Lýsing

Jógvan jón Henriksen

Vælkomin á mína síðu

Um meg

Hey eg eiti Jógvan Jón Henriksen, og stillið upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 8. Desembur. Hettar er fyrstu ferð at eg stillið upp, tí hettar er fyrstu fer eg kann stilla upp. Eg eri bara 18 ára gamal, og eri yngsta valevni til hettar valið. Eg eri vaksin upp á Sandi, og búgvi nú í Havn, eg gangi á 2. Árið á búskaparbreyt á Glasi. Her eru míni hjartamál:

  1. mítt fremsta mál er at vit byggja eina tjóð, har føroyingar kunnu liva og virka frælst. Har virðini í okkara ríka samfelag, skulu býtast javnt soleiðis at ongin føroyingur, og so serliga onki barn skal liva í fátakrváða.
  2. Í Føroyum skulu vit virka fyri at okkara ungu vera sædd og hoyrd, okkara ungu eru framtíðin tí er mítt  fremsta mál at byggja einar Føroyar, ið hava bestu kor til okkara lesandi og lærlingar! Hettar inniber hægri lestrarstuðul, lestaríbúðir og at virka fyri at okkara røsku lærlingar fáa eina virðiliga løn!
  3. Umhvørvið er tað sum leggur karmarnar fyri alt virksemi, og lívið her á landið. vit ungu eru tey í skulu vera her leingi afturat, tí mugu vit gera eina veðurlagslóg NÚ! Tað er okkara framtíð og okkara land, ið hevur tørv á okkum!