Lýsing

Elsa Berg

Míni hjartamál

Hvussu tað stendur til við veðurlagsbroytingunum? Hetta verði eg viðhvørt spurd um, og tað er ikki altíð so lætt at svara uppá, men í stuttum er hetta svarið: Tað eru vit sjálvi, sum avgera hetta. Vit eru í mannaskaptum umhvørviskreppum, og tær krevja, at vit gera nakað við tær.

Fyri mær er tað púra greitt, at Tórshavnar kommuna skal seta í verk sterk og góð umhvørvisátøk, og soleiðis vera við til at verja náttúruna og at basa veðurlagsbroytingarnar.

Soleiðis fara vit í gongd

Kommunan skal seta sær ambitiøs mál viðvíkjandi útláti og náttúrufjølbroytni og skal seta í verk eina virkisætlan fyri at røkka hesum málum. Ríka náttúran í kommununi skal verjast, m.a. við at virka fyri rottufríum Føroyum, og at hava fleiri náttúruøki tætt hjá borgarunum. Okkara dagstovnar og skúlar skulu vera grønir og góðir at vera í, m.a. við sólorku á takinum og góðari atgongd til náttúruna. Bussleiðin skal leggjast um til el, og borgarar í kommununi skulu hava heimafrið og møguleika at súkkla og ganga trygt í ferðsluni.

Tað skal vera lætt hjá borgarum at velja grønt, m.a. við at fáa óhefta og ókeypis ráðgeving um umlegging til varandi orku, at skilja meira burturkast við hús, at taka buss og at framleiða grønmeti.

Kommunan skal fylgja við í gongdini viðvíkjandi lívmargfeldinum og útlátinum í kommununi. Eru átøkini ikki nøktandi, skulu fleiri og betri átøk setast í virkisætlanina.

Um meg 

Eg eiti Elsa Berg, og eg eri 24 ára gomul. Eg eri útbúgvin bachelor í vistfrøði frá Setrinum og starvist sum taraalari hjá Ocean Rainforest.

Eg stilli upp, tí eg brenni fyri at gera mun. Í nógv ár havi eg verið virkin í umhvørvisfelagsskapinum Ringrás, men nú er tíðin búgvin til ávirka politiska arbeiðið. Tórshavnar Kommunu skal ganga á odda fyri at skapa trivnað, náttúruvernd og góðan veðurlagspolitikk og veðurlagsátøk.

Starvsroyndir:

2012-2017 Sølufólk

2015-2016 Stuðul í Kollafjarðar skúla

2017- taraalari hjá Ocean Rainforest

Aðrar royndir:

2014-2015 Forkvinna í Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldi

2016-2018 Forkvinna í landsnevnd Unga Tjóðveldisins

2017-> Limur í Ringrás

Ein av fyriskiparunum av veðurlagsverkføllunum í Føroyum

Samband:

Telefon: 504010

Teldupostur: elsaberg96@hotmail.com

Processed with VSCO with f2 preset