Lýsing

Fyrispurningar á tingi

Sirið spyr um busssamband til Vestmanna

, 01/09/2020

Sirið spyr um busssamband til Vestmanna

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í fíggjarmálum Jørgen Niclasen um busssamband til Vestmanna. 1 Er ætlanin er bøta um busssambandi til og frá Miðnámsskúlanum í Vestmanna ? 1 Um ja, nær kann tað so væntast at vera Viðmerkingar Tað er at fegnast um, at busssamband millum Vágar og Glasir er bøtt soleiðis, at tað passar við skúlatíðina. Skulu fólk brúka bussarnar so mugu ferðaætlanirnar, so væl sum tilber, verða tillagaðar til tørvin hjá fólki.  Tað hevur verið alment frammi, at tað eisini er tørvur á betri busssambandi til Miðnám í Vestmanna. Rektarin á skúlanum hevur víst á, at bussambandi er so mikið vánaligt, at ung fólk velja skúlan frá.  Stjórin á SSL hevur víst á, at ein ætlan fyri bussleið til Vestmanna er fyrireika og klár at seta í verk, men at tað neyvan verður fyrr enn komandi ár vegna væntandi fígging nú.   Sirið Stenberg...

Les meira

Kristina spyr um læknaávísingar í sambandi við koronakanningar

,

Kristina spyr um læknaávísingar í sambandi við koronakanningar

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannsen um læknaávísingar og samsýning í sambandi við koronakanningar Hvussu stórur partur av samlaðu Covid-19 kanningunum hava kravt læknaávísing? Hvussu nógvar læknaávísingar hava verið til Covid-19 kanningar? Hvussu nógv hevur Heilsutrygd rindað læknum fyri hesar læknaávísingar? Er ætlanin at aðrir fakbólkar fáa serliga samsýning í sambandi við serstaka arbeiðið í sambandi við Covid-19 støðuna? Hvussu nógv hevur landskassin higartil rindað fyri Covid-19 kanningar av ferðafólkum? Viðmerkingar Føroyar eru millum fremstu lond í heiminum tá umræður koronavirus Covid-19 kanningar fyri hvønn íbúgva. Hetta hevur verið eitt avgerandi amboð fyri, at steðga Covid-19 smittuni í Føroyum í tveimum umførum higartil, og fyri at forða fyri, at nýggj smitta kemur inn í landið. Meginpartin av tíðini við koronu hevur verið neyðugt við læknaávísing, fyri at fáa gjørt kanning í Føroyum, men hetta varð broytt í samband við næstu alduna av smittuni. Tað var gott, at kravið um læknaávísing fall burtur, tí tað tók óneyðuga tíð og orku frá læknum, ið heldur kann nýtast til annað virksemi.  Nógvir fakbólkar hava tikið tøk í sambandi við nógvu kanningarnar, ið framdar eru, og hevði verið áhugavert at frætt, um ætlanin er, at ymiskir fakbólkar fáa serliga samsýning í sambandi við Covid-19 arbeiði, og hvussu stórur partur av játtanini til kanningar av ferðafólkum nú er nýttur. Fyri at fáa lýst verandi støðu, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 1. september 2020 Kristina Háfoss...

