Lýsing

Valskrá Tjóðveldis – útgreinað

Á góðari leið

  • MENNINGIN LOYSIR SEG. VIT ERU Á VEG MÓTI EINUM SJÁLVSTØÐUGUM, SJÁLVBERANDI OG SAMHALDSFØSTUM FØROYUM

Tjóðveldi hevur sum høvuðsmál, at vit, fólkið í Føroyum, skulu skipa okkum sum sjálvstøðuga og frælsa tjóð í heiminum. Har vit sjálv taka fulla ábyrgd av at byggja eitt sjálvberandi, samhaldsfast og skapandi samfelag við sama frælsi, somu rættindum og virkismøguleikum til allar føroyingar. Og har vit kunnu virka og samstarva á jøvnum føti við okkara grannatjóðir og við allan heim.

Tey stóru tøkini at menna Føroyar eru tikin, tá ið vit hava sett okkum málini og hava stríðst fyri at gerast sjálvstøðug og javnsett tjóð í heiminum við somu rættindum til øll í landinum. Tá ið vit hava virt okkara egna. Tá ið vit hava virðisøkt okkara egna tilfeingi – bæði í fólkinum, mentan, náttúru, vinnu og okkara samhaldsfesti, har øll hava somu rættindi.

Menningin hevur loyst seg fyri okkum øll í Føroyum.

Tað hevur altíð loyst seg, hóast mótstøðan og politiska stríðið hevur verið øgiligt.

Tá ið tøkini eru tikin at menna Føroyar á egnum beinum – ofta eftir knortlutum gøtum og við afturstigum og stillstøðu á leiðini –  standa vit at enda saman um tey. Og ásanna, at tað, ið hevur skilt okkum so nógv, nú savnar okkum og er okkara dýrasta ogn, sum ber alla framtíðina fyri okkara land og fólk.

Hugsa bert um flaggið, málið, mentanina, fiskimarkið, egnar vinnumøguleikar, egnar vegir og havnir, egnar skúlar, hægri útbúgving og gransking, egnar vælferðarskipanir og sosiala trygd, egið heilsuverk, egna list, miðlar og bókmentir, egnar sáttmálar og avtalur við onnur lond, føroyska flogferðslu, okkara ítróttarfólk og listafólk í altjóða luttøku, føroyska matmentan og so mangt, mangt annað. Og ikki minst, tá ið vit hava gjørt okkum leys av blokkstuðlinum og hava ment ein sjálvberandi búskap.

Vit hava saman tikið stór og trupul tøk seinastu fýra árini við at fremja neyðugar nýskipanir og at menna okkum á øllum økjum í samfelagnum. Ongantíð hevur ein samgonga framt so nógv avrik og gjørt nakað við tað, ið ongin hevði gjørt nakað við frammanundan. Og alt er fíggjað við einum sterkum og haldførum fíggjarpolitikki.

Vit hava framt neyðugar broytingar og nýskipanir, so landið, vit lata okkara børnum, er politiskt sjálvstøðugari, búskaparliga sjálvbjargnari, sosialt rættvísari, vinnuliga fjølbroyttari og útbúgvingarliga og mentanarliga sterkari enn á heysti í 2015. Vit hava ment møguleikar kring alt landið og framt stór átøk fyri vanliga fólkið og fyri samfelagsbólkar, ið hava serligar avbjóðingar.

Vit hava ikki nátt øllum, ið vit settu okkum fyri. Men vit eru á góðari leið. Og nógv er eftir at gera.

Tvinnir eru kostirnir til løgtingsvalið 2019. Annaðhvørt halda vit fram við góðu gongdini, ella verða frambrotini rullað aftur.

Vit biðja um tykkara álit at halda fram at menna Føroyar og okkara samfelag við hesum ítøkiligu málum:

 

1. FRAM MÓTI FØROYSKUM FULLVELDI OG SJÁLVBJARGNI 

Tjóðveldi arbeiðir í øllum lutum fyri, at vit gerast sjálvstøðug og fræls tjóð, og at vit saman vinna undirtøku og álit okkara millum sum fólk til at taka avgerðina um at skipa okkum sum frælsa tjóð.

Fólkið í Føroyum eigur alla og endaligu avgerðina um, at Føroyar verða skipaðar sum fullveldi og sjálvstøðugt land og tjóð.

Tað snýr seg um javnstøðu: At vit sum tjóð verða javnsett millum aðrar tjóðir og kunnu samstarva á jøvnum føti við bæði Danmark og allar aðrar tjóðir og felagsskapir í heiminum undir okkara egnu ábyrgd og undir okkara egna merki.

Vit skulu ikki vera ein undirskipað tjóð undir einum øðrum landi, men virka frælst og frítt um allan heimin.

Tað eru bert vit í Føroyum, ið kunnu røkja føroysk áhugamál úti í heimi og gera avtalur við onnur lond.

