Lýsing

Kristian Oskar Henriksen

Vælkomin á mína síðu

Eg eri føddur hin 23. juli í 1976. Eri útbúgvin skipsførari og sigli við Sildberanum á Skúvoyarleiðini fyri Strandfaraskip Landsins.
Í nøkur ár sigldi eg fyri Tor Shipping, og seinni fekk eg starv á skrivstovuni hjá felagnum.
Í starvinum hjá Tor Shipping hevði eg serliga við manningarnar at gera, og her fekk eg hollar royndir.
Royndirnar góvu mær góða barlast, soleiðis at eg av og á eisini avloysi hjá SSL sum manningarsamskipari.
Tá eg avloysi sum manningarsamskipari, havi eg við allar manningarnar umborð strandfaraskipunum at gera.
Eg siti í bygdarráðnum á Sandi, her eg eri formaður í havnanevndini og teknisku nevnd hjá kommununi.
Sum skipsførari við áhuga fyri fakfelags-og starvsfólkaviðurskiftum eri eg eisini í nevndini í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
Í B71 eri eg venjari í flogbólti, og eg ferðist nógv út um landið saman við børnum og ungum til kappingar um vikuskiftini.
Eg havi verið limur í Sandoyar Tjóðveldisfelag frá ungum av, og eg havi bæði verið í nevndini og verið formaður í felagnum.
Rannvá Blástein, sum er ættað av Viðareiði og eg, búgva saman á Sandi, og vit hava tilsamans seks børn – í aldrinum 6 til 18 ár.