Les meira

Kristina spyr um donsku fíggjarlógina

,

Kristina spyr um donsku fíggjarlógina

Munnligur fyrispurningur til løgmann um at binda Føroyar fastari í donsku fíggjarlógina Hevur løgmaður umrøtt donsku fíggjarlógina saman við danska statsministaranum? Um ja, hvat varð umrøtt? Føroyingar og Føroyar hava rindað fyri atlimaskap okkara í ST-felagsskapunum FAO, IMO og UNESCO í áravís. Hví verður danskt veðhald fyri føroysku limagjaldunum nevnt í donsku fíggjarlógini? Er hetta sett í donsku fíggjarlógina í samráð við løgmann ella landsstýrið? Er málið tikið upp við FAO og donsku stjórnina?  Heldur løgmaður at tað setur Føroyar í eitt neiligt ljós altjóða, at eitt annað land veðheldur fyri limagjaldi hjá okkum í altjóða felagsskapi? Viðmerkingar Danska stjórnin hevur nú lagt donsku fíggjarlógina fram. Í hesi verða Føroyar eisini nevndar. M.a. verður víst til, at játtan verður sett av til, at veðhalda fyri limagjald hjá Føroyum til altjóða ST felagsskapir. Hetta hóast Føroyar og føroyingar rinda fyri limagjøld fyri atlimaskapir sínar í felagsskapunum OECD, IMO og FAO. Samstundis hevur løgmaður víst á, at hann ynskir at binda Føroyar og Danmark tættari – og hava løgmaður og danski statsministarin eisini nýliga havt fund. Fyri at fáa lýst, um løgmaður og landsstýrið arbeiða til frama fyri at binda Føroyar fastari í donsku fíggjarlógina, verða hesir spuringar settir. Á Løgtingi, 1. Septembur 2020 Kristina Háfoss...

Les meira

Kristina spyr um koronukanningar 6. dagin

,

Kristina spyr um koronukanningar 6. dagin

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannsen um koronukanningar 6. dagin Hvussu nógv ferðafólk eru komin til Føroyar, og hava latið seg Covid-19 kanna, síðan tilmælið um, at kanna seg 2 ferðir varð sett í verk? Hvussu nógv av hesum ferðafólkum hava kanna seg 2. ferð 6. dagin eftir at tey komu til Føroyar? Hvør kunning varð sett í verk til ferðafólk um, at kanna seg 2 ferðir, og nær varð henda kunning sett í verk? Metir landsstýrismaðurin at tað er eitt nøktandi tal av fólkum, ið lata seg kanna 6. dagin eftir at tey koma til Føroya? Tekur landsstýrismaðurin undir við, at heimtaka ábyrgdina av farsóttarlóggávu, landslækna v.m., og at áseta krøv til tvær Covid-19 kanningar, tá komið verður til landið? Viðmerkingar 3. august vórðu Føroyar raktar av næsta útbrotinum av Covid-19 virusinum. Nú tykist tamarhald tíbetur at vera á hesum næsta útbrotinum av koronavirusinum í Føroyum, men henda støðan kann broytast, um vit ikki ansa væl eftir, so smittan ikki kemur aftur til landið, og um fólk ikki fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum sum heild. Heilsufakliga verður mælt til, at øll fólk, ið koma til Føroya úr útlondum, lata seg kanna 6. dagin eftir, at tey eru komin til landið – umframt tann dagin tey koma til landið. Hetta er avgerandi neyðugt um eitt nýtt Covid-19 útbrot ikki skal koma til landið umvegis ferðafólk. Men talan er bert um eitt tilmæli, og enn er ógreitt, hvussu nógv lata seg kanna 2 ferðir.  Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi 1. septembur 2020 Kristina Háfoss...

Les meira

Kristina spyr um koronustøðuna umborð á útlendskum skipum

,

Kristina spyr um koronustøðuna umborð á útlendskum skipum

Munnligur fyrispurningur til Jenis av Rana um koronustøðuna umborð á útlendskum skipum í føroyskum sjóøki og samskifti við russiskar myndugleikar Hvat samskifti hevur verið og/ella væntast at verða, við russiskar myndugleikar um koronastøðuna umborð á russiskum skipum í føroyskum sjóøki? Hava russiskir myndugleikar sett nýggj krøv til manningar og/ella skiparar umborð á russiskum skipum í føroyskum sjóøki eftir seinastu tilburðirnar har russisk skip vórðu rakt av Covid-19? Kunnu nýggj krøv væntast at verða sett til koronakanningar v.m. av manningum umborð á útlendskum skipum, ið ætla sær í føroyskt sjóøki frameftir? Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at trygd og heilsa í sambandi við Covid-19 verður best tryggjað hjá útlendskum sjófólki í føroyskum sjóøki? Viðmerkingar Koronavirusið hevur gjørt um seg kring allan heim, og eru vit eisini rakt av hesum í Føroyum.  Nú tykist tamarhald tíbetur at vera á næsta útbrotinum av virusinum í Føroyum, men henda støðan kann broytast, um vit ikki ansa væl eftir, at smittan kemur aftur til landið, og um fólk ikki fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum sum heild. Í summar hava 3 útlendsk skip, ið hava lagt at landi í Føroyum, verið rakt av stórum útbrotum av Covid-19. Fleiri persónar eru eisini innlagdir á Landssjúkrahúsinum álvarsliga sjúkir. Samstundis er komið fyri, at skiparar ikki hava fylgt tilráðingunum frá føroysku heilsumyndugleikunum, og hava lagt frá landi uttan at kanna alla manningina, og uttan at senda manningina heim. Hetta hevur sett lív og heilsu í váða hjá útlendsku manningunum. Eisini hevur hetta sett krøv til føroyska heilsuverkið. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur víst á, at farast skal undir samskifti við russiskar myndugleikar. Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi 31. august 2020 Kristina Háfoss...

