Lýsing

John Dalsgarð

Mín visjón og mál …                                        

Mín visjón er, at

Tórshavnar kommuna

skapar bestu møguleikar

og umstøður fyri

hvønn einstakan …

  • at trívast
  • at virka
  • at velja og skapa sín

gerandisdag

  • at luttaka
  • at siga sína hugsan

og hava ávirkan

 

Míni hjartamál eru…

Meira ávirkan til tín!

  •  Økini, bygdirnar og býlingarnir í kommununi skulu takast meira við og hoyrast betur. Tí skal staðbundna umboðanin styrkjast við fleiri staðbundnum nevndum og felagsskapum, ið hava ein virknan leiklut at ráðgeva býráðnum, tá staðbundnar avgerðir verða tiknar.
  •  Greiðar visjónir og mál verða orða fyri tær staðbundnu nevndirnar, samstundis sum tær verða formliga styrktar í fyrisitingini.
  •  Sum liður í at geva tí einstaka og nærumhvørvinum meira ávirkan á býráðsarbeiðið, verður kunningin millum borgara og kommunu enn betur skipað, bæði alment og meira málrættað.
  •  Umráðandi er í hesum sambandi at styrkja og bøta um kunningina til teirra við málsligum avbjóðingum, umframt at kunningin til okkara útlendsku borgarar verður sjónligari og alla tíðina dagførd.
  •  Kommunan skal taka á seg uppgávuna at virka fyri fólkaupplýsing og lívlangari karrieru­veg­leið­ing og lívlangari læring fyri øll vaksin í kommununi.
  •  Skipast skulu ókeypis skeið fyri tilflytarar í føroyskum máli og mentan í kvøldskúlanum, samstundis sum fokus verður sett á inklusjón og borgaraluttøku.

 

Útbúgving

  •  Kommunan skal taka stig til at førleikamenna síni starvsfólk og geva teimum møguleika at taka førleikagevandi skeið og útbúgvingar, eitt nú innan heilsu- og røktarøkið og dagstovnaøkið.
  •  Kommunan skal ganga á odda við at orða ein førleikapolitikk fyri øll starvspláss og starvsfólk í kommununi, sum varpar ljós á førleikatørvin.
  •  Kommunan skal taka á seg ein meira virknan leiklut at gera Havnina til ein veruligan universi­tetsbý, við góðum og blómandi lestrarumhvørvi og spennandi tilboðum til lesandi ungdómin, so vit fáa mentanarlívið í býnum veruliga at blóma.

 

 

Mentan

  •  Kommunan tekur stig til ein “Mentanar-leyp” til yrkislistafólk, so sum sjón­leik­arar, tónleikarar, rithøvundar o.o., at søkja fígging til almenn tiltøk, so sum felagstiltøk, eldratiltøk, mentanartiltøk, konsertir, ungdómstiltøk, fólkaupplýsing, ólavsøkutiltøk í býlingunum í kommununi o.s.fr.
  •  Kommunan útvegar hølir í miðbýnum til eitt býarlistasavn fyri samtíðarlist.
  •  Betri hølisumstøður hjá listafólki at virka og skapa í kommununi.

 

Trivnaður og heilsa

  •  Innispælistað í Havn við mennandi og mentandi umstøðum til tey yngru børnini í kommununi.
  •  Ungdómsráð verður sett at ráðgeva býráðnum í øllum ungdómsviðurskiftum í kommununi.
  •  Betri umstøður til rørslu fyri børn og eldri.
  •  Heilsufremjandi tiltøk í almenna rúminum.
  •  Dagføra kloakkskipanina í miðbýnum í Havn.
  •  200 leiguíbúðir til ung í útbúgving og eldri verða bygdar í miðbýnum.
  •  Tryggari og betri umstøður at súkkla og at vera til gongu í býnum.
  •  Havnará verður latin upp aftur frá Vaglinum og oman eftir Áarvegnum.
  •  Virknar og dagførdar bókasavnstænastur til økini og bygdirnar í kommununi.
  •  Tryggan bústað til allar borgarar.
  •  Fíggjarligar umstøður til børn í fátækaváða, so tey kunnu taka lut í felagslívi og -virksemi, á jøvnum føti við sínar javnlíkar.
  •  Fleiri fulltíðarstørv verða sett á stovn innan eldra- og barnagarðsøkið.
  •  Fleiri námsfrøðingar verða settir í starv.
  •  Heilsugóðan kost til barnagarðsbørnini og skúlaungdómin á middegi hvønn gerandisdag.
  •  Gamli býarparturin á Reyni verður vardur og varðveittur sum íbúðarøki.

 

Umhvørvi og náttúra

  •  Náttarfrið til allar borgarar í kommununi, við streymi úr landi til skip við bryggju.
  •  Betri umstøður hjá borgarunum at skilja og kompostera burturkastið, og miðvíst og áhald­andi arbeiði at endurnýta alt “burturkast”.
  •  Bussar og bilar hjá kommununi skulu vera el-riknir.
  •  Betri felagsferðsla fyri at avmarka ferðslutrýstið í miðbýnum, umframt at samskipa flutningin millum útjaðara og miðbý betur.
  •  Saman við vinnuni skapa bestu karmar fyri burðardyggum vinnuvirksemi í kommununi.
  •  Øll orkunýtslan hjá kommununi frá varandi orku í 2030.

 

Heimasíða: https://tanndeiligahavn.fo

Facebook: John Dalsgarð – Valevni í Tórshavnar kommunu

Instagram: johndalsgard  og  tanndeiligahavn