øll ágóðan av eini samhaldsfastari skipan. Streymurin kostar tað sama, um tú býr í Hattarvík ella í...

VIÐ TÆR Á ODDA!

Vit ungu eru tað næsta ættarliðið, sum skal byggja hetta landið. Hví ikki byrja nú? Hví ikki velja eina kós? Hví ikki gera vart við tína meining? Hví ikki hava ávirkan á okkara framtíð? Hesir vóru spurningarnir, sum fóru at mala í mær, tá ið valið bleiv skrivað út, og teir hava nú skumpað meg út í hettar valstríðið. Hví ikki byrja nú? Vit skulu vónandi verða her í nógv ár afturat, vit...

Átøk fyri náttúruna

Føroyar verða í ferðavinnuhøpi seldar sum “unbelievable, unspoiled, and unexplored”. Vakrar lýsingar vísa okkara nátturu, og vit eru errin um okkara flottu vakra land. Men støðan hjá lívmargfeldinum í Føroyum fær ikki nóg nógva rúmd í hvørki kjaki ella politikki.  Svinnið í lívmargfeldinum í heiminum er stórt. Somikið stórt, at tað verður mett, at 1 mió. sløg av plantu- og djórasløgum eru...

Fólkaskúlin!

Alsamt fleiri og fleiri uppgávur hava frá myndugleikanna síðu verið lagdar á skúlan seinastu nógvu árini. Nógv er eisini til tað betra! Og samanlagt vil eg siga, at skúlin megnar ótrúliga nógv betur í dag at stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini. Men í ávísan mun tykist tað, sum at politiski myndugleikin hevur sæð fólkaskúlan sum ein, ið skal taka á seg nærum allar...

FÁMANNAVELDI ELLA LØGTING

Seinastu árini, í takt við at virðir eru vorðin savnað á færri og færri hondum, er ein skeikling farin fram við valdsbýtinum í Føroyum. Hóast vit hava greiðar og lógarfestar reglur um, hvussu valdið er býtt millum lóggevandi og útinnandi, so er sjón fyri søgn, at valdsbygnaðurin ikki er samsvarandi. Frá at Løgtingið var staðið, har lógirnar vórðu smíðaðar og samtyktar, og Tinganes, har...

MEGD má megna meira!

Fá ímynda betur íbornu megina um at vera sjálvbjargin, enn tey sum av onkrum áðum hava skerdan førleika ella serligar avbjóðingar.   Dreymurin og viljin um at gerast javnsettur borgari, er so sterk drívmegi, at flestu okkara kunnu spegla okkum í tí livsvilja, treiskni, og toli, sum eyðkennir hesar okkara borgarar.   Og mangan taki eg meg í at skammast um egnan hugburð, hóast eg ikki eri sloppin heilt...

FERÐ Á FILM OG FILMSVINNU

Játtanin til at gera føroyskan film og afturberingarskipanin at eggja feløgum at framleiða film í Føroyum, skulu vaksa til ávikavist 10 mio og 4 mio krónur yvir hetta næsta valskeið.   Filmsjáttanin skal umsitast í einum filmsgrunni, gjarna í samstarvi við Mentanargrunnin, heldur enn, sum nú, at vera ein játtan, sum landsstýrismaðurin kann leggja seg út í. Játtanin er í dag 3,5 mio kr árliga, men...

Unga Tjóðveldið í Suðuroy stovnað

Nú valfepurin herjar kring landið, ávirkar hetta eisini áhugan hjá ungdómum at luttaka í politiska kjakinum og fylkjast kring flokkar. Í dag tóku ung í Suðuroynni stig til at stovna Unga Tjóðveldi í Suðuroy. Nevnd varð eisini skipað og í nevndini sita Rebekka Holm, Viktoria Holm, Alexander Holm Kilgour, Trúgvi Nielsen, Elisa Nolsøe og Ásgerð Stenberg Olsen. Varalimir: Teitur Borg Brattaberg og Petur...

Tryggleikan skapa vit sjálvi

Nógv tekin eru um, at vit standa á gáttini til eina heimumfatandi búskaparkreppu. Kríggj er í Europa, inflatiónin er tann hægsta í 40 ár, og rentan drønar uppeftir. Tað er tí okkara skylda at føra ein skynsaman politikk, so avleiðingarnar fyri føroyska samfelagið verða minst møguligar.   Tað nyttar ikki at politikarar sleppa at spæla hazard við landshúsarhaldinum og samfelagnum annars, har...