Sum fólk í sjálvstøðugum landi, kann okkara ungdómur lesa og virka um allan heim. Okkara vinna og okkara handil fær beinleiðis sáttmálar og avtalur við onnur lond og felagsskapir. Okkara mentanar- og listafólk fáa atgongd til allan heimin. Okkara ítróttarfólk kunnu taka lut millum heimsins tjóðir í øllum kappingum og felagsskapum undir okkara egna merki.

Vit vilja eina skipaða og demokratiska gongd fram móti føroyskum sjálvbjargni og fullveldi:

  1. Vit vilja taka ábyrgdina av teimum seinastu málunum, ið enn ikki eru á føroyskum hondum: Uttanríkismál, løgreglu og rættarskipan, loftferðslumál og útlendingamál.  Vit vilja skipa føroyskan lestrarstuðul til øll føroysk lesandi, eisini uttanfyri Føroyar.
  2. Vit skulu gerast búskaparliga sjálvberandi og minka blokkstuðulin úr Danmark og brúka Búskapargrunnin at framhaldandi spara upp, gjalda skuld og gerast ein búskaparligur brimgarður, at standa ímóti sveiggjum í búskapinum.
  3. Vit vilja samráðast við danskar myndugleikar um at gera ein fullveldissáttmála, har vit í einum frælsum felagsskapi áseta samstarv um m.a. gjaldoyra, rættindi hjá borgarum í báðum londum, samstarv um hægstarætt og annað samstarv sum tvær sjálvstøðugar vinatjóðir.
  4. Vit leggja sáttmálan til fólkaatkvøðu í Føroyum, so Føroya fólk eigur endaligu avgerðina.
  5. Vit samtykkja okkara egnu føroyska stjórnarskipan á fólkaatkvøðu.

 

2. SKIL Í BÚSKAPINUM – EIN TRYGGUR OG SJÁLVBERANDI BÚSKAPUR

Føroyski búskapurin hevur ongantíð verið so sterkur og sjálvberandi sum nú. Vit hava saman vent stórum halli til stór avlop á hvørjum ári. Samlaði búskapurin, sum fólk og vinna hava skapt er vaksin við meira enn trimum milliardum seinastu 4 árini. Vit hava niðurgoldið landskassans skuld við 1,5 milliardum. Vit hava fastfryst blokkstuðulin, so hann nú er 3% av okkara samlaðu framleiðslu. Vit hava bygt upp Búskapargrunn Føroya, har peningur verður settur til viks, og har eisini partur av tilfeingisinntøkum verður settur í, so vit kunnu javna sveiggj í búskapinum. Landsbankin er endurstovnaður og vit hava stovnsett føroyska Váðaráðið, ið ráðgevur um vandar í búskapinum.

Nú ræður um at halda fast og halda fram móti einum fult sjálvbjargnum og tryggum búskapi.

Tjóðveldi vil:

  • Framhaldandi gjalda skuld niður og seta pening til viks í uppgangstíðum, til tess at gera okkum óheft og leys av blokkstuðli og skipa ein sjálvberandi búskap.
  • Gera greiðar langtíðarætlanir fyri íløgur og rakstur hjá landinum og skipa sjálvboðið samstarv við kommunurnar um almenna búskapin.
  • Styrkja Búskapargrunn Føroya til at gerast eitt javnandi amboð í einum sjálvberandi búskapi.
  • Framhaldandi tryggja eitt breiðari skattagrundarlag, har m.a. tilfeingisinntøkur kunnu lætta um lønarskattin hjá lág- og miðalinntøkum.

3. AT SKAPA SÍTT EGNA HEIM Í LANDINUM – AT FÁA EGNAN BÚSTAÐ

Fólk fjølgast í Føroyum. Gongdin er vend, og fleiri velja Føroyar sum sítt heim og sítt virki. Men at fáa møguleika at skapa sítt egna heim fyri ein rímiligan prís, er ein fortreyt fyri trivnaði og møguleikum hjá einstaklingum, familjum og hjá fólki við serligum tørvi – í ymsu tíðarskeiðunum í lívinum.

Fleiri átøk eru framd til tess at útvega fleiri og betri bústaðarmøguleikar kring landið, men tørvur er á semjum um fleiri átøk til fjølbroyttar bústaðarmøguleikar: 

