Lýsing

Snorri Patursson

Vælkomin á mína heimasíðu

Eg eri 41 ára gamal, kostfrøðingur, útbúgvin proffessiónsbachelor í mati og heilsu við sergrein í kostfrøði. Eg havi í tólv ár starvast við fyribyrgjandi og heilsufremjandi verkætlanum innan fólkaheilsu, mat, rørslu og matmentan.

Eg starvist sum skeiðsleiðari í matmentan á Mat & Moldmentanarháskúlanum, rekur ráðgevingarfyritøkuna Heilsutilvitarin, umframt eri eg ein av stovnarunum og eigarunum av venjingarstaðnum Tvørmegi CrossFit.

 

Mínni 4 hjartamál

 

1. BETRI HEILSA TIL ALLAR BORGARAR Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Við føroyskum loysnum skulu vit kjølfesta støðug heilsuátøk til allar borgarar í Tórshavnar kommunu. Hetta, innan heilsufremjan, matkunnleika, fyribyrging av lívsstílssjúkum og ovurfita. Rørsla sum hugtak, skal hálast niður av tindunum og gerast ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum. At liva heilsugott skal ikki vera ein framíhjárættur hjá teimum vælstillaðu, men nakað, ið allir samfelagsbólkar og allir aldursbólkar skulu hava ágóðan av.

 

Tær haldbestu loysnirnar til sunnari vanar og betri heilsu eru tær, sum eru at finna í okkara egna umhvørvi, við støði í okkara samleika, mentan og vitan. Tess meira loysnirnar eru grundaðar á okkara mentan og lív, jú lættari megna vit at fremja tær og halda fast.

 

2.UMSORGAN FYRI NÁTTÚRUNI

Vit eiga at ganga undan, tá talan er um at verja viðbreknu vistskipanina í havumhvørvinum kring Føroyar. Vit eiga at seta nógv hægri krøv til alivinnuna, serliga í sambandi við dálking og friðing av havøki.

Eg ynski at Tórshavnar kommuna gongur á odda tá talan er um umhvørvisvernd og tískil skal kommunan leggja trýst á landsmyndugleikar um, at tað skal verða lógarkrav, at hvør einasti aliringur í føroyska sjóøkinum skal hava eina lokaða skipan kring aliringin og eina pumpuskipan, ið pumpar laksaskarn og fóðurrestir trygt og ábyrgdarfult uppá land.

Tað er upplagt at byrja við aliringunum, ið liggja beint uttanfyri Havnina á Gulanum í Nólsoyarfirði, tí viðbrekna vistskipanin kring oyggjarnar kann ikki verja seg sjálva.

 

Tórshavnar kommuna skal gerast munandi meira gongu- og súkkluvinarlig. Tunga bil og lastbilferðslan og stórparkering skal raðfestast uttan fyri Ringvegin og kommunala bussleiðin skal knýtast at stórparkeringini.

 

3.MENNING AV ØLLUM STOVNSMATI

Fyri at tryggja okkum javnbjóðis møguleikar og bestu heilsustøðu tá talan er um almenna matveitan til borgarar í Tórshavnar kommunu, skulu vit menna ein almennan mat – og máltíðarpolitikk til Tórshavnar kommunu við støði í okkara matmentan, samleika og nýhugsan. Vit skulu arbeiða fyri, at okkara eldru borgarar og somuleiðis okkara børn og ungu fáa stimbrandi, fjølbroyttan, litríkan, føðslurættan og heilsugóðan mat, ið mettar væl og leingi, og er framleiddur við støði í føroyskum hágóðsku rávørum og er rættaður ávísa málbólkinum.

 

Tey 10 almennu kostráðini, ið Fólkaheilsuráðið varðar av, eru leiðreglur til eina heilsugóða javnvág tá talan er um mat og drekka. Núverandi kostráðini eru donsk av uppruna, bæði tá talan er um rávørur og matmentan. Frameftir skulu kostráðini tillagast og taka støði í føroyskum rávørum, føroyskari matmentan og fólkinum, ið her býr.

Børn og ung skulu eta meira saman og vit mugu tryggja okkum, at tey fáa fjølbroyttan og sansastimbrandi mat við høgari góðsku.

Matur, máltíðir, matupplivingar og matmenning má uppraðfestast á øllum almennum stovnum, dagstovnum, skúlum, ellis- og røktarheimum og ikki minst nú Føroya størsta kantina er ávegis á Skúlanum á Fløtum í Havn.

Fangarnir, ið sita í arrestini í Mjørkadali hava í nógv ár fingið, og fáa enn hvønn dag mat til sjúk. Hetta mugu vit gera betri.

 

4.EIN KÓS MÓTI  MATFULLVELDI

Vit skulu seta okkum sum mál at fáa matfullveldi í Føroyum, og í størstan mun verða sjálvveitandi við dygdarlandbúnaðarvørum. Vit skulu minka um innflutningin av øllum matvørum, ið vit framanundan framleiða í Føroyum. Vit skulu serliga framleiða fleiri dygdargóðar, staðbundnar grønmetisvørur umframt landbúnaðarvørur og sjógætisvørur til føroyska brúkaran. Um vit keypa lokalt framleiddan mat, stuðla vit burðardygga samfelagsbúskapinum.

Tøl frá 2017 vísa at vit innfluttu fyri 80 mió. kr. árliga av rótum, fruktum og grønnmeti.

Tað skal gerast eins vanligt at keypa og eta føroyskt grønmeti, sum at keypa og drekka mjólk í Føroyum. Stuðulin til føroyska grønmetisframleiðslu eigur somuleiðis at verða øktur munandi.

 

Okkara føroyska matmentan við kjøti, fiski og epli skal samantvinnast nógv meira við vælsmakkandi, mettandi, spelkna og litríka grønmetinum, ið spríkir upp úr moldini júst hesa ársins tíð. Hetta gagnar bæði búkinum, pengapunginum og umhvørvi okkara.

Føroysku matvøruhandlarnir, heilsølurnar og matstovuídnaðurin skulu eggjast til at selja nógv meira føroyskar rávørur, soleiðis at føroysku matvørurnar gerast meira atkomuligar hjá brúkaranum. Vit skulu í Tórshavn menna eitt veruligt mattorg við tí endamáli, at føroyskar rávørur og framleiðsla skulu kunna keypast av øllum borgarum hvønn dag alt árið.

 

Fyri at lyfta støðið skulu strangari krøv setast til føroyskar matframleiðarar í sambandi við vørumerking, soleiðis at føroyski brúkarin veit við vissu, hvat vøran inniheldur, og yvirromantisering av vørulýsingum og vørumerking skal steðgast. Álitið til føroyska framleiðslu skal hinvegin styrkjast so vit heldur velja føroyskt.