Her er 1 króna

1 króna er ikki nógv. Men 1 króna er so nógv meira, enn fráfarandi samgongan hevur havt í yvirskoti, meðan teir hava sitið á almenna kassanum. Í bestu búskaparligu tíðum og við ongum arbeiðsloysi. Pengarnir fossa út og inntøkurnar torir ongin at tosa um. Skulu vit hava ráð til at  Stytta arbeiðsvikuna  Lækka skattin hjá lág- og miðalløntum  Hækka stuðulin til lesandi og lærlingar ...

!!!JA TAKK TILBOÐ!!!

JA TAKK TILBOÐ, UM ÓGVUSLIGU PRÍSHÆKKINGINA Viðmerk JA TAKK, UM TÚ VIL, AT VIT LOYSA GERANDISDAGIN   Prísurin á matvørum, er hækkaður nógv, og nógv eru skelkað, millum annað eg. Um fólk spara, kanna tilboð, fáa sær hønir og læra at gera blóðpylsu, so gongur tað, ha? Nei, tí samstundis er oljan dýrkað, rentan farin upp og írestandi upphæddin vaksin so mikið, at tað rakar sera meint. Fólk...

Vælferðin skal tryggjast – eisini í framtíðini

Tað er stórt trýst á fleiri av okkara vælferðartænastum vegna starvsfólkatrot og ov vánaligum arbeiðsumstøðum. Vælferðartænasturnar og tey starvsfólkini, ið starvast har, tryggja grundarlagið undir okkara samfelagi og okkara arbeiðsmarknaði. Vit mugu hækka lønirnar og bøta um arbeiðsumstøðurnar. Gera vit ikki tað, so er vælferðin í veruligum vanda.   Sambært temafrágreiðing hjá...

Einar frælsar, sterkar og rættvísar Føroyar

Spurningin um, hví eg havi valt at stilla upp fyri Tjóðveldi, havi eg fingið mangar ferðir í seinastuni. Summi eru spyrjandi, summi undrandi, summi ilskast og onnur fegnast. Hetta virði eg av heilum hjarta. Íkomna støðan gjørdi, at tað ikki bar til longur at vera í tí flokki, eg kom frá. Tað er sjálvsagt harmiligt, tí hesin flokkur hevur verið mín heimstaður í 20 ár, og er hetta alt annað enn ein løtt...

ER TAÐ TRYGT AT LATA ONNUR RÁÐA?

Í kjakinum um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land siga sambandsfólk mangan, at verandi ríkisrættarliga støða skapar tryggleika. Men eg haldi, tey fara skeiv, tí sambært heimastýrislógini hava Føroyar onki ræði á uttanríkispolitikki, onki ræði á verjumálum og onga viðurkenning sum tjóð millum aðrar tjóðir. Hetta hevur við sær, at tá Føroyar uttanríkispolitiskt vilja flyta seg ein veg, sum...

Eg stili upp til løgtingsvalið!

Eg takki fyri áheitanina frá Norðstreymoyar tjóðveldisfelag um at stilla upp til løgtingsvalið 2022. Eg kann ikki lova nakað, annað enn at eg vil gera mítt besta fyri landið og mítt økið um eg verið valdur. Hetta eru nøkur av evnunum, sum eg haldi eru av týdningi til hetta valið. Eitt samfelag yri øll! Vit mugu skipa so fyri at øll hava somu møguleikar og somu rættindi í okkara samfelagið. Tað er ikki...

Vit stytta arbeiðsvikuna og hækka tímalønina

Alt mítt vaksna lív havi eg verið fakfelagsmaður um ein háls, og verði eg valdur á ting, síggi eg tað sum eina av mínum fremstu uppgávum at tryggja, at vit í Tjóðveldi væl og virðiliga halda okkara lyfti til løntakararnar. Eitt lyfti hjá okkum er við lóg at stytta arbeiðsvikuna úr 40 tímum og í fyrstu syftu niður í 37 tímar, uttan at hetta elvir til nakran lønarmiss. Lyftið um styttri arbeiðsviku...

Dýrabara vælferðin!

