Lýsing

Betri tænastu og ávirkan til bygdirnar

Bygdirnar eru týðandi partur av Tórshavnar kommunu. Fólkið, ið her býr, eigur rætt til somu kor og tænastur og til veruliga ávirkan. Tí skulu vit tryggja, at ráðgevandi staðbundnu nevndirnar fáast at virka sum ætlað, at fólk fáa møguleika at seta seg niður í bygdunum, at bygdirnar verða hildnar væl og at bygdarfólkini eisini kunnu nýta bussleiðina sum veruligt alternativ til bilin.

Tjóðveldi vil endurskoða skipanina við teimum ráðgevandi staðbundnu nevndunum. Nevndirnar eiga at hava meira myndugleika enn tær hava í løtuni sum hoyringspartur. Tjóðveldi fer at mæla til, at økisnevndin verður skipað sum føst nevnd í býráðnum at taka sær av málum, sum viðkoma bygdunum.

Umráðandi er, at ungfólk hava umstøður at seta seg niður í bygdunum. Ein bági er, at grundstykkini, sum Tórshavnar kommuna bjóðar, eru dýrari enn grundstykkini, sum grannakommunurnar kunnu bjóða. Slíkar ójavnar príslegur forða fyri, at øll ungfólk, sum vilja, seta seg niður í bygdunum í Tórshavnar kommunu.

Tjóðveldispolitikkur er, at fólkið í bygdunum hevur somu kor og somu tænastur, sum fólkið í tættbýlunum í og kring høvuðsstaðin. Tí er umráðandi at reka ein virknan politikk í bygdunum, virða teirra sereyðkenni og handla hareftir.

Vantandi viðlíkahaldi og fríðkan av felagsøkjum í bygdunum er ein trupulleiki, ið skal loysast. Tjóðveldi vil virka fyri, at fólk við føstum tilknýti til staðið kunnu standa fyri vanligum viðlíkahaldi, fríðkan um, rottutýning v.m.

Somu kor og somu tænastur fevnir eisini um møguleikarnar at ferðast við gjaldsfríu bussleiðini. Tað er neyðugt at endurskoða busssambandið við bygdirnar í kommununi og laga tað til tørvin hjá borgaranum á staðnum. Tá nýggjur sáttmáli skal gerast um bussleiðina fyrst í komandi setu, vil Tjóðveldi styrkja tænastuna í bygdunum.

Tjóðveldi vil seta ferð á vetrarfriðingina og fáa hetta avgreitt, har ynski er um tað.

Vantandi parkeringspláss og vánaligar hølisumstøður í kommunalum ognum eru eisini trupulleikar í bygdunum. Hetta vilja vit raðfesta høgt at fáa í rættlag sum skjótast. Kommunan skal eisini virka fyri at útvega nøktandi karmar fyri samkomu- og virkishøli í øllum bygdunum.

Søguligir bygningar og fornminni skulu varðveitast og tryggjast. Her skal kommunan verða virkin viðleikari, og tryggja at eisini komandi ættarlið fáa lut í ríku søgu og mentanararvi okkara