Lýsing

Pól Jóhannus Toftegaard Larsen

Vælkomin á mína undirsíðu hjá Tjóðveldi☺️💚

 

Á hesi síðu kanat tú lesa eitt sindur basalt um meg💁. Um tú hevur hug at læra meg betur at kenna so kanst tú eisini vitja mína egnu heimasíðu: https://www.poljohannus.com/ 😜

Á breddanum til høgru finnur tú nýggjar greinar, sum eisini eru at finna á vanga mínum á facebook og Instagram💁.

 

Eg eiti Pól Jóhannus Toftegaard Larsen, eg eri Uppvaksin í Fuglafirði🏠 og eg eri lesandi á Miðnám á Kambsdali📚🧑‍🎓.

Eg havi arbeitt nógv innan sjálvberandi arbeiði fyri at gera Føroyar meira grønar og rættvísar, eg eri eitt nú limur í Unga Tjóðveldi🕊, Amnesty Ung💛, Veðurlagslóg Nú🌱 og LGBT+ Føroyar🌈.

Mín politiska hugsjón er reyð❤️, grøn💚 og litrík🌈
Eg vil eitt samfelag, har ongin dettur niðurímillum⚖️, har vit taka ábyrgd av umhvørvinum♻️, og har vit kunnu vera júst tey vit eru💞.
Fyri meg, er tað sjálvsagt, at vit ungu mugu sita við við borðið har avgerðirnar verða tiknar📑🧑‍⚖️, tí tað eru vit, sum koma at liva við teimum, og sum hava best innlit í, hvussu vit vilja, at framtíðin sær út🇫🇴.
Vit hava eisini dirvi og áræði💪, og júst tað er tað stórur tørvur á í politisku skipanini⚡️. Vit mugu vera tey, ið leggja trýst á, um vit vilja hava eitt rættvísari og grønari samfelag💚✨.
Uttan okkum ungu í løgtinginum kemur ongin bindandi veðurlangslóg🚫♻️. Tí er tað altavgerðandi fyri framtíðina hjá okkum, at tit hesaferð velja eina unga grøna rødd🌱📢.
Komi eg á ting ætli eg mær hvønn tann einasta dag at vera ein sterk reyð, grøn og litrík rødd⚡️.

 

Føddur: 30. apríl 2004
Foreldur: Kristina Toftegaard Larsen og Páll Larsen

Yrki: Lesandi

Telefon: 211320

Heimasíða: https://www.poljohannus.com/

Teldupostur: pjxlarsen@gmail.com

Instagram: @pol_johannus_t_larsen

TikTok: @sassycinderella