Les meira

Kristina spyr um fíggjarstøðu landsins

,

Kristina spyr um fíggjarstøðu landsins

Munnligur fyrispuringur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um fíggjarstøðu landsins Hvat hevði úrslit landskassans verið sambært fíggjarlóg og higartil samtyktum eykajáttanum fyri árið 2020 – um sæð verður burtur frá meirútreiðslum og minni inntøkum, ið eru beinleiðis orsakað av Covid-19 støðuni? Hvat væntast úrslit landskassans nú at verða fyri árið 2020? Hvussu nógvar útreiðslur hevur landskassin havt av samtyktu hjálparpakkunum í sambandi við Covid-19? (Samanlagt og býtt á ymsu partarnar av hjálparpakkunum) Hvussu nógvar útreiðslur hevur ALS havt av samtyktu hjálparpakkunum? Hvussu nógvar minni inntøkur væntar landskassin at fáa orsakað av Covid-19 støðuni? (Samanlagt og býtt á ymsu inntøkurnar) Hvussu væntast gongdin í føroyska búskapinum nú at verða fyri árið 2020 (í % av BTÚ)? Viðmerkingar Góðar tíðir krevja serliga varnan og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Hóast hetta, so valdi núverandi landsstýri, í sambandi við fíggjarlógina fyri 2020, at økja rakstrarútreiðslur landsins, og minkað úrslit landskassans, meira enn nakrantíð síðan fíggjarkreppuna. Rakstrarvøkstur á 3-400 mió. kr. eftir einum ári og úrslit landsins fleiri hundrað mió. kr. skeiva vegin. Hetta varð samtykt í desembur 2019 og áðrenn Koronu. Í 2020 hevur landsstýrið hartil lagt fleiri eykajáttanir fyri Løgtingið – eisini eykajáttanir, ið ikki eru orsakað av koronavirusinum. Ongar av eykajáttanunum hava verið fíggjaðar við samsvarandi útreiðsluminking ella nýggjum inntøkum. Rakstrarvøkstur landsins fyri 2020 er tí vaksin og úrslit landskassans minkað væl meira enn tað, ið varð samtykt í fíggjarlógini fyri 2020. Úrslitið er, at verður hugt at samtyktu fíggjarlóg landsins og teimum eykajáttanum, ið ikki eru orsakað av koronavirusinum og átøkum í hesum sambandi, so hevur landsstýrið vent avlop á 4-500 mió. kr. í 2019, til hall í 2020. Hartil koma broytingar í útreiðslum og inntøkum orsakað av Koronu, ið gera hallið enn størri. Hjálparpakkar landsins fara eisini úr gildi í dag – 31. august 2020 – og viðkomandi er tí at fáa lýst, hvørt hesir eru gagnnýttir, og hvussu nógv landskassin hevur rindað í hesum sambandi. Fyri at fáa lýst fíggjarstøðu landskassans og landsins, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Á Løgtingi, 31. august 2020 Kristina Háfoss...

Les meira

Verða borgarar og vinnufyritøkur í Føroyum avlurtað?

, 28/08/2020

Verða borgarar og vinnufyritøkur í Føroyum avlurtað?

