Lýsing

Jóannes Guttesen

Nýtt blóð í býráðið, vel Jóannes Guttesen!

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Eg stilli upp til býraðsvalið, tí eg eri sannførdur um, at eg havi ítøkiligar royndir og vitan á týðandi økjum, sum koma Tórshavnar kommunu og borgarum hennara til góðar.

  • Eg eri uppvaksin á Gripsvegnum – mitt í Havnini. Seinastu 17 árini hava vit búð í Hoyvík, Inni á Gøtu. Familjan telur, umframt meg sjálvan, konu og trý vaksin børn.
  • Í mínum arbeiðslívi havi eg millum annað starvast sum umhvørvisleiðari á Kommunalu brennistøðini í 11 ár.
  • Eg havi brúkt nógva orku í sjálvbodnum arbeiði. Sjálvboðin sløkkiliðsmaður í Tórshavnar sløkkiliðið í meiri enn 10 ár, ungdómsvenjari í H71, B36 og Havnar telvingarfelag. Formaður ella nevndarlimur í Havnar telvingarfelag, Borðtennissambandi Føroya, B36, Eigarfelagnum Inni á Gøtu, Suðurstreymoyar tjóðveldisfelag. Umframt at hava íðkað ítrótt sjálvur. Á mentanarøkinum er ikki so nógv at reypa av – evnini rukku ikki – spældi horn í nøkur ár og havi eisini spælt onkran sjónleik.
  • Havi eisini sitið í Barnaverndarnevndini í Tórshavnar kommunu seinastu fýra árini

 

Meti meg hava veruligar royndir á økjum, sum hava týdning fyri ein býráðspolitikkara. Eg fari at seta ljóskastaran á hesi evni í valstríðnum:

 

  • vinnulív og borgari
  • borgari og burturkast
  • handling á umhvørvisøkinum
  • ítróttur og mentan, frítíð og frítíðartilboð
  • okkara eldru borgarar
  • borgarar og familjur við avbjóðingum
  • skattaborgarin og búskaparpolitikkur
  • bústaðir til øll

 

Eg ætli mær at føra politikk og ikki at lova ov nógv ítøkiligt niður í smálutir. Eg haldi, at býráðið skal skapa karmar og góðar umstøður fyri øll – vinnulív, allar borgarar – serliga okkara borgarar við avbjóðingum, ítrótt og mentan, børn, ung, eldri. Alt skal hanga saman, og alt hongur saman. Ein kommuna skal skapa karmar og umstøður, so at øll trívast. Skapa karmar og umstøður fyri vinnulív og sjálvboðið arbeiði – so kann vinnan folda seg út í framleiðsluvinnuni, tænastuvinnuni, handilsvinnuni og matstovuvinnuni. Og ítróttar- og mentanartilboðini blóma við eini breiðari viftu av tilboðum. Raksturin av hesum kostar kommununi lítið og einki. Tey sjálvbodnu skapa trivnað og tilboð á ítróttar- og mentanarøkinum, og vinnulívið skapar trivnað og arbeiðspláss á sínum øki. Vinnulívið stuðlar ítróttini og mentananini. Vit gjalda skatt og skapa karmarnar. Og so skulu vit ikki gloyma kjarnuuppgávurnar, sum ein kommuna skal brúka skattainntøkurnar til: Eldraøkið, dagstovnaøkið, barnaverndarøkið, burturkastsøkið, vatnveiting, kloakkering, streymveiting og mangt annað.

 

Umhvørvi og náttúra

 

  • Av tí at kommunurnar eiga SEV, haldi eg, at prísmunurin er alt ov stórur millum tað, ein vanligur borgari skal gjalda, og tað, ið stóru brúkararnir gjalda. Er tað ikki nokk, at tey fáa meirvirðisgjaldið aftur? At tey fáa ókeypis vatn? At tey sleppa av við vatnið ókeypis?
  • SEV og Tórshavnar kommuna eiga Fjarhitafelagið. Prísurin er alt ov høgur, og aftur her fáa stóru brúkararnir avsláttur. Er tað ikki nokk, at tey fáa meirvirðisgjaldið aftur? At tey fáa ókeypis vatn? At tey sleppa av við spillvatnið ókeypis? Fyri eina hart sperda familju, sum stríðist við at fáa endarnar at røkka saman, er tað óskiljandi at príslegan ikki er javnari.
  • Kommunurnar hava ábyrgd á burturkastsøkinum. Kommunurnar sita við øllum kortum á hondini, um okkurt skal gerast á umhvørvisøkinum. Hægri játtan skal veitast, so at vit kunnu byggja innanduraumstøður at viðgera burturkasti meiri og betur. Tað skal handlast! Seinastu 16 árini er lítið og einki hent í Tórshavnar kommunu – bert føgur orð og ein umhvørvisvika eina ferð um árið – vit skulu venda tí við. Handla hvønn dag og játta neyðuga peningin til endamálið – vit hava vitanina – og um eg verði valdur, so kemur vitanin á Vaglið.
  • Tórshavnar kommuna og SEV eiga Fjarhitafelagið. Røddin á Tórshavnar kommunu skal verða meiri týðilig, og her ætli eg mær at gera mun. Í dag er einki gjøgnumskygni – eg vil hava, at grundgevingarnar koma fram í ljósið. Hví er príslegan soleiðis, sum hon er?
  • Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu skal gerast ein sjálvsagdur partur av øllum íløgum. Og eftir førimuni í rakstrinum. Umhvørvisvinarligar loysnir í vali av tilfari og góðar loysnir. Í ferðsluloysnum skal grøna leiðin eisini síggjast aftur. Grøna leiðin skal ikki standa einsamøll eina ferð um árið – hon skal plantast inn í alt virksemi hjá Tórshavnar kommunu. Soleiðis handla vit – og gera umhvørvispolitikkin ítøkiligan.

