Lýsing

Fyrispurningar á tingi

Bjørt spyr um javnseting av pápum og mammum í sambandi við føðing

, February 10, 2020

Bjørt spyr um javnseting av pápum og mammum í sambandi við føðing

Fyrispurningur um javnseting av pápum og mammum í sambandi við føðing settur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum   Metir landsstýrismaðurin, at pápar og mammur skulu javnsetast í mun til føðing uttan gjald á sjúkrahúsi í Føroyum? Ætlaða broytingin í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð javnsetur rættindini hjá lesandi pápum og mammum í mun til føðing á sjúkrahúsi. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at víðka kunngerðina soleiðis, at børn hjá pápum, sum hava rættindini sum føroyskir borgararar, kunnu verða fødd á sjúkrahúsi uttan gjald, eisini hóast mamman ikki formiliga er búsitandi í Føroyum? Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at áseta afturvirkandi gildi í kunngerðini, so tey fáu pør, sum eru dottin niðurímillum, sleppa undan at gjalda?   Viðmerkingar Tað er ein gáva, at nógv børn verða fødd í Føroyum. Nøkur fá pør detta tó niðurímillum, tá barn teirra verður føtt í Føroyum, og noyðast at gjalda fyri føðingina, og kann hetta hava álvarsamar fíggjarligar avleiðingar fyri familjuna. Reglurnar um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð geva persónum, sum í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði eru búsitandi uttanfyri Føroyar, rætt til ókeypis viðgerð í sjúkrahúsverkinum. Lesandi, sum búgva uttanlands, kunnu sostatt koma til Føroyar at eiga. Reglurnar eru tó bert galdandi fyri kvinnur, ikki fyri lesandi pápar. Hetta hevur ført við sær, at eini føroysk hjún, búgvandi í Danmark, sum av heilt serstøkum orsøkum valdu, at barnið skuldi berast í heim í Føroyum, hava fingið ógvusliga rokning. Landsstýrismaðurin hevur víst á, at hetta ikki er rímiligt, og hevur sent eina kunngerð til hoyringar, har endamálið er “at javnstilla menn og kvinnur, ið skulu gerast foreldur og ynskja at barnið verður føtt í Føroyum”. Kunngerðin ásetir at: Í § 6 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Er annað av foreldrunum lesandi og har umframt lýkur treytirnar í stk. 1, verður onki gjald tikið fyri, at barnið verður føtt í Føroyum.” Ætlaða kunngerðin fevnir um lesandi – bæði foreldur. Men fevnir ikki um pør, har til dømis pápin býr í Føroyum, ímeðan mamman er skrásett at búgva uttanlands. Her kann til dømis vera talan um par, har foreldrini hava bústað í hvør sínum landi. Ella um at unnustan/konan enn ikki hevur fingið pappírini í ordan í mun til flyting til og/ella uppihaldsloyvi í Føroyum. Um saklig grundgeving er fyri tí, og tað er til fyrimuns fyri borgaran, er møguligt at lóggeva við afturvirkandi gildi. Uppskotið til nýggja kunngerð nevnir ikki afturvirkandi gildi. Pápar eiga eins nógv í barninum, og tí er umráðandi at lóggávan tryggjar báðum foreldrunum javnrættindini í mun til føðing av barni teirra. Á Løgtingi 10. februar 2020 Bjørt Samuelsen...