  • Bústaðir skulu komandi árini byggja minst 500 bústaðir afturat. Byggjast skulu leiguíbúðir og lutaíbúðir. Heimilað verður Bústøðum at útgeva lánsbrøv við trygd í føstu ognini.
  • Eitt føroyskt realkredittlánsbræv skal skipast. Pensjónsfeløg og vinna v.fl. kunnu seta peningin í lánsbrøvini og verða á tann hátt við til at menna føroyska bústaðarmarknaðin og fáa ávíst avkast.
  • Kommunur fáa heimild at byggja fjølbroyttar eldrabústaðir og at taka lut í lutaíbúðum og øðrum fjølbroyttum bústaðarmøguleikum.
  • Bústaðir skulu fáa heimild til at kunna geva 2. veðrættarlán til húsabygging í bygdum og útjaðara kring landið, so tryggjast kann fígging eitt fjøltáttað bústaðarmynstur, og fólk kunnu byggja, har tey sjálv vilja.
  • Vardir bústaðir og bústovnar skulu byggjast kring landið. Tilsamans 200 mió. kr. eru settar av at byggja fyri næstu árini, og 100 mió. kr. eiga at verða lagdar afturat, so stóri tørvurin á vardum bústøðum og nýggjum bústovnum kann nøktast.
  • Lestrarbústaðir skulu byggjast kring landið, har útbúgvingarstovnar eru. Verkætlanir í Vági og Klaksvík eru í gongd, og sami leistur skal mennast aðrastaðni í landinum.
  • Lógaravmarkingar skulu setast fyri, at útlendingar kunnu keypa bústaðir og fasta ogn í Føroyum.
  • Ein savnað føroysk býlisskrá skal gerast.
  • Kommunur fáa heimild at áseta bústaðarskyldu ella aðrar treytir til bústaðir, sum tryggja eitt fjølbroytt útboð av bústøðum í kommununi.

4. EITT FØROYSKT TRYGT OG SUNT HEILSUVERK Í SAMSTARVI VIÐ OKKARA GRANNALOND

Menningin í heilsuverkinum hevur verið stór og miðvís seinastu 4 árini. Eitt samskipað sjúkrahúsverk og ein menningarætlan fyri alt heiluverkið er gjørd í samstarvi við allar fakbólkar og avvarðandi felagsskapir.

  • Menningarætlanin fyri føroyska heilsuverkið verður miðvíst sett í verk og útbygd:
  • Krabbameinætlanin verður fylgd og støðugt eftirmett.
  • Sálarheilsuætlanin verður sett í verk – harundir barna- og ungdómspsykiatriin, har ókeypis sálarfrøðilig kreppuhjálp skal veitast til øll ung, og økispsykiatriin verður støðugt útbygd kring landið.
  • Komandi 4-6 árini skulu vit menna eina almenna, útgreiningar- og viðgerðartrygd til allar sjúklingar – har tørvur ikki skal vera á privatum sjúkratryggingum.
  • Ein føroyska viðgerðartrygd, skal tryggja føroyskum sjúklingum stundisliga útgreining og ætlan fyri antin viðgerð í Føroyum – ella gjøgnum greiðar avtalur við okkara grannalond um tær viðgerðir, ið vit keypa úr øðrum londum.
  • Endurvenjingin verður styrkt á øllum sjúkrahúsum, og ein serlig endurvenjingarmiðstøð verður skipað á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
  • Rekrutteringin av heilsustarvsfólki skal støðugt halda fram.
  • Føroysk læknaútbúgving verður ment í samstarvi við Fróðskaparsetrið
  • Vit skulu útbyggja og menna kommunulæknatænastuna og seta øll kommunulæknastørv við føstum kommunulækna
  • Manna vakttungar sergreinir við so mikið av serlæknum, at ein burðardygg vaktarskipan kann virka alt árið.
  • Menna servitan og læknafakligar førleikar og fáa fleiri viðgerðir til Føroya
  • Víðariútbúgva starvsfólk í heilsuverkinum og tryggja, at føroysk heilsustarvsfólk kunnu arbeiða í fakligum toymum í samstarvi við okkara grannalond.

5. FÓLKAHEILSA FYRI ØLL

Fólkaheilsa er ein av fremstu grundarsteinunum fyri einum góðum og sunnum lívi – og til fyribyrging av sjúku og vælferðarsjúkum.

  • Gera tað lættari hjá føroyinginum at velja heilsugott í gerandisdegnum.
  • Við støði í okkara matmentan og samleika arbeiða fyri, at okkara eldri borgarar fáa stimbrandi, fjølbroyttan og heilsugóðan mat.
  • Almennir stovnar, ið gera mat til børn, ung og eldri, skulu gera avtalur og fáa møguleikan brúka føroyskt framleiddar dygdarvørur úr landbúnaði og úr sjónum.
  • Kjølfesta støðug heilsuátøk til allar føroyingar innan fyribyrging, heilsufremjan og sunnan kost.
  • Bøta um fólkaheilsuna í Føroyum og geva føroyingunum eina ognarkenslu í almennu kostráðunum við støði í føroyskari matmentan og samleika.
  • Menna allan stovnsmat, ið børn, ung, vaksin og eldri fáa kring landið.
  • Seta sjóneykuna á, at ovurfiti er ein natúrlig avleiðing av matvanum í dagsins samfelag.
  • Fáa matvøruídnaðin við í samstarv um at tálma sølu av skjóttsodnandi kalorium.
  • At seta okkum mál um matfullveldi í Føroyum, har vit framleiða dygdargóðar, staðbundnar landbúnaðarvørur

6. OKKARA RÍKA OYGGJALAND

Okkara skylda sum oyggjaland er at varðveita fjølbroytnið og sereyðkennini, sum okkara oyggjar, bygdir og býir hava. Allir borgarar skulu hava somu rættindi, sama tænastustig og so eins samferðslumøguleikar sum gjørligt.

