Lýsing

Vigdis Johannesen

Eitt frælst fólk í einum frælsum landi.

Arbeiði til allar vinnuførar hendur, trygg arbeiðspláss.

Føroyskar loysnir á øllum økjum.

Egna grundlóg.

Skattalætta til miðal og láglønt.

Hetta eru nøkur av mínum hjartamálum

————————–

Ein sessur hjá Tjóðveldi

Hvønn dag fram til valið fer Tjóðveldi at hava valevnir í sessinum hjá Tjóðveldi, har tey svara uppá nakrar gerandis og nakrar politiskar spurningar.

Navn: Vigdis Johannesen
Bústaður: Í Berjabrekku, Tórshavn
Starv: Fakfelagsleiðari. Gerðarrættardómari í Fasta Gerðarættinum.

Um tú fekst valdið at avgera eitt ting í komandi valskeiði, hvat hevði tað verið?

Gjørt mítt til, at ágóðar og tilfeingi verða rættvísari býtt. Byrja tilgongdina til frælsar Føroyar.

Hvat tekst tú við í frítíðini?

Dámar væl at ganga í føroysku náttúruni. Eg havi ein serligan tokka til blómur, og dámar mær væl at putlast í mínum urtagarðið Havi verði onkran urtagarðstúr, bæði her á landi og uttanlanda. Lesihugurin er góður. Dámar væl at seta meg við eini bók, bæði skaldsøgur, fakligan lesnað og eina góða krimi av og á. Eri eisni í lesibólki, har vit tulka og greina ymiskar bøkur. Av og á sparka yngstu ommusynirnir og eg onkran fótbótsdyst, men tá stendur omman sum oftast í mál.

Ein túr á kaffistovu ella menturnarlig tiltøk við góðum fólki er ikki at forsmáa. At ferðast og síggja aðrar mentanir hevur altíð havt mín áhugað.

Hvussu heldur tú, Føroyar vera um 10 ár?

Frælsar, samhaldsfastar og eitt gott stað at búgva í, við somu rættindum til øll.

Hevur tú húsdjór?

Eingi, møguliga onkur tvísterta fjalur seg.

Dámar tær sushi?

Nei. Neyvan roynt tað nóg ofta.

Hyggur tú í sjónvarp?

Dámi væl at seta meg frammanfyri sjónvarpi, aftan á ein langan arbeiðsdag. Tíðindi úr Føroyum og útheiminum. Ein góður filmur ella dokumentar.

Hvat er tað týdningarmesta, sum er hent í Føroyum síðstu 50 árini?

Tann tjóðarbygging, ið er farin fram.

Lesur tú bløðini?

Ja! tað er alneyðugt at fylgja við, havt rørist í samfelagnum. Tó eru portalarnir nokk mest brúktir.

Hvørja uppfinning hevði tú viljað, at tú uppfann?

Ljósperun!

Hvar vilt tú helst búgva?

Í Havn, har eg búgvi nú. Dámar eisini væl í Sandoynni.

Um tú kundi tikið eitt ár úr kalendaranum, hvat hevði tú so gjørt?

Fari eina rundferð runt jørðina. Hugna um familjuna.

Hvat kanst tú finna uppá at øsa teg um?

Tá fólkaræðið ikki verður virt. Tá fólk vera órættað.

Hvørjum tónleiki dámar tær at lurta eftir?

Mær dámar allan tónleik, t.d. TÝR, Eivør og Nana Mouskouri.

Hvat er størsta hóttanin ímóti føroyska samfelagnum?

Afturhalds hugburður, vantandi trúgv á egnan mátt og megi sum tjóð.

Hvørjum liði heldur tú við?

Landsliðinum sjálvandi.

Hvat var títt fyrsta starv?

Reingerðarkvinna á Landssjúkrahúsinum.

Hvussu dámdi tær tað?

Væl.

Heldur tú teg rinda ov nógvan skatt?

Uttan skatt eingin vælferð.

Nær vart tú seinast ordiliga fegin?

Í gjár tá vit fingu silrekatvøst til døgurða, men eri sum oftast glað.

Hvussu nógv tingfólk fær Tjóðveldi 1. september?

8!

X