Les meira

Kristina spyr um ætlanir við Bústøðum og loysnir á bústaðartrotinum

,

Kristina spyr um ætlanir við Bústøðum og loysnir á bústaðartrotinum

Munnligur fyrispurningur um ætlanir við Bústøðum og loysnir á bústaðartrotinum til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í bústaðarmálum   Hvør er arbeiðssetningurin, ið landsstýriskvinnan hevur givið arbeiðsbólkinum, ið hevur arbeitt við bústaðarpolitikki landsstýrisins, og nær væntast arbeiðið at vera liðugt?   Er eitt av uppskotunum, ið landsstýrið arbeiðir við, at Bústaðir skal rinda vinningsbýti til landskassan, og at leigukostnaðurin hjá fólki, ið leiga frá Bústøðum, skal hækka?   Æltar landsstýrið at Bústaðir skal fáa heimild og møguleika at byggja fleiri leigu- og lutabústaðir?   Er partur av bústaðarætlanum landsstýrisins, at gera tað møguligt hjá fólki, at fáa fígging til bygging av bústøðum kring alt landið og eisini uttanfyri størru býirnar?   Er landsstýriskvinnan áhugað í, at koma á fund við Tjóðveldi og andstøðuflokkarnar um uppskot til loysnir á bústaðartrotinum og loysnir, so byggjast kann kring alt landið?   Viðmerking Søguliga stórur fólkavøkstur hevur verið seinastu árini. Men henda sólskinssøga hevur eisini avbjóðingar við sær. Tí bústaðartrot er vorið ein av størstu avbjóðingunum vit hava í dag. Orsøkin er, at tørvurin á bústøðum er vaksin munandi skjótari enn útboðið av bústøðum. Samstundis hevur útleigan til ferðafólk eisini tikið dik á seg, samsvarandi vaksandi ferðavinnuni. Fólkasamansetingin er hartil broytt, og eru vit í dag lutfalsliga fleiri eldri, eins og nógv fleiri lesandi og nógvar nýggjar barnafamiljur eisini eru. Hetta setir krøv til ein størri og meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað. Undanfarna landsstýrið og samgonga settu fleiri tiltøk í verk, fyri at loysa bústaðartrotið. Men meira skal gerast nú og frameftir. Millum átøkini, ið framd vórðu seinastu 4 árini eru: – Bústaðir heilmild og fígging til at byggja 200 leigubústaðir afturat fyri 250 mió. – Fólk 100.000 skattafrítt í leiguinntøku, um útleigað verður til langtíðarleigu (fyri at gagnnýta verandi fermetrar og økja útboðið sum skjótast – og fyri at fáa fólk at velja langtíðarútleigu heldur enn AirBNB) – Leigunevndin størri heimildir at forða fyri órímiligari hækking av leigukostnaði – Kommunur heimild at byggja eldrabústaðir til fólk, ið eru 60 ár og eldri – Bráðtørvlisti settur á stovn – 200 mió. kr. settar av til nýggjar bústovnar og vardar bústaðir – Gongd sett á býlisskrá og annað. Landsstýrið hevði hartil lagt lógaruppskot fram á Løgtingi um, at heimila Bústøðum at útskriva lánsbrøv fyri upp til 250 mió. kr. afturat teimum 250 mió. kr. frá 2016, men Løgtingið valdi ikki at samtykkja hetta áðrenn valið. Lógaruppskotið varð lagt framaftur nú eftir valið, men samgongan feldið hetta uppskotið. Eisini hevur Tjóðveldi lagt uppskot fyri Løgtingið at heimila Bústøðum at veita 2. veðrættarlán til bygging av bústøðum uttanfyri størru býirnar. Tó bert fyri tann partin av láninum, ið peningastovnarnir ikki lána til, og í mesta lagi upp til 100% av metingarvirðinum av ognini. Samgongan feldið eisini hetta uppskotið. Samstundis frættist nú í miðlunum, at arbeitt verður við uppskotum í landsstýrinum, ið fara at krevja, at Bústaðir geva avkast og rinda vinningsbýti til landskassan. Hetta vil avmarka møguleikarnar hjá Bústøðum og gera tað dýrari hjá fólki at leiga frá Bústøðum frameftir. Hetta loysir onki bústaðartrot. Eitt stórt greiningararbeiði viðvíkjandi bústaðarmarknaðinum lá annars klárt í landsstýrinum, tá núverandi samgonga tók við landsins leiðslu. Eisini vórðu fleiri lógaruppskot framd, og onnur lógaruppskot vóru klár at seta í verk. Hóast hetta, so er enn onki hent, og hevur heldur ongin fundur verið millum andstøðu og samgongu um málið. Vit vilja tí bjóða samgonguni...