Seinastu 4 árini eru ein røð av átøkum framd, sum  hava skapt útbúgvingar, vinnumøguleikar og mentanarmøguleikar kring landið.

Komandi valskeið raðfesta vit hesi øki fremst:

  • Vinnumøguleikarnir skulu betrast kring landið
  • Vit skulu styrkja søvn og mentanarhús um alt landið
  • Strandferðsluflotin skal endurnýggjast næstu 8 árini við skipum við grønum orkuloysnum
  • Ein samhaldsførst fígging verður tryggjað til samferðsluna
  • Setast skal gongd á Suðuroyartunnilin
  • Teir smærru tunlarnir verða gjørdar eftir fastari ætlan við tunnilstoyminum: Eftir Dalstunnilin verðaur farið undir Fámjinstunnilin og síðani tunlar til Tjørnuvíkar og Gjáar.
  • Teir størru landtunlarnir verða framdir eftir fastari ætlan: Eftir Hvalbiartunnilin verður farið undir tunlarnar Norður um Fjall. Síðani eru tunlar til Vestmannar, um Gøtueiði og um Sandavágsháls á skránni.
  • Arbeiða við áhaldandi at betra samferðslumøguleikar til útoyggjar og smápláss
  • Serskipanir verða gjørdar, so umstøðurnar at búgva og virka á útoyggj verða betraðar.
  • Tá ið nýggj almenn størv í fyrisitingini verða lýst leys, skulu størvini – har tað ber til – kunna setast so, at starvsfólk kunnu arbeiða á staðnum har tey eru, óansæð hvat tey búgva í landinum.

7.VINNUPOLITIKKUR: VIRÐISØKING, BURÐARDYGD OG ÓTROYTTIR MØGULLEIKAR 

Eitt sterkt vinnulív er fortreytin fyri framburði og víðarimenning av samfelagnum. Tí hevur tað týdning, at vit geva verandi vinnu tryggar og góðar karmar at virka undir, og at vit leggja lunnarnar til nýtt og blómandi vinnulív innan verandi og nýggj øki. Tjóðveldi hevur seinasta valskeið framt fiskivinnunýskipan, sum tryggjar høvuðsvinnu okkara í komandi tíðum. Tjóðveldi raðfestir tí hesi øki komandi fýra árini:

FISKIVINNUPOLITIKKURIN

Vit hava framt eina fiskivinnunýskipan, sum hevði ligið á láni í tíggjutals ár.

Nýskipanin byggir á hesar grundreglur:

  • at livandi tilfeingið í sjónum er ogn Føroya fólks og kann ongantíð gerast privat ogn.
  • At vit umsita livandi tilfeingið burðardygt til frama fyri núverandi og komandi ættarlið.
  • At møguligt er hjá øllum føroyingum at bjóða seg framat at vinna burturúr og virðisøkja okkara tilfeingi um alt landið, og at kapping er í vinnuni.
  • At alt tilfeingið skal fáast til lands og virðisøkjast.
  • At tey, sum vinna sær atgongd til avmarkaða tilfeingið, rinda eitt rímiligt gjald til alt samfelagið av virðinum.
  • Og at útlendskur ognarlutur ikki hevur rætt til atgongd at veiða av føroyskum rættindum.

Nógv er eftir at gera til tess at allir tættir í nýskipanini fara at virka til fulnar. Men megna vit at halda fast og halda fram eftir grundreglunum í nýskipanini, so fara íløgur í virðisøking í fiskivinnuni at síggjast skjótt í komandi tíðum.  At ein semja er fingin millum myndugleikarnar, havfrøðina og allar partar av vinnuni um, hvussu vit umsita botnfiskastovnarnar undir Føroyum eftir lívfrøðiligum tilmælum í eini langtíðarætlan, er eitt søguligt frambrot, sum øll politiska skipanin eigur at standa saman um. 