  Ongantíð ynskja vit so brennandi at fáa tað fjálga og stuðlandi umhvørvið at vera um okkum, sum tá vit liggja lágt, ella eru lítil og óhjálpin.   Uppvaksin í einum heimi, har tvey gomul og rættiliga óhjálpin fólk búðu inni, veit eg hvussu nógv tað krevur av røkt, umsorgan og kærleika, tá tyngstu dagarnir skulu skapast til virðismikið lív.   Útbúgvingin sum fysioterapeutur, hevur...

Vil tú vera bankaeigari ?

Ja, hvør vil ikki tað ? Tí er tað so heppið, at vit øll eiga í Bank Nordik. Samgongan, sum nú hevur lagt beinini, vildi fegin selja landsins lut í Bank Nordik. Bank Nordik er tann størsti bankin í Føroyum og landi eigur ein triðing – Vit eiga øll hendan triðingin. Um hetta verður selt, so skapar tað eitt upphópað virði í eina tíð. Kanska vit kunnu keypa eitt nýtt skip til SSL fyri tað, men yvir...

Eg eri eyðmjúkur og takksamur

Veljarar í sýsluni og kring landið alt skulu onga løtu vera í iva um, at eg eri til reiðar at umboða okkara sýslu og alt Føroya fólk á okkara háttvirda tingi. Á fólkatingsvalinum hin 31. oktober fekk eg fyrstu ferð høvi at stilla upp til eitt politiskt val, og hetta var eitt høvi, eg var bæði glaður og takksamur fyri. Mín áhugi fyri samfelagsviðurskiftum hevur altíð verið stórur, og hetta er...

TONNY BYGGIR FLEIRI HEIM Á BYGD

Maðurin til vinstru á myndini eitur Tonny. Hann er Eiðismaður og tjóðskaparmaður, men hann er eisini stjóri í einari byggifyritøku. Í løtuni byggja teir millum annað 7 raðhús/íbúðir á Kolshjalla á Eiði, men hendan verkætlanin er tíverri eitt av undantøkunum. Nógvastaðni aftra fólk seg nevniliga við at fara undir bygging aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum. Ofta er til dømis torført at fáa...

Nýggjar verkætlannir og útbyggingar

Bygg fyrst og spyr aftaná! Tað kemur alt ov ofta fyri, at verkætlanir fara í gongd, uttan at neyðugt atlit verður tikið til umhvørvisárin, nærumhvørvið, fólkið og um heildarætlanina fyri økið og landið. Í eini og hvørjari verkætlan eiga umhvørvisatlit at liggja fremst í huganum, áðrenn farið verður í gongd. Alt ov ofta verða stórir partar av fyrireikandi arbeiðinum framdir, ella tá verri...

EG VIL LÆRA Á FØROYSKUM TAKK!

Hvussu ofta hevur tú ikki sitið og lisið “Afsetning A&B 1” ella “Biologi i udvikling”? Ella gjørt eina uppgávu um “partiadfærd” í samfelagsfrøði? Hetta havi eg ofta gjørt! Danskar skúlabøkur í føroysku miðnámsskúlunum, hví? Eg læri øgiliga nógv donsk fakhugtøk í øllum møguligum lærugreinum. Og so skal eg upp MUNNLIGA í nøkrum av teimum lærugreinunum, sum hava danskar...

50 MILLIÓNIR KRÓNUR TIL HÆGRI LØN

Tað skal vera gevandi og mennandi at arbeiða innan vælferð í Føroyum. Men man skal fyrst og fremst kunna liva av lønini! Tí ynskja vit í Tjóðveldi, at 50 milliónir krónur verða settar av til at lyfta lægstu lønirnar á vælferðarøkinum. Javnan hoyra vit hugtøk sum ”heitar hendur”, ”bleyt virði” og ”at arbeiðið er eitt kall”, tá vit tosa um vælferðarstørv. Í mínari verð er talan um...

Tjóðveldi tekur onga avgerð sum hóttir gerandisdagin hjá fólki

Fráboðan frá øllum valevnum hjá Tjóðveldi: Sitandi landsstýri hevur ikki tikið nakra avgerð, funnið nakra semju ella gjørt nakrar fyrireikingar og ætlanir í málinum um okkara samstarv við Russland, men hevur í staðin blakað landið út í eitt valstríð. Tað loysir tó onki – avgerðin um endurnýggjan av sáttmálanum skal takast nú, innan fyri komandi mánaðan! Við ongum fyrireikingum, ongum...

Kassan eiga vit øll!

