Lýsing

Jensina Olsen

Vælkomin á mína síðu

Í okkara húsum í Eysturbýnum, búleikist eg, saman við manni, soni, dóttir, tveimum
hundum, einari kettu, fýra gittarum, klaveri og einari blokkfloytu. Í stovuni, liggur altíð
okkurt frammi, ið eggjar til skapandi virksemi, sosum tógv, okkurt at brodera, pappír, litir,
bøkur og annað. Vit gera nógv ymiskt, og tað sæst.

Maðurin er glarmeistari við egnari fyritøku. Eg starvist á einum frítíðarskúla. Áðrenn, var eg
sjálvstøðugt vinnurekandi, við fyritøku, hvørs endamál var, at skapa barnatilfar, spæla
konsertir, undirhalda og gera sendingar. Síðani vóru so nógvar uppgávur aftrat, sosum at lesa
inn, spæla við í onkrum leiki og annað.

Tað, sum fekk meg at bjóða meg fram sum valevni, eru í grundini tey áhugamál, ið hava havt
mín brennandi áhuga alt mítt lív: Mentan og list, børn og mál, barnatilfar, sálarlig heilsa,
almannaverkið, at skapa, handaligu fakini í Fólkaskúlanum og trivnaður hjá børnum og
ungum.

At sleppa at arbeiða í politikki, hevru togað í meg í 12 ár. Ja, síðani eg flutti heim aftur á
klettarnar. Eg havi innlit, dirvi, skapanarhug, evnið at finna loysnir og síggja tingini frá
øðrum sjónarhornum, ið kann leggja aftrat ein kreativan hugsunarhátt, ið tekur útgangsstøði í
tí sum longu er, fyri at vita, hvussu tað kann betrast. Kreativitetur, er heilt einkult, nakað ið
kann mennast og venjast, eins og so nógv annað.

Málið, er nakað, ið eigur eitt serligt pláss í mínum hjarta og gjøgnum lívið. Eg gjørdist serliga
góð við málið, tá eg sum útiseti, ikki slapp at tosa tað hvønn dag. Fyri meg, er móðurmálið
sum at koma heim. Har búgva minnir, kenslur, sangir, uppvøksturin og alt tað, sum eg ikki
havi skrivað enn. Tað vil eg fegin arbeiða fyri, at fáa uppraðfest, so vit fáa ein neyvan
málpolitikk.

Nakað av tí eg havi framleitt.
Tónleikaútgávur:
1999 Grísaflísapætur
2001 Veðrið eigur orð
2008 Eitt sindur av tí bláa
2009 Barnahjartafløga
2015 Og várið kom
2020 ABC fyri sálarliga heilsu (Heilsumálaráðið)
2020 Opera Corona (Heilsumálaráðið)

Sjónvarpssendirøðir (skrivaði handrit, tónleik, gjørdi pallmynd og var framleiðari):

2008 Ding Dang Pappsang (11 partar)
2013 Ding Ding Pippting (8 partar)
2015 Hey! (8 Partar)
2018 Pipp Papp Hey! (8 partar)

Hjúnafelagi: Tryggvi Magnussen
Børn: Anna Fríða (12 ár), Jóhannes (25 ár)'
Bústaður: Eysturbýurin, Tórshavn
Starv: Frítíðarskúlin á Fløtum