Hesar tillagingar skulu gerast í komandi valskeiði:

  • Lógarkrav verður um, at tey, ið hava veiðirættindi, sjálv standa fyri rakstrinum av teimum skipum, ið fiska rættindini.
  • Størri partur av veidda fiskinum skal bjóðast til føroysk virkir.
  • Virðisøking og góðska: Deplar verða skipaðir kring landið, ið saman við vinnuni menna nýskapan, menning og gransking í fiskivinnuni í øllum liðum.
  • Krøv verða sett um at betra góðskuna á veidda fiskinum.
  • Gerast má ein endurskoðan nýskipan fyri smærri útróðrarflotan, soleiðis at:
  • At atgongd til A-loyvi verður markað til tey, ið kunnu vátta, at tey hava útróður sum høvuðsvinnu.
  • Menna nýggjar fiskiskapir og gagnnýtslu av higartil óroyndum fiskastovnum og tryggja okkum rættindi til tess
  • Kvotugrundarlagið undir menningarkvotum verður styrkt, og tað verður tryggjað, at tær kunnu latast í longri áramál enn nú.
  • Lóg um veiðigjald verður samtykt, har gjaldið verður tikið av yvirnormalum vinningi – hetta tryggjar samstundis, at øll neyðug atlit verða tikin til gongdina í bæði fiskiskapi og marknaðarprísum.
  • Tryggjað verður, at veiðigjøld og uppboðssølugjøld ikki verða drigin beinleiðis upp í, tá manningarnar verða avroknaðar.

Vinnupolitikkur og teir ótroyttu møguleikarnir

Vit hava ørgrynnu av ótroyttum møguleikum í vinnupolitikki, og íverksetanar- og skapanarhugurin er sterkur kring alt landið.

  • Gera smidligar skipanir og ráðgeving, ið ger tað einfaldari at seta virkir á stovn og reka vinnu og styrkja skipanir við set- og íløgukapitali.
  • Uppraðfesta rávøru- og matvørumenning, so vaksast kann um útflutningin av hádygdarvørum.
  • Styrkja og stovnseta útbúgving og eftirútbúgvingarmøguleikar innan aling, fiskivinnu og landbúnað.
  • Virka fyri, at felags átøk fyri kreativar vinnur verða samskipað í mentanar-, vinnu- og uttanríkispolitikki
  • Marknaðarføra Føroyar sum maritiman útbúgvingar- og tænastudepil
  • Føroyar skulu gerast munandi meira sjálvveitandi við matvørum sum mjólkarúrdráttum og grønmeti, og tí vilja vit skapa eina nútímans jarðar- og landbúnaðarlóggávu við greiðum visjónum fyri landbúnaðin.
  • Lækka kringvarpsgjaldið fyri smærru fyritøkurnar. 

Keypa føroyskt og menna føroyska framleiðslu

  • Fyri fáum áðrum síðani stýrdu útlendskir byggiharrar storum parti av verkætlanum her á landi. Í dag stadna føroyingar fyri tí mesta, og tað skapar hópin av vælløntum dygdarstørvum.
  • KT- vinna: Vit eiga førleikar og umstøður og prógv um, at vit sjálvi oftani eru betur før fyri at skapa tær røttu loysnirnar, og síðani útflyta tær.
  • Taka KT- skipanirnar hjá bankunum heimaftur
  • At áleggja almennu Føroyum at taka atlit til førleikamenning í Føroyum í samband við útbygging og menning av øllum kervum, og greiða frá hvussu hetta er gjørt í samband við verkætlanir.

MATFRAMLEIÐSLA OG MATSTOVUVINNA

Vit vilja:

  • Fremja ein búnaðarpolitikk, við greiðum málum fyri, hvørjum matvørum vit skulu vera sjálvveitandi við.
  • Halda fram at stimbra og fáa gongd á framleiðslu av grønmeti, berum og plantum kring alt landið
  • Tryggja enn meira velting til stráfóðurframleiðslu
  • Styrkja útbúgvingarmøguleikar innan landbúnaðin í samstarvi millum Búnaðarstovuna og Setrið.
  • Tryggja útbúgvingarmøguleikar til kokkar, tænarar osfr. 
  • Tryggja, at menningin av ferðavinnuni og búnaðarvinnuni kunnu ganga hond í hond
  • Smíða lendislóggávu, ið tryggjar at góð búnaðarjørð verður vard og varðveitt til mat- og fóðurframleiðslu.
  • MATFO skipan í tøttum samstarvi við vinnuna kring alt landið stimbra undir menning av hágóðsku fiskavørum.
  • Tryggja, at alt fiskatilfeingið kemur til høldar sum rávøra til vinnur, ið virka hágóðskuvørur úr slógvi v.m.
  • Matstovur eiga at sleppa at innflyta vín til egna nýtslu.

8. FERÐAVINNA OG AT FERÐAST Í NÁTTÚRUNI

  • Ferðavinnan hevur tikið dik á seg við nógv øktum tali av útlendskum ferðafólki. Hetta hevur skapt stórar avbjóðingar kring landið. Trýstið á náttúruna og á dagliga virksemið og landbúnaðarvinnuna í oyggjum, bygdum og býum, er vaksið munandi. Avbjóðingin er, hvussu skipað viðurskifti, inntøkur, burðardygt virksemi og avgerðarrættur verður tryggjaður í lokalsamfeløgunum. Hetta hevur elvt til, at avmarkingar eru settar, har eisini rætturin hjá føroyingum at ferðast í náttúruni, verður skerdur.