Munnligur fyrispurningur til løgmann um møguliga avlurting av føroyskum borgarum og vinnufyritøkum Hevur danska fregnartænastan atgongd til talgilt samskifti hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum í Føroyum? Er partur av teimum avlurtingum, ið danska fregnartænastan hevur latið amerikansku fregnartænastuni, samskiftisupplýsingar hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum? Hevur løgmaður spurt – ella fer løgmaður at spyrja – danskar myndugleikar, um danska fregnartænastan avlurtar føroyskar borgarar ella vinnufyritøkur? Hvat ger landsstýrið fyri at tryggja, at føroyskir borgarar og vinnufyritøkur ikki verða avlurtað av donsku fregnartænastuni ella øðrum? Viðmerkingar Greitt er, at danska fregnartænastan hevur latið amerikonsku fregnartænastuni (NSA) samskiftisupplýsingar um danskar borgarar. Samstundis hava núverandi landsstýrið og samgongan samtykt nýggja lóggávu, ið gevur donsku fregnartænastuni víttfevnandi heimildir av avlurta føroyskar borgarar. Í undanfarna valskeiði, vórðu vit landsstýrisfólk hartil kunnað um, at tekin vóru um, at onkur avlurtaði okkara fartelefonir, men tað var ikki greitt, hvør møguliga avlurtaði hesar. Fyri at fáa staðfest, um føroyskir borgarar ella vinnufyritøkur verða avlurtað av donsku fregnartænastuni, og fyri at fáa lýst, um føroyskar samskiftisupplýsingar eru latnar amerikonsku fregnartænastuni, verða hesir spurningar settir løgmanni. Á Løgtingi, 28. august 2020 Kristina Háfoss...

Les meira

Løgmaður skal svara um privatar koronakanningar

, 22/06/2020

Løgmaður skal svara um privatar koronakanningar

Høgni Hoydal vil nú hava løgmann at standa til svars fyri avgerðunum um privatar koronakanningar av ferðafólki. Á tingfundinum seinasta fríggjadag kravdi Høgni svar frá løgmanni um hesi viðurskifti. Men hóast orðaskiftið um hetta vardi í meira enn ein tíma, so metti Høgni, at løgmaður als ikki svaraði spurningunum. Tí er nú ein sonevndur §52a-fyrispurningur settur løgmanni, har løgmaður skal svara skrivliga.   Spurningurin er soljóðandi: Fyrispurningur um avtalur við privatar fyritøkur um at kanna ferðafólk fyri Covid-19, lógarheimild, kostnað, ognarviðurskifti v.m., settur løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)     1.      Hvør hevur samráðst og gjørt avtalur við tvær privatar fyritøkur um at áleggja ferðafólki at lata seg kanna fyri Covid-19 á flogvøllinum og við havnir?   2.      Hvør hevur undirskrivað sáttmálarnar, hvør landsmyndugleiki ella heilsufakligur myndugleiki hevur góðkent teir – og kann løgmaður senda løgtingsfólki avrit av øllum viðkomandi skjølum og upplýsingum í málinum?   3.      Hvørjar fyritøkur er talan um, hvør eigur fyritøkurnar, hvør situr í nevndunum fyri hesar fyritøkur, hvørji læknafaklig/heilsufaklig fólk eru knýtt at fyritøkunum og hava fakliga ábyrgd?   4.      Nær, hvar og hvussu er arbeiðið boðið út?   5.      Hvør er lógarheimildin fyri hesum avtalum og hvør er lógarheimildin fyri at krevja fólk at taka royndirnar?   6.      Hvør hevur ásett kostnaðin – og hvat verður mett, at ferðafólk koma at gjalda tilsamans í milliónum krónum fyri royndirnar, um kravið til dømis verður galdandi frá 27. juni 2020 til 1. oktober 2020?   7.      Hvussu stórur er vinningurin hjá fyritøkunum fyri hvørja roynd – og hvussu nógv verður vinningurin mettur at verða tilsamans hjá fyritøkunum fram til 1. oktober 2020?   8.      Hvør heilsumyndugleiki hevur góðkenning, eftirlit við trygdini hjá borgarum um persónsupplýsingar, uppfylging mótvegis borgarum – og hvørjar avtalur og skjøl eru gjørd um hetta og nær?   9.      Hvør er støðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og sjúkrahúsmyndugleikunum til hesar avtalur, og um Heilsufrøðiliga Starvsstovan og sjúkrahúsini fingu tann pening, ið nú skal til privatar fyritøkur, hvussu kundu tey tá ment og staðið fyri kanningunum?   10.  Ætlar løgmaður at fremja fráboðaðu ætlanina og hvør hevur landsstýrismannaábyrgd fyri avgerðunum?     Viðmerkingar: Løgmaður hevur alment boðað frá, at ferðafólki verður álagt at brúka tvær privatar fyritøkur til at kanna seg fyri Covid-19.   Løgtingið hevur ikki sæð nakað skjal ella hevur fingið upplýst nakað um hesar avtalur. M.a. um hvør hevur samráðst og gjørt avtalurnar, lógarheimild, kostnað, støðuna hjá heilsumyndugleikum, hvør eigur feløgini, v.m.   Tí verður fyrispurningurin settur løgmanni.   Á Løgtingi, 22. juni 2020 Høgni Hoydal  ...