Tá polittiska skipanin valdi at geva út aliloyvi og fiskiloyvi til nøkur fá í landinum, skapti hon eisini gróðrarbotn fyri eini kravmentan, sum ikki er sædd her á landi áður.   Tá tað so lætt ber til hjá ávísum at sleppa framat tí ríkidømi vit øll eiga, okkara tilfeingi, so gevur tað seg sjálvt, at mátahaldið hjá fjøldini verður hareftir. Av røttum.   Felagsognin hjá okkum, tykist nú...

Saman megna vit so mangt

Tað var fantastiskt at siga frá í útvarpinum, tá Torkil Nielsen skoraði í Landskrona í 1990 og tók allan heimin á bóli. Sanniliga vóru tað eisini stoltar løtur, tá serútgjørda bjargingartyrlan lendi í Vágum flaggdagin 2001, og tá spildurnýggja Airbus 319-flogfarið lendi í Føroyum í 2012 við heimsins mest framkomnu navigatiónsútgerð. Ongin ivast longur í, at vit sjálvandi skulu bjóða av í...

Føroyar í dag: Pætur er eitt null og Inga eitt minus – og tað fáa tey prógv um!

Hvønn mánað hoyra vit í miðlunum um avbjóðingarnar hjá okkara børnum og ungu. -Hoyra um mistrivna og vaksandi sálarligar avbjóðingar millum børn og ung. Hoyra um strongd millum børn og ung. Hoyra um fleiri børn og ung, sum hava tað so trupult, at tey ikki hava mót uppá lívið, ikki hava hug til lívið. Eg haldi føroyska skúlaverki má endurhugsast og broytast, vit hava roynt tað í Vági og tað gevur...

DR leitar eftir kvinnuligum valevnum

– sum hava merkt mótvilja og fordómar –   Danmarks Radio ringdi í gjár. Journalisturin vildi fegin tosa við kvinnulig valevni, og spurdi hví eg stilli upp, hvørji míni hjartamál eru og hvat eg havi arbeitt við frammanundan. Tá vit høvdu tosað eina løtu, gjørdist greitt fyri mær, at eg umboði ikki tann vinkulin, sum journalisturin leitaði eftir. Seinni samskiftu vit á sms, tí eg skuldi upplýsa...

Fara vit at speaka enskt?

Hvønn dag samskifta børn sínámillum á útlendskum máli ella umvegis útlendskt mál. Tá børn okkara fara til songar á kvøldi, samskifta og biðja tey góða nátt á útlendskum. Og tá børn okkara vakna og biðja góðan morgun, so er tað á fremmandum máli. Tí telefonin dugir ikki føroyskt. Eg hoyri oftari og oftari frá foreldrum, at børnini spæla saman á enskum. Tað er cool at tosa enskt.   Í...

ENDAR SUM RØKKA OG TAK YVIR HØVDIÐ

Hetta valið má og eigur at snúgva seg um, at allir borgarar í hesum landi kunnu liva eitt lív, uttan ótta fyri, ikki at hava ráð til tað mest grundleggjandi – mat, klæðir og tak yvir høvdið. Má snúgva seg um gerandisdagin hjá fólki. Vit eru eitt ríkt land. Millum tey ríkaru. Men ríkidømið røkkur í dag ikki út í hvønn krók. Vit vita, at minst 1000 børn liva í fátækaváða. Í summar spurdi eg...

Vit mugu ikki gloyma tey vanligu fólkini!

Viðhvørt møðist eg av miðlastreyminum, har tað tykist sum hugburðurin og rúmið, at lyfta tað góða fram í ljósið, sjáldan vinnur frama.   Eru vit vorðin so von við at geva tí lítla, sum kanska ikki virkar perfekt, ein alt ov stóran part av umrøðuni?   Eg má siga tað!   Eg haldi at vit í Føroyum hava ein fantastiskan ungdóm, har meginparturin uttan himpr flytir seg inn í...

Tað er dýrt at vera fátækur

At hava møguleika fyri at seta føtur undir egið borð – at hava møguleika at keypa sín egna bústað, er eitt tað sum best kann økja um kapitalin hjá tí einstaka. At eiga egnan bústað økir um eins egna kapital yvir tíð, og vil vera tann besta íløgan yvir tíð. At borgarin ger hesa íløguna er eisini virðisskapandi fyri samfelagið. Tá gáttin gerst ov høg fyri ein part fólkinum, vilja tað vera nøkur,...

X