    Neyðugt er at gera eina tjóðarsemju millum allar viðkomandi partar, til tess at fáa skipað viðurskifti á økinum.

    Tjóðveldi skjýtur upp, at umboð fyri jarðareigarar og festarar, landsmyndugleikarnar, kommunurnar og Visit Faroe Islands gera avtalur um eina felags skipan eftir hesum grundreglum:

    • Rætturin hjá føroyingum at ferðast í náttúruni við neyðugum atliti til umhvørvi, landbúnaðarviðurskifti og virksemi í høgunum annars verður tryggjaður.
    • Ferðaskrivstovur og fyritøkur kunnu ikki selja og skipa atgongd til hagar og túrar í náttúruni, uttan avtalur við jarðareigarar og festarar í einstøku hagastýrunum.
    • Tær almennu bygdagøturnar og varðagøturnar verða staðfestar og skjalfestar – og sett í tíðarhóskandi stannd.
    • Umstøðurnar, at taka ímóti ferðafólki kring landið, harundir tænastur, upplýsing, skelting og annað verða skipaðar saman við kommununum.
    • Vit vilja beinanvegin samtykkja nýggja náttúruverndarlóg – náttúrumargfeldislógina – ið liggur klár á tingi, og sum kann verja viðkvæma umhvørvið í føroysku náttúruni og skipa eina veruliga náttúrufyrisiting í Føroyum.
    • Ein lendisplanleggingarlóg verður gjørd, ið tryggjar, at alt lendið verða brúkt skilabest, og har búnaðarjørð, og viðkvæmt lendi, verður vart.

9. EIN GRØNUR MIÐDEPIL – UMHVØRVI OG ORKA

Føroyar skulu gerast ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi – í tilfeingisnýtslu, vinnu, orku og umhvørvi, matvøruframleiðslu, – og trivnaði og javnrættindum hjá fólkinum í landinum

Vit vilja:

  • Málið um 100% grøna orku á landi í 2030 skal fremjast.
  • Vit skipa eitt Umhvørvis- og Orkumálaráð og styrkja munandi um orkumyndugleikan
  • Frá 2020 skulu nýggj sethús og bygningar lúka krøv um grøna orkuveiting
  • Tryggja bíliga fígging, so familjur við lágum inntøkum hava møguleika at leggja um til grøna orku
  • Herða lóggávuna so, at tey, sum dálka, eisini gjalda fyri upprudding og fáa bót.
  • Í samstarvi við kommunurnar tryggja, at burturkast verður skilt.
  • Gera eina ætlan fyri at endurnýggja strandfaraskipaflotan, sum skal brúka grøna orku
  • El-bilar verða undantiknir meirvirðisgjald næstu fýra árini, frá 2020-2025
  • Frá 2025 verður bert loyvt at selja akfør, ið koyra við grønari orku
  • Fyritøkur, sum gera íløgur í nýggj og orkuvinarlig skip, skulu fáa fyrimunir við t.d. lægri tilfeingisgjaldi ella aðrar fyrimunir
  • Seta strong krøv til luftdálkandi útlát frá skipum, sum koma í føroyskt øki.
  • Eggja skipum at leggja um til orkuvinarligan reiðskap
  • Íløgur í aðrar grønar hitaskipanir enn hitapumpur
  • Frítaka bjálving av sethúsum og bygningum fyri meirvirðisgjald

10. FRÆLSI Í GERANDISDEGNUM: FAMILJA OG ARBEIÐSLÍV

  • Vit skulu støðugt skipa eitt norðurlendskt vælferðarsamfelag við samhaldsfastari fígging.
  • Ongin skal liva í fátækraváða í Føroyum.
  • Nýggja vælferðarlógin verður samtykt
  • Skattalætti til lág- og meðalløntπ
  • Barnafrádrátturin hækkast úr 6.500 upp í 9.200 kr. fyri øll børn. Barnafrádrátturin skal fíggjast við skattaumlegging, eitt nú við færri undantøkum og endurskoðan av tøkugjaldi í alivinnu
  • Við trípartasamráðingum verður farið undir at samráðast um at stytta arbeiðsvikuna stigvíst.
  • Barsilsskipanin skal støðugt gerast meira liðilig, sum gevur foreldrum møguleika at taka partar av farloyvinum eftir tørvi, til børnini eru 3 ára gomul.
  • Tað skal vera møguligt at hava parttíðarfarloyvi, so foreldrini arbeiða niðursetta tíð, til børnini eru 3 ár.
  • Fólk, sum arbeiða í skiftandi vaktum, skulu hava møguleika fyri at fáa fulla løn við færri arbeiðstímum.
  • Rætturin at sleppa at arbeiða fulla tíð skal tryggjast.
  • Atkomuviðurskifti í breiðastu merking – kropslig atkomuviðurskifti, teknmálstulking, samskifti, tøknilig hjálpartól og annað skulu tryggjast.
  • Demensætlanin skal fremjast.
  • Støðan hjá seinheilaskaddum og endurvenjing og hjálpatól í tí sambandi skal betrast.
  • Fyritíðarpensjonistar og fólkapensjonistar skulu javnsetast í mun til kringvarpsgjald.
  • Skúla-, bústaðar-, og arbeiðsmøguleikarnir hjá fólki við serligum tørvi skulu betrast.
  • Arbeiðsumhvørvið verður styrkt.