Les meira

Bjørt spyr um oljudálking og myndugleikaábyrgd

, February 9, 2020

Bjørt spyr um oljudálking og myndugleikaábyrgd

Fyrispurningur til Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvismálum, um oljudálking og myndugleikaábyrgd Hvør myndugleiki eigur evstu ábyrgdina av at tryggja, at tikið verður upp aftaná eina oljudálking, so náttúran ikki verður oyðiløgd? Metir landsstýrismaðurin, at lógarverkið og tilbúgvingarskipanin í mun til oljudálking á landi eru nóg góð? Heldur landsstýrismaðurin, at tað kann góðtakast, at tað tekur fleiri ár at fáa staðfest ábyrgd av oljudálking? Hvat metir landsstýrismaðurin kann gerast, fyri at styrkja lóggávu og virkismátt í dálkingarmálum og fyri at geva borgarum og náttúruni betri verju?   Viðmerkingar Herfyri frættist aftur um eina oljudálking, sum hevur gjørt stóran skaða á náttúrulendi hjá einum borgarar. Hóast tvey ár eru liðin, so er framvegis ikki ruddað upp, og togtogan er um hvør, ið hevur ábyrgdina og skal sektast og gjalda endurgjald. Lendið er oyðilagt, millum annað tí at økið ikki alt fyri eitt bleiv reinsað. Í nevnda føri er enntá talan um stóran almennan stovn og stóra oljufyritøku, sum eru partar av málinum, og óhappið hendi í einari lutfalsliga stórari kommunu í Føroyum. Kortini er tað eigarin, sum onga ábyrgd eigur av dálkingini, ið stendur við svartaperi. Gjøgnum árini koma javnan søgur um oljudálking ella aðra dálking, sum ger skaða á náttúruna. Tað tykist, sum at ábyrgdarbýtið ikki er nóg greitt og/ella at virkismátturin er ov avmarkaður. Í málinum um oljudálking í Froðba, hoyrdu vit longu í juni 2018 borgarstjóran í Tvøroyar kommunu, sum er tilbúgvingarmyndugleiki, siga, at kommunan kendi seg slepta uppá fjall. Tað sama ger eigarin av lendinum. Málið gevur eina kenslu av at lóggávan, ábyrgdarbýtið og virksimátturin í dálkingarmálum eru alt ov veik. Greiðu tapararnir eru náttúran og borgarin.   Á Løgtingi 9. februar 2020 Bjørt Samuelsen tingkvinna  ...

Les meira

Nær verður Húsarhaldsskúlin liðugur?

, February 7, 2020

Nær verður Húsarhaldsskúlin liðugur?

Hvussu gongur við byggingini av nýggjum husarhaldsskula og nær verður hann liðugur? Lítið og onki hevur tó verið at hoyrt um byggingina í seinastuni.  Tí hevur Beinta Løwe sett Jenis av Rana, landsstýrismanninum í mentamálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi. Undanfarna samgonga játtaði 21 milliónir kr. í stuðli til byggingina. Eisini varð sagt í svari til fyrispurning frá undanfarna løgmanni, at spakin væntandi fór at verða settur í byggingina í juni 2019, og at skúlin fór at verða klárur at taka í nýtslu í 2021. Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um nýggjan húsarhaldsskúla, settur landsstýrismanninum í undirvísingarmálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Hvussu langt er komið við ætlanunum at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík? Nær verður húsarhaldsskúlin liðugur? Hvussu nógvum næmingum hevur nýggi skúlin pláss fyri? Hvat væntast næmingagjaldið at verða? Hvat hevur prosjektið kostað...

