Lýsing

Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen

Vælkomin á mína síðu.

Hetta kennist rættuliga stórt, at hava eina Tjóðveldissíðu, har tit kunnu lesa meira um meg og har tit hava møguleika fyri at lesa mínar greinar á breddanum á høgru síðu. Hesar verða eisini lagdar út á mína Facebook vanga leypandi.

Eg eri 31 ár, uppvaksin og búsitandi í heimbygdini, Miðvági, har eg somuleiðis ætli at byggja mær búgv, saman við maka mínum, Kenneth, og børnum okkara, Sámal Mattias og Ala Emilia.

Eg havi lokið fíggjarútbúgving við sergrein í banka og trygging og somuleiðis eina víðari útbúgving sum góðkendur kundaráðgevi. Eg eri í gongd við at taka leiðslu útbúgvingina HD, við síðuna av starvinum sum skrivari hjá Barnaverndartænastuni í Vága- og Sørvágs Kommunu.

Summi meg møguliga frá ítróttar og kappróðrar umhvørvinum, tá eg m.a. havi róð við Ørnini, Jarnbardi, Bliki og Riddaranum, og havi annars verið við sum hjálparfólk ymsastaðni í ítróttarumhvørvinum. Eg havi altíð roynt at verið aktiv innan frítíðarøkið í kommununi her vesturi, og havi raðfest at funnið stundir at rætta eina hond har til treingir. Eg havi m.a. verið við til at seta á stovn Vága Fimleikafelag, verið virkin í Miðvágs Róðrarfelag og MB.

Tók avgerð í 2020 um at royna meg í kommunal politikki. Mín kunnleiki og tær royndirnar eg hevði rokkið sum virkin í frítíðar- og barnaverndarøkinum var grundarlagið fyri mína politisku áskoðan, tá ið eg stillaði upp á fyrsta sinnið. Eg ynskti serliga at vera ein sterk rødd hjá børnunum og ungdóminum í kommununi, tí tey eftir mínum tykki ikki høvdu verið raðfest í langa tíð, og eg sá ein greiðan tørv, ið eg kundi verið við til at betra um ígjøgnum kommunal politikkin í Kommununi.

Kom inn í býráðið í Vága Kommunu í 2020, og havi har røkt mínar sessir til fulnar við áhuga og áræði. Havi somuleiðis verið nevndarlimur í fleiri áhugafelagsskapum ígjøgnum mítt ítróttarvirksemi ígjøgnum mítt ítróttalív.

Ymiskar nevndir:

2020-2024:      Mentanar- og trivnaðarnevnd í Vága kommunu, varaforkvinna

2020-2024:      Fíggjarnevnd í Vága kommunu, nevndarlimur

2020-2024:      Tekniskanevnd í Vága kommunu, varalimur

2020-2024:      Vinnu- og havnanevnd í Vága kommunu, varalimur

2020-2024:      Musikskúlanevnd, nevndarlimur

2020-2024:      Skúlastýrið í skúlanum á Giljanesi, nevndarlimur

2020-:                Vága Fimleikafelag, skrivari og stovnari

2019-2023:       Foreldraráðið í Miðgarðið, forkvinna

2012-2014:       Argja róðrarfelag, skrivari

 

Arbeiði í Býráðnum í Vága Kommunu hevur givið mær møguleika fyri at hava ávirkan á mítt – og okkara – lokal samfelag. Hetta hevur víst mær hvussu týdningarmikið tað er, at hava eina meining um hvussu tingini skulu vera í okkara nærsamfelagið – og ikki minni fyri Føroya land.

Hesi 2 árini eg havi verið í kommunal politikki hevur vakt áhuga mín fyri politikki, og serliga fyri landspolitikki av álvara. Eg havi havt møguleika at fáa fleiri av mínum ynskjum til veruleika. Og tað er fantastiskt at kunna vera viðvirkandi til at skapa eitt enn betri samfelag bæði fyri fólkið og landið. At síggja hvussu tað er, at hava møguleika fyri at hava eina ávirkan á hvussu tingini verða gjørd hevur av álvara tendra ein neista í mær fyri at hava enn størri ávirkan. Hetta er als ikki ein uppgáva, ið eg taki fyri givið. Eg eri sera takksom fyri tað álit, ið er víst mær og fyri tann møguleika eg havi, fyri at hava eina ávirkan.

Nú ynski eg, at taka hetta upp á eitt hægri stig, og ynski eg at vera við til at mynda eitt samfelag, sum eg kenni meg aftur í og sum eg síggi míni virðir aftur í. Eg havi verið við til at fingið nógv gott av skaftið í býráðnum í Vága Kommunu, og ynski nú at bjóða mítt íkast fram til einari betri og sjálvbjargnari Føroyar. Eg  ynski at taka enn fleiri tøk fyri fólkið – fyri Føroyar.

Í gjøgnum mítt starv, og nú somuleiðis ígjøgnum tær royndirnar, ið eg havi fingið ígjøgnum kommunalpolitikki, hevur gjørt meg meira varuga við viðurskifti í okkara samfelagið, ið eg meti mugu broytast. Rættvískenslan í mær hevur altíð verið drívmegin hjá mær í øllum eg geri. Eg klári ikki at lata standa til, tá ið gerist varug við órættvísi í okkara samfelagið.

Eg brenni tí ma. at arbeiða við sosialpolitikki og fáa eina ávirkan á hvussu vit føran hann. Umframt tað havi eg sjálvsagt eisini onnur áhugamál – og sum eg havi lært ígjøgnum kommunalpolitikki, so leggjast fleiri áhugamál afturat meira man setur seg inní politiskt arbeiði.

Eg ynski at arbeiða fyri, at vit røkka einum enn sjálvbjargnari og eydnuríkari Føroyum fyri bæði núverandi og komandi ættarlið. Einari Føroyar, ið rúma ymiskleikanum, ið er komin meira og meira til sjóndar tey seinastu árini. Einari Føroyar, ið gevur okkum øllum møguleika og rúm til at skapa tað lív, ið vit ynskja hvør í sær. Einar Føroyar, ið okkara ungu velja til. Eitt stað, har vit fáa góðar møguleikar til at skapa okkum tað lív, ið vit ynskja og trívast og mennast við. Einar Føroyar við burðardyggari framgongd – bæði umhvørvisliga, sosialt, trivnaðarliga og fíggjarliga. Einar Føroyar, ið skapar betru vinnumøguleikar, tí hetta gagnar okkara landsbúskapi og gangar tískil eisini okkum, Føroya fólkið.

 

Fødd: 5. Januar 1991

Foreldur: Sámal Birgir Johansen og Oddbjørg Johansen, bæði úr Miðvági.

Børn: Sámal Mattias Kennethsson (2014) og Ala Emilia Kennethsdóttir (2016)

Heimstaður: Miðvágur

Telefon: 265325

Teldupostur: aslaj@vaga.fo

Heimasíða: www.tjodveldi.fo/aslaleila

Instagram: aslaleila