11. EITT FRÆLST ELDRALÍV

Pensjónsnýskipanin hevur betrað munandi um støðuna í pensjónsárum hjá øllum pensjónistum. Tó er fremsta avbjóðingin, at støðugt betra um treytirnar hjá teimum, ið fyrst og fremst hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av.

  • Ongin pensjónistur skal liva í fátækraváða.
  • Tey, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av skulu hava betri fíggjarligt grundarlag.. Pensjónsviðbótin skal í komandi valskeiði hækkast við 500-600 krónum mánaðarliga.
  • Rætturin at fara frá vegna aldur skal vera, men møguleiki skal vera fyri, at tey, sum vilja tað, framhaldandi kunnu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum. Vit skulu hava liðiligar fráfaringarskipanir, so fólk sjálv eru við í avgerðini um, nær tey skulu fara frá vegna aldur.
  • Ein senior-skipan skal gerast, har eldri kunnu arbeiða niðursetta tíð.
  • Pensjónskattingin hjá eitt nú miðal- og handverkaralønum  verður lækkað.
  • Vit skulu hugsa tvørtur um ættarlið – eitt nú tá barnagarðar verða bygdir, so vit hugsa teir saman við eldraíbúðum og ellisheimum. Somuleiðis skulu íbúðir til lesandi, eldri og familjur byggjast hvørt um annað.
  • Vit skulu hava fyribyrgjandi tiltøk, eitt nú ókeypis fyribyrgjandi tannlæknaeftirlit
  • Peningur skal setast av til endurmenning og endurvenjing.

12.

  • Fleiri námsfrøðingar skulu útbúgvast.
  • Námsfrøðingaútbúgvingin verður styrkt við denti á smábarnaøkið
  • Barnagarðsøkið verður raðfest og ment
  • Í samstarvi við kommunurnar verður eitt minstamark av starvsfólkatímum til hvørt barnið á dagstovnaøkinum ásett.
  • Sernámsfrøðiliga ráðgeving og skúlatilboð til børn við ymsum avbjóðingum verður styrkt.
  • Skúlar, skúlaleiðarar og lærarar skulu hava størri frælsi og ábyrgd at menna skúlarnar og útinna høvuðsmálini í fólkaskúlalógini á ein fjølbroyttan hátt.
  • Lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar verða eftirmettar.
  • Læraraútbúgvingin verður raðfest og skipað á masterstigi.

Miðnámsskúlar:

  • Miðnámsskúlaøkið verður fakliga eftirmett og styrkt.
  • Fleiri fjølbroyttar breytir og miðnámsskúlatilboð verða ment kring landið.
  • Undirvísingartilfar á føroyskum verður styrkt við øktari játtan til NÁM.

Yrkisútbúgvingar og lærlingar:

  • Styttri handverkara- og yrkiústbúgvingar skulu raðfestast
  • Vaksnamannaútbúgving og førleikamenning verða raðfest
  • Ein serligur skattafrádráttur verður gjørdur til lærlingar

Hægri útbúgvingar:

  • Nógvar nýggjar útbúgvingar eru settar í verk á Fróðskaparsetrinum. Men granskingin og umstøðurnar at fremja fakøkini, hava ikki fylgt við. Tí skal granskingarpartinum styrkjast á øllum fakøkjum á Fróðskaparsetrinum
  • Nýtt Fróðskaparsetur verður bygt sambært íløguætlan landsins.
  • Kampus skal gerast í samband við Fróðskaparsetur Føroya. 9 mió. verða settar av í 2022, 50 í 2023 og hareftir 120 um árið.
  • Skipast skal ein altjóða maritimur útbúgvingardepil.
  • Møguleikar fyri fjarlestri skulu økjast.
  • Fjarlesturslesandi skulu hava møguleika at fáa lestrarstuðul.
  • Beinleiðis avtalur skulu gerast við onnur lond og útbúgvingarstovnar um hægri útbúgvingar.
  • Ein føroyskur tjóðarførleikakarmur fyri lívlanga læring verður gjørdur.
  • Luttøka í evropeisku ERASMUS-skipanini