Les meira

Viðurskiftini í Mjørkadali eru ikki nøktandi

, February 5, 2020

Viðurskiftini í Mjørkadali eru ikki nøktandi

Fyri jól viðgjørdi Løgtingið nýggja rættargangslóg. Í tí sambandi kom púra greitt fram, at viðurskiftini í Mjørkadali ikki eru nøktandi. Mjørkadalur er hvørki bygt til at vera ein arrest ella fongsul, men Mjørkadalur hýsir bæði arrestini og virkar sum fongsul, hóast tað galda ymiskar reglur fyri varðhaldsfongslaði og tey, sum sita dóm. Víst er á av fleiri pørtum, at karmarnir í Mjørkadali eru beinleiðis atvoldin til, at fleiri avbyrgingar eru enn neyðugt, og at tað meira enn so fyri, at fólk vera avmarkað óneyðuga nógv orsakað av fysisku kørmunum. Tað er kent, at avbyrging hevur skaðiliga ávirkan, eisini hóast talan er um styttri tíðarskeið. Tí er tað alt annað enn nøktandi, at fleiri avbyrgingar enn neyðugt eru, orsakað av umstøðunum í Mjørkadali. Hetta eigur als ikki at vera góðtikið.  Hølisviðurskiftini hava eisini tað við sær, at fólk, sum sita dóm í Føroyum í fleiri førum vera bæði meira og óneyðuga frælsisskerd enn ásett í dóminum. Hetta snýr seg um so ymisk viðurskifti sum onga atgongd til alnótina til avbyrging. Tørvurin á betri fysiskum kørmum er tí eyðsýndur. Í nøkrum førum fara fólk til Danmarkar at sita partvís av somu orsøk. Tá kann dómurin gerast nógv harðari enn tilætlað. Tað er ongin ivi um at, tað at skulu sita dóm í einum øðrum landi við m.a. aðrari mentan, málið og avmarkaðum møguleika at fáa vitjan kann vera ein óneyðug herðing av dóminum hjá fólki, sum um hølisviðurskiftini vóru til tess, kundu sitið dómin í Føroyum.  Somuleiðis er víst á manglandi arbeiðsmøguleikar, sum geva innihald í gerandisdegnum hjá teimum, sum sita inni.  Í nýggju rættargangslógini eru ásettar reglur um tíðaravmarking á avbyrgingingar. Hetta er rætt at gera og kann vera ein bati. Men samanumtikið er tað ikki víst, at hetta hevur ætlaða virknaðin, nevniliga at fáa talið á avbyrgingum niður.  Hølisviðurskiftini verða søgd at vera høvuðstrupulleikin, og hetta má takast í nógv størri álvara, og neyðug stig eiga at verða tikin at bøta um støðuna.  Tað er ikki óhugsandi, at tað at málsøkið ikki er á føroyskum hondum er viðvirkandi til at uppmerksemi um hetta økið ikki fyllir nógv hvørki alment ella í politisku skipanini. Tá ið vit ikki skulu taka støðu hava vit heldur ikki altíð neyðuga innlitið. Tá ið vit taka ábyrgd og standa til svars vera málsøkini uttan iva betri røkt.   Skrivligur fyrispurningur til løgmann, Bárður á Steig Nielsen, viðvíkjandi viðurskiftunum í Mjørkadali Er nakað samskifti millum føroyskar og danskar myndugleikar um at bøta um viðurskiftini í Mjørkadali? Hvørji átøk metir løgmaður verða neyðug at seta í verk fyri at tryggja betri umstøður fyri fólk sum sita dóm, so tey t.d ikki vera óneyðuga frælsisskerd? Hvørjar ætlanir eru um at fáa hetta tydningarmikla økið undir føroyskt...

Les meira

Spyr um fullveldissamráðingar

, January 21, 2020

Spyr um fullveldissamráðingar

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um skjøl í sambandi við fullveldissamráðingarnar, settur løgmanni, Bárði Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Nær fer løgmaður at almannakunngera øll skjøl, undir hesum eisini fundarfrágreiðingar, í sambandi við sonevndu fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000? 2. Um løgmaður ikki ætlar at almannakunngera skjølini og fundarfrágreiðingarnar frá fullveldisamráðingunum, hvør er so orsøkin, og hvørjar eru grundgevingarnar fyri hesum? 3. Eru fullveldissamráðingarnar framvegis í gongd, sum annars hevur verið ein grundgeving fyri ikki at lata innlit í skjølini? Viðmerkingar: Í ár eru 20 ár liðin síðani fullveldissamráðingarnar vóru. Hóast drúgv tíð er fráliðin, hevur ongin mynduleiki enn viljað latið innlit í skjøl og fundarfrágreiðingarnar. Sambandsflokkurin setti í 2017 táverandi løgmanni fyrispurning um, nær løgmaður fór at almannakunngera øll skjøl í sambandi við sonevndu fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000. Í viðmerkingunum til fyrispurningin segði Sambandsflokkurin tá: ”Øll landsstýri síðani ár 2000 hava noktað almenninginum innlit í skjøl um samráðingarnar. Grundgevingin er, at samráðingarnar eru ikki lidnar, hóast eingin samráðingarfundur um fullveldi hevur verið í meira enn 16 ár. Grundgevingin er tí uttan hald í veruleikanum.” Tá Sambandsflokkurin í 2017 helt, at hetta var ein grundgeving uttan hald í veruleikanum, skuldi ein trúð, at núverandi løgmaður og formaður Sambandsfloksins, fer at geva almenninginum innlit í skøl og fundarfrágreiðingar frá fullveldissamráðingunum. Á Løgtingi, 21. januar 2020 Beinta Løwe...

