Lýsing

Trina Elttør Eysturoy

Loysnisinna kvinna

Eg eiti Trina Elttør Eysturoy og eri uppvaksin í Hoyvík. Eg eigi tvey deilig børn
saman við Dennis Christensen og vit fýra búgva á Signabø.

Eg eri útbúgvin Professions Bachelor í Innovation og Entrepreneurship og
arbeiði og reki til dagligt serhandlinum SIRI.

Í 2018 stovnaði eg, saman við øðrum, felagið Heimafriður. Eitt áhugafelag, sum
hevur verið ógvuliga virkið, loysni søkjandi og slóðbrótandi. Eitt felag, sum kann
vísa á úrslit, sum eingin trúði bar til at fremja, tá felagið varð stovnað fyri fýra
árum síðani.

Eg havi eitt "drive", eina meining, bein í nøsini og so gjøgnumføri eg tað, sum eg
seti mær fyri!

Nú vil eg inn í kampin og á politiska pallin at gera mun!

Á uppstillingarfundi hjá Suðurstreymoyartjóðveldisfelag, vístu frammøttu
Tjóðveldisfólk mær áhugað og álit. Tí tók eg avgerð um at stilla upp fyri
Tjóðveldi.

Míni stóru áhugamál eru umhvørvismál, orkuskiftið, búðstaðarpolitikkur,
trivnaður, viðlíkahald, og burðardygd.

Eg eri ein kvinna sum søkir loysnir og arbeiði hart fyri at koma á mál.
Mítt miðvísa arbeiði í felagnum Heimafriður, hevur víst í verkið, at eg megnið tað
eg seti mær fyri, hóast stóra mótstøðu. Og hesar royndir ætli eg mær at brúka í
mínum politiska arbeiði.