GRANSKING

  • Granskingin skal samskipast í Føroyum – herundir millum vinnurættaða gransking og almenna gransking.   
  • Tað almenna skal tryggja støðuga fígging til gransking og menning, sum fylgir ásetingunum hjá OECD um býti millum alment og privat fíggjaða gransking.
  • Hægru lærustovnarnir, saman við øðrum granskingarstovnum og vinnulívi, skulu skapa eitt sterkt umhvørvi fyri gransking innan nøkur kjarnuøki, eitt nú náttúru, tilfeingi og tøkni; føroyskt mál, søgu og mentan; útbúgving, námsfrøði og læring; heilsu; list og nýmenning; burðarygga samfelagsmenning; orku.
  • 30 mió. skulu setast afturat til gransking næstu 5 árini.

i

13. FØROYSKA MÁLIÐ SKAL MENNAST Á ØLLUM ØKJUM

Føroya má á manna tungu, merkir her býr Føroya fólk…, yrkir Jóannes Patursson í yrkingini “Boðar tú til allar tjóðir”.

  • Tilmælini í álitinum “Málmørk” skulu fremjast.
  • Føroyska málið skal styrkjast á øllum økjum – frá barnagarðsøkinum, í allari útbúgvingarskipanini og í miðlum og fakøkjum.
  • Føroyskt sum samskiftismál skal mennast á øllum talgildum samskiftismiðlum og pallum.
  • Undirvísingin í føroyskum sum fremmandamáli skal styrkjast.

14. INTEGRASJÓN:

  • Góð tilboð og krøv um føroyskt undirvísing verða sett sum treyt fyri uppihaldsloyvi
  • Umstøður hjá tilflytarum at læra føroyskt í skúlaskipanini og at mennast og taka lut í føroyska samfelagnum skulu betrast

15. MENTAN OG LIST:

  • Mentanarhús verða stuðlað kring landið
  • Bygda- og býarsøvnini kring landið fáa neyðuga stuðulin smabært lógini.
  • Fornminnissøvn og onnur søvn kring landið verða stuðlað
  • Føroyski dansurin og kvæðaarvurin verður styrktur í skúlunum
  • Landsbókasvnið og bókasøvnini kring landið verða uppraðfest
  • Hægri listaútbúgving á Fróðskaparsetrinum verður framd við verkligu staðsetingini í Sandoynn
  • Nýtt tjóðsavn verður
  • Mentanar- og listastuðulin verður uppraðfestur – og listafólkalønirnar verða skipaðar sambært tilmælunum um listafólkaløn. 
  • Musikkskúlin verður styrktur kring landið, og lærarar skulu hava møguleika fyri samansettum størvum, har teir bæði undirvísa og menna sína egnu listagrein.
  • Symfoniorkestur Føroya og játtanin til tónleik og sang verða ment
  • Filmslistin og filmsvinnan verður framhaldandi styrkt
  • Tjóðleikhús verður bygt sambært lógaruppskoti, ið er í tinginum
  • Tjóðpallurin verður uppraðfestur
  • Musikkskúlin verður styrktur kring landið, og lærarar skulu hava møguleika fyri samansettum størvum, har teir bæði undirvísa og menna sína egnu listagrein.
  • Symfoniorkestur Føroya og játtanin til tónleik og sang verða ment
  • Filmslistin og filmsvinnan verður framhaldandi styrkt
  • Tjóðleikhús verður bygt sambært lógaruppskoti, ið er í tinginum
  • Tjóðpallurin verður uppraðfestur

 

16. ÍTRÓTTUR:

  • Játtanin til altjóða luttøku hjá okkara ítróttarligu sersambondum verður hækkað, so tær kunnu taka lut í øllum altjóða kappingum
  • Saman við kommunum verða ætlanir samskipaðar fyri at byggja multihøll og hallar- og venjingarumstøður, so allar ítróttagreinar kunnu kappast á altjóða støði í Føroyum.
  • Limaskapur í Altjóða Olympisku Nevndini og altjóða limaskapur fyri øll sersambond skal fremjast.

17. FØROYAR Í HEIMINUM – UTTANRÍKISPOLITIKKUR OG ALTJÓÐA SAMSTARV

Føroyar skulu røkja síni egnu áhugamál í heiminum og taka ábyrgd í øllum samstarvi og altjóða felagsskapum, sum hava týdning. Støðan í heiminum og í Evropa við Brexit setur støðu Føroya sum miðdepil í Norðuratlantshavi og portur til Arktis í miðdepilin og í avgerandi støður fyri samstarvi.

  • Tey 17 burðardyggu heimsmálini hjá ST skulu kjølfestast í okkara heimligu politisku málum
  • Vit skulu ganga undan í altjóða samstarvi í málum við serligum denti á havið og okkara leiklut sum stórhavstjóð í heiminum.
  • Vit hava trífaldað menningarhjálpina og skulu halda fram at økja um menningarhjálp og menningarsamstarv við at menna samstarv við føroyskum førleikum.
  • Fríhandils- og fiskivinnusáttmálar
  • Vit skulu framhaldandi søkja limaskap í Arktiska Ráðnum, Norðurlendskum samstarvi og øðrum altjóða felagsskapum.