Lýsing

Sjónliga søgu og list í býin

Mentan og list eigur at síggjast aftur, bæði í leik- og mentanarhúsum og allari býarendurnýgging. Vit vilja eggja til rúm fyri søvnum í býnum, so at søgan og listin verða sjónligur partur av býnum og okkara samleika úteftir.

Musikkskúlin er liðugt projekteraður og arbeiðið at bjóða út og byggja skúlan eigur at fara í gongd í 2017.
Tjóðveldi í býráðnum stuðlar at Tjóðpallur verður bygdur sambært samgonguskjalinum hjá núverandi landsstýrissamgongu, so sjónleikurin fær góðar umstøður at trívast og mennast.

Íløgur í mentan og list eru íløgur í fjølbroytni, víðskygni, framtak í fólkinum. Tær gera Føroyar sjónligar og virknar millum aðrar tjóðir í heiminum. Listafólk skulu tí takast við, tá vit menna, byggja út og endurnýggja býin. List eigur at verða ein samrunnin partur av allari bygging og býarrúmum.

Týðandi partur av býarendurnýgging er at hugsa um virkisføri og estetikk. Listalig og estetisk atlit eiga at verða tikin við, tá mett verður um, hvussu hús og byggiverk hóska í lendinum.

Søga er ein týðandi partur av okkara samleika og eigur at verða sjónligari í okkara býi. Framsýningin hjá Søvnum Landsins eigur at vera nærri miðbýnum, og livandi partur av býarlívinum. Á henda hátt gerast vinna, trivnaður og kunnleiki um søguna sjónligur og samrunnin partur av býnum og okkara samleika úteftir.

Tórshavnar kommuna varðar av Müllers Pakkhúsi. Tjóðveldi arbeiðir fyri, at hesi høli verða gagnnýtt sum sjóvinnusavn, sum lýsir sterka søguliga tilknýtið millum Havnina og havið.