 

Vinnulív og borgari

Vit skulu verða góð við okkara borgarar. Og vit skulu finna loysnir, so at borgarar og vinnulív trívast væl saman. Tað snýr seg um at skapa karmar og finna loysnir.

Vit skulu ikki gloyma upprunan til Havnina. Sokallaðu “biddararnir” úti á Reyni hava slóðað fyri og lagt lunnar undir Havnina, sum vit kenna hana í dag. Tá høvdu havnarfólk ikki atgongd til bø og haga og sluppu valla niðan um Bringsnagøtu – í dag er støðan tann, at fólkatalið í Tórshavnar kommunu er næstan helvtin av íbúgvunum í landinum. Arbeiðsmenn og arbeiðskvinnur slóðaðu fyri, bygdu Havnina og fóru sum tey fystu í Føroyum millum annað at kasta nót eftir seiði – tað skal ikki gloymast. Tórshavnar havn hevur verið Havnini góð.

Samstundis skulu vit nøkta nútíðar krøv frá borgarum, so at eingin livir í misnøgd. Fremsta kommuna í landinum eigur at finna skilagóðar loysnir øllum at frama.

 

Ítróttur og mentan

Fyri meg hevur tað alstóran týdning, at dyggur stuðul verður veittur til ítróttar- og mentanarlív í kommununi – eisini í útjaðaranum. Tað megnar, sjálvbodna arbeiðið kring alla kommununa eigur ikki at detta niðurfyri vegna vantandi karmar og stuðul frá kommununi. Tí so er vandi fyri, at alt dettur niðurfyri. Tað hevur týdning at eggja til fjølbroytni í frítíðartilboðum til allar borgarar, veik sum sterk – ung og eldri. Eigarafeløg og økisnevndir eiga at fáa eitt forum við ávirkan í Tórshavnar kommunu.

Bæði toppur og breidd skulu stuðlast, so at tey, ið vilja hava avbjóðingar fáa avbjóðingar. Breiddin, sum oftani er bulurin í frítíðarfeløgunum og hevur týdning fyri trivnaðin í samfelagnum, skal eisini fáa sín part av køkuni. Og har meti eg, at kommunan skal stuðla og skapa karmar.

Í míni verð er eingin ivi: Barnafamiljur trívast bara, har frítíðartilboðini eru, og har hini børnini eru – og við ongum barnafamiljum er eingin framtið á staðnum.

 

Sosiala økið

Vit eiga at veita borgarum okkara, sum av eini ella aðrari orsøk,hava avbjóðingar og trupulleikar at dragast við, allan tann stuðul, ein kommuna hevur heimild at veita. Tað er fremsta uppgávan hjá teimum fólkavaldu at hjálpa, har størsti tørvurin er. Sosialt skal eingin detta niður í millum – vit eiga at lofta teimum og halda teimum uppi. Millum annað við frítíðartilboðum innan mentan og ítrótt, so at tey mennast og trívast sosialt – so kemur restin av sær sjálvum.

Eldraøkið

Vit verða fleiri eldri borgarar komandi árini. Tórshavnar kommuna eigur eisini á tí økinum at ganga fremst og slóða fyri, so at okkara fyrimyndir sleppa at liva eitt virðiligt lív eftir mong ár á arbeiðsmarknaðinum. Vit skulu møta okkara eldru, har tey eru, og lurta eftir teimum.

Bústaðarviðurskifti

Vit mugu hjálpa øllum borgarum í Tórshavnar kommunu at útvega sær egið heim. Fyrst og fremst borgarar okkara, ið eru rørðslutarnaðir og menningartarnaðir. Harnæst tey við lægstu inntøkunum. Og eisini teimum, ið ikki sleppa framat at byggja ella keypa egnan bústað. Um tað kallast lutaíbúðir, vardar íbúðir, leiguíbúðir, grundstykki ella okkurt annað, so skal kommunan skapa karmar, so at allir borgarar sleppa framat. Um myndugleikin ikki er Tórshavnar kommuna, so skal Tórshavnar kommuna hjálpa við at trýsta landsmyndugleikarnar at gera tað, teir skulu.

Skynsaman búskaparpolitikk

Tá ið eg velji at stilla upp fyri Tjóðveldi, so er tað tí, at vit skulu hava ein burðardyggan búskap – eisini kommunalt. Vit skulu brúka pening við skili og ikki oyðsla. Eg kann koma við vallyftum, sum ikki kunnu gjaldast aftur komandi 25 árini  – tað ber ikki til! Tí kann eg lova ein skilagóðan politikk, har kjarnuuppgávurnar hjá Tórshavnar kommunu fyrst og fremst skulu loysast. Um okkur avlop er, so skulu íløgur gerast í framtíðar kjarnuuppgávur, og um skuld er, so skal hon gjaldast aftur. Vit skulu ikki futta alt av við einum sirkusi til fólkið – bara fyri at verða vald aftur!

 

Her ber til at lesa tað, eg havi skrivað í samband við kommunuvalið 2020. (Og um áhugi er, so ber til at lesa tað, eg skrivaði til kommunuvalið í 2016 og løgtingsvalið í 2015).

 

www.tjodveldi.fo/JoannesGuttesen

https://www.facebook.com/joannesguttesen2015/

 

X