Les meira

Reint fupp frá bankunum

, 15/06/2020

Reint fupp frá bankunum

Bara uppá 10 ár, hevur tað kostað minst 350 milliónir og 25 størv av landinum at bankarnir sluppu at flyta allar okkara peningaskipanir burtur   Í dag svaraði landsstýrismaðurin fyrispurningi á tingi um kostnaðin fyri føroyska brúkaran og mist størv í KT-vinnuni av, at bankarnir sluppu at flyta sínar skipanir av landinum eftir ómetaligt trýst og lobbyvirksemi móti løgtingsfólki.   Landsstýrismaðurin hevði biðið um upplýsingar og svar frá bankunum. Og sum ikki einaferð royna teir at billa fólki inn, at vit hava spart pening og fingið betri tænastu av at flyta skipanirnar av landinum.   Men hetta er – sum heitið var á eini danskari sjónvarpssending fyri nøkrum árum síðani – ”Reint fupp!”   Hóast bankarnir gloyma at nevna tann kostnaðin, sum peningastovnar, brúkarin og føroyskar vinnufyritøkur máttu rinda í ovurmát í tí ruðuleika, sum hendi í 2010, har skipanirnar vórðu fluttar. Við yvirtíðararbeiði hjá øllum fyritøkum og nógv verri tænastu.   Og hóast bankarnir royna at pakka veruligu tølini inn og tosa uttanum, so stendur nú svart uppá hvítt, at kostnaðurin fyri brúkarar, fyri samfelagið og fyri menningina av føroyskari KT-vinnu, hevur verið ovurstórur:   Tað hevur kostað føroyska brúkaranum minst 350 mió. kr. eyka uppá 10 ár. Tað hevur kostað minst 25 størv á Elektron – ein fjórðing av starvsfólkatalinum – hóast bankarnir billaðu Løgtinginum inn, at hetta fór at geva fleiri størv. Tað kostar føroyska brúkaranum 55 mió. kr. um árið út av landinum til útlendskar veitarar at hava bankaskipanirnar uttanlands. Føroyskir KT-mennarar kunnu siga okkum, at fyri henda pening kundu vit ment og rikið nógv betri og tryggari skipanir í Føroyum. Sum ikki verða keyptar av altjóða fíggjarfyritøkum, ið fáa vinningin hvørja ferð vit skulu brúka av okkara egna peningi.   Tí ber væl til hjá Løgtinginum at samtykkja, at peningaskipanirnar koma aftur til Føroya. Uppskot frá okkum í Tjóðveldi um hetta varð felt fyri 14 døgum síðani. Men vit royna sjálvandi aftur beint eftir ólavsøku.   Spurningur og svar kunnu lesast her: https://logting.fo/casewritten/view.gebs?caseWritten.id=1153&menuChanged=17   Høgni...

Les meira

Korona-kanna øll, ið koma til Føroyar – Sjálvandi!

, 12/06/2020

Korona-kanna øll, ið koma til Føroyar – Sjálvandi!