Les meira

HVÍ VERÐUR LAKSURIN FLUTTUR ÚR SUÐUROYNNI AT VIRKAST?

, January 14, 2020

HVÍ VERÐUR LAKSURIN FLUTTUR ÚR SUÐUROYNNI AT VIRKAST?

“Tað rakar ómetaliga hart, at 40 fólk verða uppsøgd. Tað ávirkar lokalsamfelagið og sjálvsagt eisini fólkini, sum verða uppsøgd persónliga.” “Á tíðindaportalum verður víst á, at fiskur verður fluttur norðureftir at virka, samstundis sum fólk vera uppsøgd í Vági.” Men í nýggju alilógini, sum undanfarna samgonga samtykti, er ásett, at fiskur, sum verður aldur í Suðuroynni, skal virkast í oynni. Tí hevur Sirið Stenberg sett landsstýrismanninum við vinnumálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi: Fyrispurningur um flyting av alifiski úr Suðuroynni, settur landsstýrismanninum við vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Hvør er orsøkin til, at alifiskur verður fluttur úr Suðuroynni og norðureftir at virkast?  Hvørji undantøk í lóg og kunngerð liggja til grund fyri avgerðini? Er flytingin av alifiski úr Suðuroynni innan tær ásetingar, sum lóg og kunngerð áseta um, at alifiskur skal virkast í oynni? Viðmerkingar: Tað rakar ómetaliga hart, at 40 fólk verða uppsøgd. Tað ávirkar lokalsamfelagið og sjálvsagt eisini fólkini, sum verða uppsøgd persónliga. Tað hava fyrr verið tíðarskeið við ongum arbeiði, og væntandi var, at arbeiði fór at liggja stilt eina tíð tíðliga í árinum. Men nú nakrir dagar eru farnir av árinum eru uml. 40 fólk søgd úr starvi við boðum um, at arbeiði nokk byrjar aftur í summar.  Á tíðindaportalum verður víst á, at fiskur verður fluttur norðureftir at virka, samstundis sum fólk vera uppsøgd í Vági.  Í nýggju alilógini er ásett, at fiskur, sum verður aldur í Suðuroynni, skal virkast í oynni. Undantøk kunnu gevast av landsdjóralæknanum í sambandi við sjúku, og Aliumsitingin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni kann eisini geva undantak, um tað eru serlig viðurskifti, sum alarin ikki hevur ávirkan á ella kann verja seg ímóti, sum gera seg galdandi. Hesar reglur eru ásettar í kunngerð.  Landsstýrismaðurin verður tí biðin um at svara omanfyrinevndu spurningum, so trygd fæst fyri, at tað, sum fer fram, er sambært ásettum reglum. Tað er stórt bakkast fyri fólk í oynni nú at vera uttan arbeiði í...

