Lýsing

Turid Horn

Vælkomin á mína heimasíðu 🙂

Eg eri fødd á Tvøroyri í 1967 – eri uppvaksin í Havn, í Hornabø og á Velbastavegnum .

Eri ynskt av 4 systkjunum, uppvaksin við mammu sum var sjúkrasystur og pápa sum var skipari og átti skip.

Eg havi ferðast nógv sum ung. Sum 16 ára gomul var eg eitt ár í USA sum útvekslings næmingur.

Eftir student var eg 8 mánaðir á altjóða universiteti uttan fyri París.

Havi útbúgving sum námsfrøðingur, lisið her í Føroyum.

Havi starvast á vøggustovu, í barnagarði, sum stuðul  – og á stovni hjá Almannaverkinum við ungum við sálarligum avbjóðingum .

Havi veri leiðari á dagstovni í 18 ár nú  hetta øki er uttan iva mítt kjarnøki og lívsstarv.

 

Eg havi veri politikari í Havn seinastu 4 árini,forkvinna í Nátturu og Umhvørvisnevndini.

Havi stóran áhuga fyri nátturuøkinum sum er í menning um allan heim og vit eiga at vera við. Ì Føroyum hugsi eg at  Tórshavnar Kommuna eigur at ganga á odda.

Sum politikkari havi eg fingið enn stórri áhuga fyri kommununi sum heild, og týdningin av at kjarnu øki, eru væl røkt.

Mítt hjartamál er børni,ung og eldri  – í øllum nevndum ber til at arbeiða við hesum .

 

Fyri meg hevur tað størstan týdning at Kommunan fyrst og fremst tekur sær av kjarnuuppgávunum .

At skapa tryggar og góða karmar fyri børn ,ung og okkara eldru borgara. Eisini er renuvatión og burturkast øki kjarnøki hjá kommununi.

 

Bústaðar avbjóðingin er ein av størstu avbjóðingum hjá kommununi og eiga vit at fara i holt við at byggja til ung og eldri sum skjótast – tað skal bera til hjá eini heilt vanligar barnafamilju at seta búgv i Havn, um tey vilja tað .

 

Navn : Turið Horn

Fødd : 26-07-67

Foreldur : Elsa og Páll Horn

Hjúnafelagi : Snæbjørn Simonsen

Børn :  Leivur 29, Guðrun 25 og Lív 20 ár.

Útbúgving : námsfrøðingur og psyko/familju terapeut.

Starv : dagstovnaleiðari á Býlingshúsinum á Flat.

Post : turidhorshavn.fo