Lýsing

Fróði Skúvadal

Hjartaliga vælkomin á heimasíðu mína 🙂

 

Her ber til at lesa eitt sindur um meg og tað sum eg fáist við.

 

Eg búgvi í Vestmanna saman við konu míni Ansu og okara trimum børnum Bjarka (22), Sólrun (18) og Tróndi (15). Eg eri eisini uppvaksin her í bygdini og havi búð meginpartin av lívinum her. Her gekk eg í fólkaskúla. Pápi mín (Bjarki) er úr Vestmanna og mamma mín er úr Havn (Sonja).

 

Eg havi líka síðani eg var heilt ungur havt áhuga fyri politikki. Eg varð limur í unga tjóðveldi undir fullveldis stríðnum í 1998 -2002. Har tók eg lut í mongum politiskum átøkum, samstundis sum eg las, róði kapp og arbeiddi fyrifallandi arbeiði.

Í 2000 bleiv eg føroyameistari í kappróðri við Vestmenningi. Mær hevur altíð dámt væl ítrótt og havi luttikið í ymsum ítróttargreinum. Nevnast kunnu kappróður, hondbóltur, frælsur ítróttur og talv. Í dag venji eg einar tríggjar ferðir um vikuna, og telvi við Vestmanna talvfelag í liðkappingini.

 

Eg búgvi í einum gomlum húsum frá 1927, og líka síðani vit fluttu inn í 2007, hava vit stríðst við at at fáa húsini nútímansgjørd. Nú byrjar spakuliga at líkjast, har ið vit hava skift vindeygu, klædning og í ár fingu vit okkum jarðhita. Vit fingu MVG afturbering, uttan hesa afturbering høvdu vit ikki havt ráð til slíka skipan. Eg haldi so avgjørt at fólk sum vilja arbeiða og umvæla gomul hús skulu fáa MVG afturbering. Hetta hevði eggja fólkið til at gjørt húsini meira umhvørvisvinarlig, ein og tað hevði bøtt um búðstaðar trupullekan.

 

Í 2002 flutti eg til Danmarkar at taka yvurbygningin í lívfrøði, eftir at hava tikið Bcs. í lívfrøði frá Fróðskaparsetur Føroya. Í 2005 tók eg Cand. Scient í lívfrøði frá Keypmannahavnar universitetið. Ímeðan vit búðu niðri fingu vit dótturina Sólrun og beint áðrenn vit fluttu heim fingu vit sonin Trónd. Í 2006 fekk eg starv á Havstovuni, har ið eg starvaðist í 3,5 ár. Tað var sera spennandi at arbeiða sum grasnkari á Havstovuni, og tók eg lut í fleiri rannsóknartúrum, har ið vit kannaðu reiðskap, eins og ymsar fiskastovnar. Seinni fekk eg møguleikan at undirvísa á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, Nú Miðnám í Vestmanna. Hetta er í dag mítt høvuðsstarv, har ið eg eri lærari í Lívfrøði eins og eg geri føroyskt undirvísingartilfar til miðnám í lívfrøði.

 

Eg meti sjálvur at útbúgving er vegurin fram at styrkja og menna Føroyska samfelagið. Tí eiga vit at útbyggja miðnáms tilboðið um altlandið. Á miðnámi í Vestmanna hava vit mentføroysku Tilfeingisbreytina, sum í næstum verður boðin út á fleiri miðnámsskúlum. Somuleiðis eiga vit at hava eina hug tilfeingisbreyt á Miðnámi í Vestmanna, so uppaftur fleiri hava møguleikan at læra um okkara ríka tilfeingið á Miðnámi.

 

Eftir at hava verið úti í heimið og fjakka eftir lokið studentsprógv í 1995, vildi eg sleppa at kenna Føroyar og føroyska samfelagið betur. Tí avgjørdi eg at nú vildi eg arbeiða á fiskavirki, og sleppa til sjós. Ikki vóru nógvir møguleikar tá, tó at tað vóru fleiri arbeiðspláss í bygdini. Hetta varð í krepputíð. Eg slapp at arbeiða á kryvjivirkinum Atlantis í Vestmanna, og seinni slapp eg til sjós við frystitrolaranum Fram. Vit fiskaðu, sild og gulllaks og var eg við umborð har heystið 1996 til um várið 1997. Helvtina av tíðini fiskaðu vit sild fram við norsku strondini.

 

Trolarin sum eg fiskaði við hevði royndarkvotur eftir gullaksi og sild. Eftir kreppuna í 2008 varð friðarligt á kaini í Vestmanna. Tíbetur vóru virkisfús fólk í bygdini sum tóku sær um reiggj og fingu virksemi aftur á virkið. Ì dag verður bæði sild og makrelur virkaður á virkjunum á kaini.

Tó er virksemi í so lítið til tíðir. Tí meti eg at atgongdin til tilfeingið hjá smærri virkjum og reiðaríum eigur at gerast betur, s tey kunnu hava meira varðandi arbeiði í teirra fyritøkum.

 

Eg havi ferðast nógv í náttúruni. Bæði á sjónum og á landi. Eg eigi sjálvur nakrar gyllin í heimihaganum á Bjørgum í Vestmanna. Eg haldi at allir føroyingar eiga at sleppa at njóta náttúruna í Føroyum, tó við atlitið til jarðareigarar og festarar. Ferðavinnan,sum eg sjálvur havi verið ein partur av, og landbúnaðurin eiga kunna finna útav tí! Tað er ikki í lagið at ferðaskrivstovur selja túrar til ferðafólk uttan at tey sum fáa ferðafólkini inná seg onki fáa afturfyri. Tó haldi at ferðavinnan hevur givið okkum í Føroyum nógv góð og áhugaverd tilboð. Hetta verið seg innan gisting, matstovur, skeinkistøð og túr útbjóðarar.

 

Eg havi sett epli niður á hvørjum ári tá ið eg havi verið heima, so langt aftur sum eg kann minnast. Vit kunnu fáa nógv burturúr jørðini, og nógv ber til í Føroyum. Tì haldi eg at tað átti at  verið smidligari at fingið stuðul til grønmetisframleiðslu í Føroyum. Tað verið seg til velting ella vakstrarhúsframleiðslu.

 

Tær stóru vinnurnar alivinnan og partar av fiskivinnuni hava haft nøkur góð ár. Tì haldi eg at hesar vinnur væl kunnu verða við til at gjalda ein part av landshúsarhaldinum. Tá ið prísurin er góður og yvurskotið er stór, eigur tilfeingisgjald at hæðka.

 

Hjartamál

 

Ùtbúgving og mentan

 

Náttúra og náttúruvernd

 

Framhaldandi skipanir til umvælingar av gomlum húsum – MVG afturbering

 

Ùtbúgving og lestrarviðurskifti – Lesandi eiga at fáa betur viðurskifti

 

Heilsu og sjúkrarøkt eigur at fáa betur umstøður – lønarlyft

 

Fáa skil á kommunulækna økið

 

Ferðavinna og landbúnaður eiga at fáa gagn av hvørjum øðrum

 

Fiskivinna og alivinna – tá ið tað gongur gott í hesum vinnum eigur tilfeingisgjald at hæðka.