Les meira

Beinta spyr um broytingar í Kvf

, January 9, 2020

Beinta spyr um broytingar í Kvf

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um Kringvarp Føroya, settur landsstýrismanninum í uttanríkisog mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvørjar broytingar er ætlanin at gera viðvíkjandi Kringvarpi Føroya? 2. Er ætlanin at lækka kringvarpsgjaldið? 3. Um ætlanin er at lækka kringvarpsgjaldið, hvussu nógv verður tað so lækkað? 4. Er ætlanin, at aðrir miðlar skulu hava ein part av kringvarpsgjaldinum? 5. Eru ætlanir um at koyra aktueltdeildina í tvær deildir, eina sjónvarpsdeild og eina útvarpsdeild, sum skulu kappast? 6. Nær er ætlanin, at møguligar broytingar í Kringvarpinum skulu setast í gildi? Viðmerkingar: Landsstýrismaðurin í mentamálum segði undir viðgerðini av fíggjarlógini, at ætlanir eru um at gera broytingar í Kringvarpinum í vár, men landsstýrismaðurin vildi tá ikki koma nærri inn á, hvørjar broytingar ætlanin er at gera. Tí verður hesin spurningur settur. Á Løgtingi, 9. januar 2020 Beinta Løwe...

Les meira

Lítið eftirlit við útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni

, December 16, 2019

Lítið eftirlit við útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni

Tað kunnu ganga ár ímillum, at útlendskur  ognarskapur í fiskivinnuni verður kannaður, tí Vørn hevur ikki orku at kanna tað. Tað kemur fram í svari frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, til Beintu Løwe, tingkvinnu  hjá Tjóðveldi.   Vørn skal kanna útlendskan ognarskap í fiskivinnuni, men Vørn hevur ikki orku til hetta, og tí kunnu ganga ár ímillum, at hvørt felag verður kanna, verður sagt í svarinum. Vørn hevur upplýst, at Vørn manglar arbeiðsorku og tekniskar loysnir fyri at hava nøktandi eftirlit. Í svarinum frá landsstýrismanninum til tingkvinnuna hjá Tjóðveldi verður millum annað sagt: “Vørn hevur tveir løgfrøðingar, sum taka sær av hesum málum. Hvørja ferð eitt nýtt felag ynskir at virka í fiskivinnuni ella broytingar fara fram í einum verandi felagi, kannar Vørn um ognarviðurskiftini eru í lagi. Hetta inniber at kanna eigarabók, stovningarskjal, viðtøkur, roknskap, lánsavtalur v.m. Vørn innheintar skjølini frá felagnum til hetta. Tryggjast skal, at avgerðarrætturin í felagnum er heimahoyrandi í Føroyum. Fyri tey verandi feløgini skal avgerðarrætturin vera í minsta lagi 2/3 føroyskur. Samstundis verða kanningar tiknar upp við regluligum millumbilum. Hetta er tó drúgt og tíðarkrevjandi arbeiði, og tað kunnu sostatt ganga ár ímillum, at hvørt felag verður kannað. Vørn hevur upplýst, at Vørn manglar arbeiðsorku og tekniskar loysnir fyri at hava nøktandi eftirlit. “ Svarið kann takast niður her: https://logting.fo/files/casewrittenquestion/932/030.19.%20Svar%20fra%20J.%20Vestergaard%20til%20B.%20Lowe%20-%20eftirlitid%20hja%20Vorn.pdf...

Les meira

Beinta vil hava svar uppá fundin við kinesisku sendistovuna!

, December 11, 2019

Beinta vil hava svar uppá fundin við kinesisku sendistovuna!

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um fund við kinesisku sendistovuna, settur løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hví var landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á fundinum við kinesisku sendistovuna í november? 2. Hví var landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki á fundinum? 3. Hevur landsstýrið/løgmansskrivstovan ella onnur aðalráð ráðført seg ella samskift við danska uttanríkismálaráðið í sambandi við fundin og nógv umrødda fútabannið? 4. Um svarið til spurning 3 er ja, hvør var so tilráðingin hjá danska uttanríkismálaráðnum? Viðmerkingar: Nógv hevur verið tosað og gitt seinastu vikurnar um nógv umrøddu fundirnar, ið løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava havt við kinesisku sendistovuna. Hvat tosað hevur verið um á fundunum er ógreitt, men kortini er tað áhugavert, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tekur lut á fundinum, meðan landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki var á fundinum, sambært tí, ið er komið fram í miðlunum. Á Løgtingi, 10. desember 2019 Beinta Løwe...

Les meira
X