Hví lata landamørkini upp uttan Covid-19 kanningar av øllum, ið koma til Føroyar?  Landsstýrið hevur fráboðað, at 15. juni verða landamørkini í Føroyum latin upp mótvegis Íslandi, Grønlandi og Danmark. Eftir 15. juni verður ikki neyðugt við sóttarhaldi fyri borgarar úr hesum londum.  Tá Danmark boðaði frá, at nú fór Danmark at lata upp fyri borgarum úr Týsklandi og Noregi, varð fráboðað frá landsstýrinum, at nú vóru borgarar úr Týsklandi og Noregi eisini vælkomnir til Føroya, uttan sóttarhald, 15. juni.  Í gjár fráboðaði Finnland, at tey lata upp mótvegis Norðurlondum og Baltisku londunum – tó ikki Svøríki. ES hevur eisini fráboðað at ynskt verður at øll ES lond lata upp mótvegis hvørjum øðrum 15. juni. Sjálvt Spania hevur fingið áheitan um, at lata teirra mørk upp mótvegis øðrum ES londum 15. juni. Sum kunnugt er Danmark eitt ES land, og verður tí væntandi opið til Danmarkar úr flestu europeisku londunum fyrsta dagin. Harvið verður eisini opið til Føroyar – um landsstýrið heldur somu kós sum higartil. Samstundis hevur landsstýrið onki lógaruppskot lagt fyri Løgtingið um, at krevja, at øll, ið koma til Føroyar skulu Covid-19 kannast. Hinvegin verður lagt lógaruppskot um heimild, at kunna stongja matstøð og skeinkistøð. Undarlig raðfesting, um ætlanin er, at avmarka smittuvandan fyri fólk í Føroyum. Sum skilst hevur landsstýrið enn onga loysn, tá umræður at fremja Covid-19 kanningar av øllum, ið koma til Føroyar. Fráboðað er eisini, at latið verður upp 15. juni uttan at kanna øll, ið koma til Føroyar. Hetta er ein váði fyri okkara fólk og samfelag. Kostnaðurin kann gerast stórur bæði menniskjaliga og búskaparliga.  Vit hava annars kanningarstovur, starvsfólk og vitan í Føroyum. Umframt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, hava eisini privat feløg víst á, at tey eru til reiðar at fremja Covid-19 kanningar av øllum, ið koma til Føroyar, um hetta verður umbiðið. Hví ikki gagnnýta hetta og harvið minka um váðan fyri okkara fólk? Fyri at fáa lýst málið eru hesir spurningar settir løgmanni sambært §52a í tingskipanini: Hví verða landamørkini latin upp 15. juni uttan at Covid-19 kanna øll, ið koma til Føroyar? Er ætlanin ikki at seta lógarkrav um, at øll sum koma til Føroyar skulu Covid-19 kannast? Um valt verður at kanna øll, ið koma til Føroyar, hvussu skjótt kann hetta vera klárt – og hvussu nógv skulu ferðafólk vænta at rinda fyri tílíka kanning? Hví verður latið upp fyri somu londum sum Danmark – heldur enn at landsstýrið sjálvt tekur støðu til, hvørji lond latið verður upp fyri? Í juni mánaða lata flest øll ES-lond mørkini upp hvør fyri øðrum – ætlar løgmaður, at allir borgarar í ES eisini tá eisini kunnu koma til Føroyar? Hvat hevur løgmaður gjørt fyri at tryggja, at føroyskir myndugleikar sjálvir taka avgerð um, hvørji lond Føroyar lata upp fyri? Helst eru tað fleiri, ið ynskja svar uppá hesar spurningar, áðrenn landamørkini verða latin upp mánadagin 15. juni, so vónin er, at til ber at fáa svar skjótast tilber.  Undrist stórliga um, at landsstýrið velur, at lata mørkini upp, uttan samstundis at byrja at Covid-19 kanna øll, ið koma til Føroyar. Hvussu trupult kann tað vera? Vit hava starvsfólkini. Vit hava kanningarstovur. Vit hava vitanina.  At lata mørkini upp – uttan at kanna øll, ið koma til landið, og fylgja hesum upp eftir nakrar dagar í Føroyum – er stórur váði fyri...

Les meira